Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 25. februar 2011 19 VIKUSKIFTI tIl arbeIðIs Hon er úr Fuglafirði, har hon vaks upp undir tryggum og góðum kørmum. Hon er eisini yngst av seks systkjum, dóttir Rosu og Ditleif Eldevig, sum doyðu í ferðsluvanlukku á Sand­ víkum í mai mánað fyri fýra árum síðan. ­ Tað var ógvuliga hart hjá okkum at missa bæði foreldrini á ein slíkan hátt, sigur Rita Syder bø, leiðari í BR Leikum á Hálsi. Hon er gift Jóhann Syderbø, sum er vaks in upp í Havn, men hevur ættarbond úr Klaks­ vík. Rita og Jóhann bygdu sær hús í Hoyvík í 1999, har tey búgva saman við børnum sínum, sum eru tríggir synir, 9, 12 og 15 ára gamlir. BR Leikur Heilt síðan 1988 hevur Rita starvast í handlum hjá Jákupi á Dul Jacobsen, undantikið nøkur skifti, tá hon, maður og børn vóru í útlond­ um. – Eg byrjaði í handilslæru í Skemmuni í 1988, men eftir at hava lært í tríggjar mánaðir, gjørdist eg sum lærlingur eisini handilsleiðari. Tá Jákup so læt Jysk upp í Íslandi í 1989, var eg eisini har yvir í tríggjar mánaðir. Fyrsta og annað árið, sum Rita var í læru og starvaðist hjá Jákupi á Dul Jacobsen, fekk hon seg rættiliga roynda. – Miðskeiðis í 1989 spurdi hann meg, um eg hevði hug at royna okkurt nýtt. Eg fór nú niður til Danmarkar at arbeiða í einum BR handli í ein mánaða. Hetta var stutt, áðrenn Jákup læt upp BR Leikur í Havn hin 25. september í 1989. Øll árini síðan hevur handilin verið á Smyrils vegi 7 á Hálsi. Rita, ið byrjaði sum handilslærlingur í Skemmuni í 1988, gjørdist soleiðis avlærd í BR Leikum innan leikutoy – og ikki innan dýnur, pútur og madrassur ­ í 1990. Eisini í Danmark Hóast vit næstan kunnu siga, at Rita gjøgnum øll hesi mongu ár hevur verið ímyndin av BR Leikum, hevur hon tó eisini roynt seg við leikum aðrastaðni enn í handlinum á Hálsi. – Í januar 1992 fluttu vit til Danmarkar, tá maður mín fór at lesa. Vit búðu mitt í Keypmannahavn, og tá arbeiddi eg í BR­handil í Charlottelund í hálvt fimmta ár, til eg fór í barsil í 1995. Rita, maður og børn fluttu nú heimaftur til Føroya at búgva í november í 1996, og tá fór hon sjálvandi aftur í BR Leikur at arbeiða. Síðan 1996 hevur hon í eitt ár havt farloyvi. Hetta var í 2006, tá øll familjan flutti til London at búgva, tí maðurin fór at lesa víðari. – Hetta var eitt deiligt ár, sum vit øll minnast aftur á við gleði. Eg gekk heima og tók mær fult út av børnum og húsi. Dreingjunum dámdu hetta eisini sera væl, og teir stórtrivust, meðan vit vóru í enska høvuðsstaðnum. Elskar sítt arbeiði Rita Syderbø sigur, at henni elskar at arbeiða við leikum og børnum. – Dagarnir kunnu gerast eitt sindur langir viðhvørt, men tá tú gert tað, tær dámar, hugsar tú ikki so nógv um tað. Eg elski mítt arbeiði, sum er at upplýsa um og selja leikur til børn. Hon sigur, at fasti staburin av starvsfólki í BR Leikum telir fýra fólk, men harftrat hevur hon einar seks skúlanæmingar, sum skiftandi hjálpa til eftir skúlatíð. – Eg eri sera fegin um míni starvsfólk. Tey eru virkuliga dugnalig, og eg eri errin av teimum, sigur Rita. BR Leikur lata upp klokkan 10 um morg­ unin, men sum handilsleiðari møti Rita longu klokkan 9. – Eg royni at sleppa mær heim klokkan 16, men tað riggar ikki altíð. Vit hava opið til klokkan 17.30, men klokkan er ofta 18, áðrenn eg fari til hús. Eg royni eisini at hava frí annan hvønn leygardag, men tað ber heldur ikki altíð so væl til, leggur hon aftrat. Føstulávintsøla BR er ein stytting fyri Børge Rasmussen, ið var danir, sum fyri meiri enn fimmti árum síðan stovnaði BR. – Jólasølan er hátíð hjá okkum, og tá er sølan rættiliga stór. Í januar er sølan slakari, men síðan tekur hon seg uppaftur, tá føstulávint nærkast. Í fjør var føstulávint um hálvan februar – og í ár er hon so seint sum 7. mars. Rita Syderbø sigur, at børnum dámar væl at keypa sær klæði at pynta seg í til føstulávint, og mest seldu búnarnir til dreingir eru ivaleyst spiderman, batman og slíkt, meðan genturnar dáma best at klæða seg í sum prinsessur. – Gekkaskortar, soleiðis sum vit kendu teir fyrr, eru ikki so vanligir longur, men maskur, sum fjala rundan um eyguni, eru meiri vanligar, eins og børnunum dámar væl at keypa sær parykkar. Draktir av ymiskum slagi verða seldar gjøgnum alt árið – um enn ikki í so stóran mun, sum tá føstulávint nærkast, sigur kvinnan, sum tó, at hon fór úr Fuglafirði sum 17 ára gomul, framvegis kennir seg sum fuglfirðing. lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Rita er roynd í leikum – Dagarnir kunnu gerast langir, men tá tú gert tað, tær dámar, hugsar tú ikki so nógv um tað. eg elski mítt arbeiði, sum er at upplýsa um og selja leikur til børn, sigur rita syDerbø, sum var við longu, tá br leikur læt handilin upp á hálsi hin 25. september í 1989 mynD: Jens Kristian Vang – Eg eri sera fegin um míni starvsfólk. Tey eru virkuliga dugnalig, og eg eri errin av teimum, sigur Rita Syderbø, handilsleiðari í BR Leikum Fakta: Navn: Rita Syderbø Starv: Handilsleiðari Besta við starvinum: At upplýsa og gleða børn Ringasta við starvinum: Eg elski mítt arbeiði! Starvsfólk: 4, pluss tað leysa