fríggjadagur 25. februar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24
20
Sosialurin
– Tí eigur Skálafjarðartunnilin at bíða
Um hugt verður meira yvirskipað at Streymoynni, Eysturoynni, Norðoyggjunum og eisini
Vágunum er møguligt at gera eina væl bíligari og meira orkuavmarkandi høvuðsfarleið
millum Eysturoynna og Streymoynna, og eisini Norðuroyggjarnar og Vágarnar
Við hesi høvuðsfarleiðini
fæst ein miðleið sum ger:
• tað munandi styttri, slættari
og beinari at koyra millum Streym
oynna og Eysturoynna, og eisini mill
um Eysturoynna og Vágarnar.
• frástøðuna, líka stutta sum við
Skálafjarðartunnlinum, frá Havnini
til Gøtu, Fuglafjarðar, Leirvíkar og
Norðuroyggjarnar. 35 minuttir at
koyra til Klaksvíkar.
• frástøðuna frá Havnini til
bygdirnar úti á Skálafjørðinum ein
triðing styttri.
• frástøðuna frá flogvøllinum til
Eysturoynna og Norðuroyggjarnar
35 % styttri.
• at ein høvuðsfarleið gongur
gjøgnum seks av teimum ætlaðu
nýggju kommunueindunum, har
87 % av føroyingunum búgva.
• at íløgan verður 675 mió kr, t.e. 65
– 70 % av Skálafjarðartunnlinum.
• at tað fyri tey flestu sum koyra
í hesum økjum hevði verið talan um
munandi minni orkunýtslu.
• at tað blivu færri brekkur,
forðingar og lykkjutar til og frá
koyringar.
• at raksturin verður 8 % lægri
enn við Skálafjarðartunnlinum.
• at møguligt er at deila loysnina
upp í deilprojekt, soleiðis at arbeiðið
kann tillagast fíggjarstøðuni í
landinum og tøku arbeiðsorkini.
• at farleiðin gevur “...gróðar
líkindi til øll økir í landinum” (1).
• at loysnin tryggjar “...framkomu
leika, ferðslutrygd og umhvørvi” (1).
• at høvuðsfarleiðin uppfyllur
kravið um, “ .. at leggja landsveg út
um bygt øki, hava so fá vegamót
sum til ber og at økja trygdina í
vegamótum” (1).
• at ætlaði umkoyringarvegurin
í Kollafirði ikki er neyðugur, tað
merkir eina minniveiting á 25 mió
kr. (2)
Í sambandi við alternativu loysnina
eru avleiddar verkætlanir fyri u.l.
220 mió kr, umframt at ein brúgv ella
tunnil møguliga skal gerast millum
Toftir og Strendir fyri knapt 200 mió
kr. Alternativa ætlanin hevði komið
at kosta 1,1 mia kr, íroknað avleiddar
verkætlanir og eina brúgv millum
Toftir og Strendir.
Í sambandi við Skálafjarðar
tunnilin verður tað, sambært Lands
verk, avleiddar verkætlanir fyri
minst 260 mió kr. Harumframt vil
ein EysturVestur leið, um hon skal
muna nakað, kostað einar 500600
mió kr. Skálafjarðartunnilin, við
avleiddum verkætlanum og eini
EysturVestur leið, kemur tí at kosta
1,81,9 mia kr liðugt útbygd.
Harumframt hevði vágin við
hesi alternativu loysnini verið væl
minni. Hetta, tí alternativa loysnin
hevði inniborið, at hon kundi verið
deild upp í smærri projekt, og antin
framskundað ella dríggjað, tengt
at hvussu fíggjarstøðan er
í landinum, og/ella at tøku
arbeiðsorkuni.
Viðmerkingar til
verandi ætlan við
Skálafjarðartunnlinum
Tað er undrunarvert at vit
í Føroyum, uttan at kannað
aðrar møguleikar nærri ella
at hyggja meira kritiskt at
verandi ætlan, vilja fara í
holt við eina nýggja høvuðs
farleið, við eini 30 árs binding,
har vit velja eina loysn sum
inniber:
• ein hæddarmun á 300
350 metrar. Minst 200 m undir
sjóvarmálan og millum 100150 m
upp um sjóvarmálan.
• brattar brekkir. Halli í Skála
fjarðartunnlinum verður minst 70
promillu.
• eina pumpuskipan sum altíð
skal koyra, eisini í teimum tíðar
skeiðunum, tá eingin streymur
verður framleiddur av vindi ella
vatni.
• eina binding á 30 ár, har tað ikki
verður møguligt at gera stórvegis
ábøtur
á
verandi
vegastrekki
millum Eysturoynna og Streym
oynna. Eitt vegastrekki, ið liggur í
tí partinum av Føroyum, har bestu
møguleikarnir eru fyri at útvinna
viðvarandi orku úr vindi og vatni.
• eina loysn sum merkir, at vit ikki
kunna
gera
eina
meira slætta og orkuav
markandi høvuðsfarleið
millum tey størstu økini
og býirnar í Føroyum.
• eini binding, har ein
partur av ætlaðu yvir
skipaðu
samferðslu
ætlanini hjá Landsverk
og Vinnumálaráðnum
ikki kann gerast tey
komandi 30 árini.
• at valda loysnin
í síðsta enda, um hugt
verður at yvirskipaðu
samferðsluætlanini
hjá
Landsverk og Vinnumála
ráðnum, fer at kosta 7001.000
mió kr meira enn alternativa
ætlanin.
• At høvuðsleiðin kemur at ganga
gjøgnum bygd økir, t.e Runavík og
bygdirnar á eystara armi á Skála
fjørðinum, um ikki ein vegur verður
gjørdur omanfyri Søldarfjørð og
Runavík.
• at tað skulu gerast íløgur fyri
minst 1 mia kr, har grundarlagið
er sera bjartskygdar ferðslufram
skrivingar. Ferðsluvøkstur á 50
– 80 %, úr 25003000 bilum/dag
í 2008 til 4500 bilar/dag í 2014 til
og frá Havnini til Eysturoynna
og Norðoyggjarnar. Tá er roknað
við minst 100% av potentiellu
akførunum, sum í dag koyra í Norð
skálatunnlinum.
Samanumtikið
Umráðandi er, at Løgtingið ikki enn
eina ferð velur at binda landið til
eitt ávíst privat partafelag við eini
30 árs binding. Løgtingið hevur
nú møguleikan at raðfesta øðrvísi
og, sum minst, at kannað aðrar
møguleikar við minni vága og orku
útláti betur, áðrenn støða verður
tikin.
Fyri
tað
almenna
fer
tað
ongantíð at verða nakar
vinningur, av at yvirtaka
Skálafjarðartunnilin,
sum tað annars verður
framlagt alment. Einasti
hypotetiski møguleikin er,
um landið velur, at tann
30 árs bindingin Løgtingið
vil geva P/F Skálafjarðar
tunnlinum verður gjørd
óendalig. Hetta soleiðis,
at verandi leið ongantíð
kann betrast, ella at tað
ongantíð verður møguligt
at gera eina nýggja høvuðsfarleið
frá Vágunum og vestara parti av
Norðurstreymoynni
til
Eystur
oynna og Norðuroyggjarnar.
Tað tykist, sum vit í Føroyum
hava stært okkum blind í undir
sjóvartunnlum.Um vit tosa um at
avmarka orkuútláti, er neyðugt at
fáa eitt slættari, styttri og beinari
høvuðsvegastrekki
við
færri
forðingum. Ein undirsjóvartunnil
eigur tí at verða undantakið, ikki
sjálvfylgjan tá eitt vegastrekki skal
útbyggjast. Í sambandi við ætlaða
Skálafjarðartunnilin,
fyriliggur
bert ein einstøk loysn, har tað tó
eru fleiri aðrar alternativar loysnir.
Einki skjalatilfar fyriliggur, um hví
so er. Tí eigur Løgtingið at umhugsa
at raðfesta øðrvísi, minka um vágan
og gera eina høvuðsfarleið okkum
øllum føroyingum til góðar!
Keldur:
1: “Eysturoyarleiðin og avleiddar
verkætlanir”, Landsverk, 2008
2: “Samferðsluætlanin 2008-2020,
2. Partur: Heildarætlanin”,
Landsverk, 2008
Frank Hansen
Civilverkfrøðingur, Tórshavn