fríggjadagur 25. februar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 25. februar 2011
20
VIKUSKIFTI
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingar, skapti so stóran áhuGa fyri
sínum fyrilestri, »tann seinasti pensJónisturin sløkkir,« í klaksvík
í farnu viku, at 120 fólk møttu upp at lurta. yvirskriftin tók saman
um størstu avbJóðinGina hjá klaksvíkini sum býi. pensjónistarnir
fJølGast, meðan tey arbeiðsføru fækka. – kenna vit veruliGu tølini,
kunnu vit seta kós at venda GonGdini, og klaksvíkin hevur longu
sett ein vakstrarbólk at kanna, hvussu gongdin kann vendast.
tað er bæði framsøkið og skilagott, sigur Johnny í Grótinum
Eldrabylgja
og fráflyting
eru størsta
avbjóðingin
fyrilestur
uni arge
ua@sosialurin.fo
Ein søga er um onglendingar og
japanarar, sum møtast á eini ráðstevnu.
Ong lendingarnir arga japanararnar
við, at teir gera altíð forsagnir um
framtíðina, men at forsagnirnar ganga
ongantíð út. Tá flenna japanararnir
hjartaliga og siga, at soleiðis kunnu
bara ítøkiligir ong lendingar tosa.
Forsagnir verða ikki gjørdar fyri, at
tær skulu ganga út. Tær verða gjørdar
fyri at skilja, hvussu støð an er nú, og er
støðan álvarslig, má kós in broytast, so
forsøgnan ikki endar sum ein beiskur
veruleiki seinni.
Johnny í Grótinum hevði fylt sær
lummarnar við bæði tølum og for
sagnum, tá hann í farnu viku helt fyri
lestur í Ósáskúlanum um fólkasaman
set ing ina í Klaks vík og landinum
annars. Høvið var, at Torradagar vóru
í Klaksvík, og upp runaliga skuldi fyri
lest urin hald ast á Klaksvíkar Bóka
savni, men búskapar frøðingurin og
banka maðurin hevði prýtt sín fyrilestur
við eini so provo kerandi yvirskrift, at
bæði maður og kvinnu fóru av húsum
at lurta. Var tað so galið, at avtofting
var í dur unum, og at ljósið skuldi
sløkkjast?
Hagølini tala
So galið var tað ikki, men Johnny í
Grót inum greiddi við hagtølum frá, at
gongdin í fólkasamansetingini í Klaks
vík seinastu 20 árini hevur verið skeiv.
Hann vísti á, at síðan 1990 er talið á
fólki yvir 67 ár økt 33 prosent, meðan
tal ið á fólki í arbeiðsførum aldri millum
16 og 67 ár er minkað 8 prosent. Í 1990
vóru 479 fólk yvir 67 ár í Klaksvík. Í
2010 vóru tey 637. Talið á fólki í arbeiðs
førum aldri millum 16 og 67 ár var 3160
í 1990 og 2922 í 2010. Gongdin er sostatt
ikki at fara skeiv av. Tey eldru fjølgast,
og hini fækka.
– Sjálvur flutti eg úr Klaksvík í 1995,
tá eg fór undir hægri lestur uttanlands.
Í hagtølunum havi eg so eisini hugt at
gongd ini í mínum egna ættarliði við
at hyggja at íbúgvaratalinum í aldurs
bólk inum 1020 ár í 1990, 2030 ár í
2000 og 3040 ár í 2010. Her vísa tølini,
at í Klaks vík búgva 30 prosent færri í
aldurs bólk inum 3040 ár í dag, enn vit
vóru í aldursbólkinum 1020 ár í 1990.
Greitt er, at hesi tølini eru ein avbjóðing,
men eg vísti so eisini á, at handan tølini
eru fleiri góðar søgur um væl eydnaðar
karrierur hjá klaksvíkingum uttanlands,
sigur Johnny í Grótinum.
Veruleikin er, sigur hann, at fleiri
klaksvíkingar standa seg væl úti í stóru
verð, sum við alheimsgerðingini er
vorð in ein stórur arbeiðsmarknaður.
Todi Jónsson í Danmark er eitt dømi.
Eitt annað dømi er Jan Ziskasen í USA.
Hann er KTstjóri í størstu matvøru
fyritøkuni í heiminum, Kraft Foods. Ein
tílík avbjóðing finst hvørki í Klaksvík,
Havn ella aðrastaðni í Føroyum.
Johnny í Grótinum nevndi eisini Boga
Andreassen, klaksvíkingin, ið endaði
sum vara borgarstjóri í Havn. Og
aðrir frá flutt ir klaksvíkingar vórðu
nevndir.
– Fráflyting er ein trupulleiki, um
fólk ikki koma aftur, men aftrat tí, at al
heimsgerðingin fær fólk at flyta burtur,
síggja vit so eisini í dag, at fólk skifta
nógv oftari starv, enn tey gjørdu fyrr.
Júst hetta kann vera ein fyrimunur fyri
ein bý sum Klaksvíkina. Býurin hevur
ein veru ligan møguleika at lokka fleiri
av sínum býarbørnum heimaaftur í
kom andi árum, tí at skifta starv kann
Tølini vísa, at í Klaks vík búgva 30 prosent
færri í aldurs bólk inum 30-40 ár í dag,
enn vit vóru í aldursbólkinum 10-20 ár í 1990.
Greitt er, at hesi tølini eru ein avbjóðing