fríggjadagur 25. februar 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 24 · 25. februar 2011
31
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
24 tímar við Bauer
ein væl umtókt sjónvarpsøð úr uSa seinastu árini
hevur verið 24 tímar, har Kiefer Sutherland spælir
Jack Bauer, sum skal so ræðuliga nógv ígjøgnum
upp á ein dag. nú fæst seinasta sesongin við 24
tímum á dvd, og hesaferð er spenningurin minst
líka stórur sum vanligt, og Jack Bauer skal veruliga
spíla seg út fyri at klára skerini.
24 tímar
dvd-boks
tv-2 við
nýggJari fløgu
tað eru liðin 30 ár, síðani danski poppbólkurin
tv-2 gav sína fyrstu fløgu út, og nú er bólkurin úr
aarhus akutellur við nýggjari fløgu – Showtime.
Sum vanligt hevur Steffen Brand skrivað sangirnar,
og hesaferð hevur framleiðarin thomas troelsen
lagt tónleikin til rættis. hóast hann førkar tv-2
poppvegin, so missa popparnir seg ikki burtur – og
teir góðu tv-2 sangirnir eru framvegis at finna á
hesi útgávuni.
tV-2
Showtime
Hvonn LIvE
LEygarKvøLdIð
rás2 bjóðar leygarkvøldið enn eina Hvonn
Live sending. Hetta er sending, sum verður
send beinleiðis av Hvonn í Havn. Fólk eru
væl komin á Hvonn at lurta, og tað ber
eisini til at hoyra alt á rás2. gestir hesaferð
verða Jan Pytlick, landsliðsvenjari hjá
donsku hondbóltskvinunum, Óli Breckmann
og Torbjørn Jacobsen, politikarar, og so vitja
eisini tríggjar kvinnur, sum á føroyskari
heimasíðu siga sína hugsan um sexleikur.
Terji rasmussen fer at spæla Føstufressa-
sangir live.
HVonn LiVe
Leygarkvøldið 26/2 kl. 20-22
Steypafinala
í Onglandi
Sunnudagin verður final-
an í minni ensku steypa-
kappingini, Carling Cup.
tvey feløg úr premier
league – og teim-
um báðu størstu
ensku býunum
- eru komin
í finaluna
hesaferð. arse-
nal skal dystast
við Birmingham á
Wembley í london,
og vinnarin av
dystinum kann kalla
seg steypavinnara og
kann tryggja sær pláss
í europeiskum fótbólti
næsta kappingarár.
arsenaL-BirmingHam
Carling Cup finala
Sunnudagin 27/2 kl. 16.00.
amarIEL
í FocuS
í dag letur listamaðurin amariel
norðoy upp framsýning í galerie
Focus í Havn. Seinastu árini hevur
amariel arbeitt nógv við tema’inum
Útróðrarbørn, og tað sæst eisini
aftur í nýggju framsýningini.
Framsýningin lat upp fríggjadagin og er
opin fram til 10. mars.
amarieL norðoy
galerie Focus í Havn
25/2-10/3
mCBirnie aftur á Slóðina
tað eru liðin meira enn 50 ár, síðani robert mcBirnie framførdi alment fyrstu ferð.
hesa hálva øldina síðani hevur hann verið virkin sum tónleikari og undirhaldari. fyri
kortum gav hann savnsfløgu út við tónleiki frá seinastu 50 árunum, og í kvøld hevur
hann konsert í Sjónleikarahúsinum í havn. tað var har, at hann og faroboys av álvara
fingu gjøgnumbrot fyri nógvum árum síðani.
roBert mcBirnie
Sjónleikarhúsið í havn
fríggjakvøldið 25/2 kl. 21.00