Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24 Sosialurin Tiltøk Góðu Súni og Hans Asbjørn Hjartaliga til lukku við 24 ára føðingardøgunum, sum vóru 15. og 20. febr. Alt tað besta ynskja vit tykkum. Heilsan foreldur og systkin Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 80 ára føðingardegi mínum 12. febr. Stóra tøkk skulu tit hava. Heilsan Kirstin Eliassen, Mikladalur Góði Bergur Hjartaliga tillukku við piparinum 23. februar. Vit gleða okkum til komandi vikuskiftið. Alt tað besta framyvir. Ynskja vinfólkini Til Bergur Gudmundsen úr Vági Góði vinurin! Nú eru nakrir dagar síðan tú rundaði tey 30. Tað var ein góð tíð vit vinirnir høvdu, upp til dagin. Vit komu nógv hvørjum øðrum við, fyri at gera dagin hjá tær so góðan sum møguligt. Hevði verið deiligt um tú bleiv 30 aftur í næsta ár. Vit dáma so væl at forkela teg. Alt tað besta. Ynskja kammeratarnar Viiiiiiiiiiinéron! :-D Túwé gawle... Vær tæssjé eijn surénor diijor onssdæjon? TAQ firre eijn ówe- forrgloooooymandé onssdæ. Ogor fingjé qrampa zum ogor flentéé. Téluqé – Téluqé – Téluqé Vinindénar! Tøkk Vit vilja fegin takka øllum, ið vóru við til at gera hjúnabandsdagin hjá okkum tann 15. mei 2010 so hugnaligan. Eisini ein hjartans tøkk til tykkum, ið hjálptu til við veitsluni og ikki minst tykkum, ið hjálptu til at fáa húsini klár til brúdleypið. Heilsarnir Súsanna, Herleif og børnini Brúdleyp 5. mars giftast Sólbjørg Jacobsen og Hans Filip Mohr Jakobsen í Kelduni í Skálabotni. Vígslan verður kl. 13 og receptión verður í Kelduni beinleiðis eftir vígsluna. Øll eru vælkomin. Leygardagin 2. apríl giftast Karla A. Vang, úr Kaldbak og Anton Rasmussen, úr Runavík. Vígslan verður í Nazaret, Kaldbak, kl. 13. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at tekna seg hjá Karlu tlf. 265714 ella Anton tlf. 504279 innan 10. mars. Leygardagin 9. apríl kl. 13 giftast í Kvívíkar kirkju, Jacoba Vang, Leirvík og Leif Sjúrður Petersen, Leynar. Vælkomst, uttan børn, verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, vinarliga boða frá á tlf. 250268, 281947 ella teldupost: vang94@hotmail.com innan 5. mars. Leygardagin 16. apríl giftast Olina Skorá og Pauli Høj. Vígslan verður í býráðssalinum kl. 14. Øll eru vælkomin. Brúdleypsveitslan verður á lærara- skúlanum kl. 19. Tey ið vilja gleðast saman við okkum, kunnu tekna seg innan 25. mars á tlf. 590200 - 584969 eftir kl. 15. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Brúdleyp Prógv Anna Trónd Hansen hevur tann 4. febr. 2011 fingið prógv frá Aarhus Arkitektskúla sum cand.arch. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 18. mars hava Elita og Jógvan Falkvard, Sørvági, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Biohøllini í Sørvági kl. 19. Tey ið ynskja at halda dagin saman við okkum, vinarliga sigið frá innan 1. mars á tlf 332198/265398. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánadagin 21. mars hava vit (Brita og Eli Smith) verið gift í 25 ár. Vit vilja bjóða skyldfólki og vinum at gleðast um hetta saman við okkum leygardagin tann 26. mars kl. 17 í hølunum hjá Dansifrøði í Havn. Tit kunnu tekna tykkum við at siga okkum frá ella sms'a í seinasta lagi 1. mars. Tlf.nr. eru 316022 ella 214022. Gleða okkum at síggja tykkum. Heilsan Brita og Eli. 85 ára føðingardagur Sunnudagin 27. febr. fyllir Schwartz Jacobsen í Norðragøtu 85 ár. Føðingardagurin verður hildin í sambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu millum kl. 14 og 18. 80 ára føðingardagur 4. mars fyllir Thomas K. Vilhelm, Vágur, 80 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá hann eru vælkomin hjá dóttrini á Spógvavegi 16 í Tórshavn frá kl. 18 leygardagin 5. mars. Fríggjadagin 4. mars, verður Anna Egholm í Havn, ættað av Glyvrum, 80 ár. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Starvs- mannafelagnum, J. H. Schrøtersgøta 9. Har verður opið hús, frá kl. 10.30 til 15. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur Leygardagin 12. mars, verður Anfinnur Huusgaard, Syðrugøta, 70 ár. Dagurin verður hildin í Valhøll kl. 19. Tey ið vilja heilsa uppá Anfinn, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 3. mars, á tel. 441378 ella 211378. 60 ára føðingardagur Maria Simonsen, Fuglafirði, verður seksti ár sunnudagin 27. febr. Føðingardagurin verður hildin í Siloa, Fuglafirði, kl. 18 sama dag. 30 ára føðingardagur 7. mars verður Niels Heðin Gaard Joensen 30 ár. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Frelsunarherinum í Tórshavn tann 12. mars frá kl. 18. Tey ið vilja glaða meg, við at halda dagin saman við mær, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 3. mars á tlf. 316422 ella 221364. Prógv Elin Djurhuus Joensen hevur lokið hægri embætisprógv í lívfrøði, cand.scient., við Keyp- mannahavnar universitet. Høvuðsuppgávuna skrivaði hon í samstarvi við Statens Serum Institut og vardi hana tann 3. februar 2011 á Keyp- mannahavnar universiteti. Um somu leið fingu Elin og Finn Bjarni ein son afturat. Merkisdagur