Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 25. februar 2011 30 VIKUSKIFTI Miðlamjarr Um wc kummur høvdu ein telduskíggja og eitt knappaborð, har sum knappurin er at skola niður við, høvdu so øll sitið umvent á kummuni og Facekukka? Maður, 34 ár lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein Eg havi havt tað sera ringt. Eg sat bara í einum stóli og stardi út í tóman heim. Sangarin Katie Melua tosar um, at hennara gjøgnumbrot sum sangari kostaði nógv (The Sun) Teir flestu av mínum javnlíkum, og eg sjálvur taldur við, byrjaðu at drekka sum 14 ára gamlir. Og seinni um 16 ára aldur vóru vit við í køssum hjá eldri, heilt til vit kundu bestilla sum 18 ára gamlir. At trúgva, at 18 ára aldursmark steðgar nakrari drekking, er fávit. Maður, 53 ár So er enn ein arbeiðsdagur farin - eri takksom fyri at hava arbeiði. Onkur sigur, tað gongur betur í Føroyum nú - kanska tey hava rætt. Í gjár vóru 2026 arbeiðsleys, og í dag eru 2025 arbeiðsleys! Kvinna, 33 ár Vit vóna, at vit innan fá ár kunnu verða fremstir innan intima kosmetiska røkt í heiminum. Hans Fróði Hansen, maðurin aftan fyri BYB- vørurnar, hevur mót uppá tað (Portal.fo) Forboðssamfelagið er av tí ónda. Tað er tá hesar halleluja- rabarburnar fáa ov nógva makt. Skulu stýra okkara lívi og køva alt, sum vit halda verða spenanndi og áhugavert. Ingi Sørensen sigur sína hugsan í Fólksins rødd (Kringvarpið) Stemningurin innanhýsis í Fólkaflokkinum er ótrúliga behagiligur. Rodmund Nielsen, sum ivaðist í síni luttøku í flokkinum, er nú sannførdur (Sosialurin) Eg fái at vita, at eg eri lekkur, men eg havi ikki tíð at svara øllum. Danski X-Factor sangarin Sarah, sum er samkynd, er blivin kend (Se & Hør) Í gjár var ein fyrilestur í Klaksvík sum æt "Síðsti pensiónisturin sløkkir". Í komandi viku verður framhald í Norðurlandahúsinum og eitur hesin fyrilesturin "Næsti super- pensiónisturin tømir kassan". Maður, 37 ár