mánadagur 28. februar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25
Sosialurin
Jan Müller
Hans Pauli Joensen, leiðari
á Náttúruvísindadeildini
á
Fróð skaparsetrinum
er
sera fegin um, at tey har
kunnu verða við til at út
búgva før oy ingar til arbeiði
uttan fyri Føroyar og vón
andi ein dag venda heim
aftur. Hann fegnast um,
at Hilm ar Simonsen, sum
hevur víðariútbúgvið seg á
Setrinum, nú hevur fingið
starv í amerikanskari fyri
tøku, ið veitir tænastur til
olju feløgini.
Hann vísir á, at tað á
Náttúru vísindadeildini
verða bjóð aðar útbúgvingar,
ið m.a. kunnu brúkast í
oljuvinnuni. Í seinnu helvt av
1990unum varð sett á stovn
ein
bachelorútbúgving
í
kolvetnisverkfrøði (ofta eisini
nevnd oljuverkfrøði). Hendan
útbúgvingin legði m.a. dent
á boring eftir olju og gassi,
eins og fortreytir fyri, at olja
og gass kundu finnast í og
útvinnast úr undirgrundini.
Ein samstarvsavtala um út
búgvingina varð gjørd við
Høgskolen i Stavanger (nú
Universitetet i Stavanger).
Tey, sum tóku hesa út
búgv ingina, hildu fram at
lesa til master stig á uni
versi tetum
í
Bretlandi,
Dan mark og Noregi, og tey
flestu eru í starvi innan
olju vinnuna kring heimin.
Síðan 2008 er bjóðað út ein
bachelorútbúgving í Jarð og
havfrøði, har studentarnir
kunnu velja at leggja dent
á jarðalisfrøði og leiting
eftir ráevnum, ella dent á
havfrøði og umhvørvisfrøði.
Nøkur av evnunum eru tey
somu sum í útbúgvingini til
kolvetnisverkfrøðing.
PhDútbúgvingar vórðu
eisini settar í gongd við atliti
at oljuvinnuni. Í 2011 verða
tveir studentar lidnir við
PhDútbúgving við denti
á kanningar við seismikki.
Hesir báðir hava longu fingið
arbeiði í altjóða oljuvinnuni.
Stuðul frá oljuvinnu
Vit
spurdu
Hans
Paula,
hvønn týdning tað hevur
havt, at oljufeløg hava stuðl
að uppundir útbúgving og
gransk ing á Setrinum gjøg
num árini.
– Tá avgerð í 1990unum
varð tikin um at bjóða
bachelor og PhDútbúgving
við atliti at oljuvinnuni
varð tað ein avgerandi for
treyt,
at
oljufeløg
vildu
veita
fíggjarligan
stuðul.
Hetta var burtur av teimum
pengum, ið feløgini høvdu
bundið seg til at lata sum
før leikapengar. Stuðul frá
oljufeløgunum hevur eisini
eftirfylgjandi havt alstóran
týdning fyri menning av
gransking og útbúgving á
Náttúruvísindadeildini
á
Fróðskaparsetrinum.
– Hvønn týdning sær tú
í, at vit sjálvi útbúgva fólk
til at arbeiða í eini framtíðar
føroyskari oljuvinnu
– Eg haldi tað hevur stór
an týdning, at vit í Føroyum
eru við til at útbúgva fólk til
vinnulívið. Hetta ger seg eisini
galdandi fyri oljuvinnulívið.
Tað er týdningarmikið m.a.
at menna ein vitanardepil
á Fróðskaparsetrinum, ið
kann menna hægri førleikar
til oljuvinnuna. Onkur vil
kanska siga, at vit hava verið
í so tíðliga úti, tí framvegis
er eingin oljuvinna komin í
gongd í Føroyum. Mín fatan
er hinvegin, at vit heldur eiga
at vera upp á forkant, soleiðis
at vit kunnu hava útbúgvið
fólk tøk, tá oljuvinnan kem
ur í gongd her. Sum nevnt
eru flestu, ið hava tikið út
búgving hjá okkum, í starvi
innan
oljuvinnuna
aðra
staðni.
Hetta er jú eitt vælkent
fyribrigdi, at vit í Føroyum
eisini útbúgva fólk til al tjóða
vinnu. Her hugsi eg serliga
um útbúgvingarnar til skips
før ara og maskin meist ara,
har ein stórur partur er í
starvi hjá útlendskum reiða
ríum.
– Er Setrið eitt gott út
búgvingarstað í so máta og
hvat siga hagtølini?
– Vit hava ikki hagtøl. Eg
haldi kortini, at tað kann
sigast at vera eitt gott stað,
tí allir studentar hava havt
góðar møguleikar fyri at
byggja oman á sína bache
lor útbúgving frá Setrinum á
útlendskum universitetum,
og teir hava fingið starv í
m.a. altjóða oljuvinnuni.
Hans Pauli Joensen vís ir
annars á, Náttúru vís inda
deildin hevur tvær aðrar
bache lor
útbúgvingar,
ið
iva leyst eisini kunnu verða
grundar lag fyri størvum í
olju vinnuni. Onnur er ein
útbúgv ing í KTverkfrøði og
hin ein útbúgving í lívfrøði.
jan@sosialurin.fo
Stóran týdning
at út búgva fólk
til vinnulívið
ÚtbÚgving –Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum eru við
til at útbúgva fólk til vinnulívið. Hetta ger seg eisini galdandi
fyri oljuvinnulívið. Tað er týdningarmikið m.a. at menna ein
vitanardepil á Fróðskaparsetrinum, ið kann menna hægri
førleikar til eitt nú oljuvinnuna heldur Hans Pauli Joensen,
leiðari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum
sum ein gyltan møguleika
at gera vart við meg. So eg
valdi at leggja smædni og
afturhald til viks eina løtu
og setti teimum hópin av
spurningum
viðvíkjandi
teirra virkisøkjum. Eins og
øll hini fekk eg møguleikan
at presentera meg í einari
stuttari videoupptøku og
geva teimum mítt CV. Eg
fall serliga í prát við tann,
sum
hevur
ábyrgdina
av
offshore
seismikk
virkseminum og kom at
hava eitt ávíst samskifti
við hann til eg árið eftir, í
2010, aftur varð góðkendur
at leggja granskingarúrslit
fram á árligu ráðstevnuni
hjá SEG, sum hesaferð varð
hildin í Denver, Colorado. Ta
ferðina komu tvey umboð
fyri Ion Geophysical at
lurta eftir framløguni hjá
mær, og tað varð uttan iva
ein týðandi lutur í, at eg í
dag havi fingið starv hjá
fyritøkuni. Ion Geophysical
leggur sera stór an dent á
nýskapan (innovation), og
fyritøkan brúkar stórar
upphæddir til gransking
og menning.
Eitt øðiliga stórt tal av
umsøkjarum var til hetta
starvið – ella størvini, tí
tal an er um nøkur størv,
sum eru blivin sett. Men
bara umleið 1 prosent av
teimum, sum søktu, fingu
arbeiði; hetta vóru "the top
rated applicants", sum tey
rópa tað. Hilmar sigur seg
vera ovfarnan av, at hann
skuldi vera uppi í hesum
eina pro sentinum. – Um eg
hevði vit að frammanundan,
at eg kom at vera í kapping
við eitt so stórt tal av
umsøkjarum, so hevði eg
neyvan havt søkt yvirhøvur
leggur hann aftrat.
Í løtuni er Hilmar til upp
læring hjá Ion Geophysical
í høvuðssætinum í Hou
ston saman við 6 øðrum 3
ameri kanarum, 2 ong lend
ing um og einum frak lend
ingi. Um knappar 2 mán aðir
fara tey at sigla við einum
spildurnýggjum ný mót ans
seismikkskipi.
Arbeiðs
mynstrið við seismikk skip
inum er 5 vikur úti og 5
vikur heima, og hetta hevur
stóran týdning fyri Hilmar,
tí so kann hann framvegis
vera búgvandi í Føroyum
saman
við
konuni
og
børnunum. Í øllum førum
inntil onnur av gerð verður
tikin.
Hilmar dylur ikki fyri, at
hann er ómetaliga takk sam
ur fyri tíðina á Fróð skap
arssetrinum. – Uttan Fróð
skaparsetrið og professaran
Jim Brown hevðí eg neyvan
verið í hesum starvinum í
dag. Eg eri eisini bilsin av
at uppliva, hvussu nógv av
tí eg havi lært á Setrinum,
eg ítøkiliga havi brúk fyri í
arbeiðinum.
jan@sosialurin.fo
Hans Pauli Joensen, leiðari á Náttúruvísindadeildini á
Setrinum: – Vit eiga at vera upp á forkant,
soleiðis at vit kunnu hava út búgvið fólk tøk,
tá olju vinnan kemur í gongd her
Mynd: Jens Kristian Vang