Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25 16 Sosialurin Beint eftir ársskiftið vóru upp í 4 greinar í bløðunum, har menn klandraðust um at eiga æruna av at Klaksvíkar Sjúkrahús fekk landsumfat­ andi endurvenjingardeild, einarætt til ryggambulatori­ um og urologiska deild. Eg skrivaði ein stubba tá (14. januar): Klaksvíkingar í herferð. Mín niðurstøða var, at sjúkhúsverkið var forbronglað til lokalpolitikk av grovasta slag. Síðani havi eg lúrt eftir, um ikki onkrar grundgev­ ingar komu fram fyri at flyta so nógv til Klaks­ víkar Sjúkrahús, men eg havi einki funnið, heldur tvørturímóti. Heilsumálaráðharrin førir fram (20. januar), at eingin ivi skal vera um, at okkara heilsuverk altíð strembar eftir at fylgja fakligum tilmælum frá danska Heilsustýrinum. At flyta urologiska deild, ryggambulatorium og endurvenjingardeild til Klaksvíkar, er beint ímóti tí, sum mælt verður til og gjørt verður í Danmark í dag. Har skal SPARAST, og skuldu vit gjørt tað sama, svaraði tað til ca. 50 mill. kr. og hetta er í rakstri. Tað merkir, at játtanin til okkara sjúkhúsverk kundi verið ca. 50 mill. kr. minni um árið. Strategiin hjá dønum er at miðsavna spesialini á færri eindum, økja ambu­ lant virksemi, leggja sjúkhús saman, niðurleggja sjúkhús, brúka nýggja tøkni, umskipa administratión og hava “uvildig faglig analyse”. Hetta verður gjørt, uttan at tað gongur út yvir dygdina av kanningum og viðgerð, og sum frá líður skal støðið hækka. Urologi er eitt víttfevn­ andi spesiali, og tað verður í Danmark savnað á teimum størru sjúkhúsunum. Í aðurnevndu grein (Sjúklingurin í fokus 20. januar) stendur: “Avgerðin kemur at taka atlit til trygdina og tænastuna til sjúklingin og ikki atlit til politikarar, sum rópa hart, tí teir vilja draga okkurt til sín.” Her er mótsøgn millum orð og gerð. Landssjúkrahúsið hava vit havt í 40 ár. Nú skal tað býtast á skinninum út á tríggjar matriklar. Í stuttum kann sigast um hesa ætlan, at vit fáa eitt óneyðuga dýrt sjúkhúsverk, sum ikki hongur saman, so alt heilsuverkið sindrast og verður ringt at fáa á rætta kós aftur. Her dregur hilsumálaráðharrin til seg og síni uttan fyrilit. Fyrst skuldi sjúkrakassin til Klaksvíkar, sjálvt um høli vóru tøk aðrastaðni í landinum. Landsumfatandi endurvenjingardeild, sum skal vera í Klaksvík. Síðani ryggambulatorium sum Klaksvík skal hava einkarrætt til, og í endanum urologisk serdeild sum av nógvum grundum ikki eigur at vera á teimum smáu sjúkhúsunum. Vit kunnu eisini spyrja um uppsøgnin av sjúkhús­ stjóranum á Landssjúkra­ húsinum, uttan haldgóða grundgeving, hevur nakað við hetta spælið at gera. Kann ein landsstýrismað­ ur brúka sítt starv til slíkt? Niels Bendzen ríkisum­ boðsmaður hevði royndir­ nar aftanfyri seg, tá hann segði: “Útbyggið Landssjúkra­ húsið, tí tað er best fyri sjúklingin og bíligast fyri landið”. Sum er, skramblar virð­ ingin fyri landsins stýri niður. Kjak Óli Mikkelsen lækni Ansøgn er millum orð og gerð hjá Aksel Johannesen Løgtingið er umboðandi fólkavald. Fjølbroytni fólk­ sins má síggjast aftur á tingi. Grannalond okkara hava ásannað at rætta umboðandi talið er kubikkrót av fólka­ talinum. Hjá okkum í dag 37 tingfólk. Í Noregi er tingmannatalið nýliga ásett til 169, sum er ógvuliga nær kubikkrótini (170) av fólkatalinum góðar 4,9 mió. Í Danmark velja tey 175 tingfólk (4 koma so afturat) og liggur hetta rættiliga nær at kubikkrótini (177) av fólkatalinum knappar 5,6 mió. Hetta ljóðar í fyrstu at­ løgu eitt sindur mystiskt – nakað sum við veiðiorkuni á sinni. Men frágreiðingin er einføld. Her er talan um áleið sambandið millum broytingar í fólkatali og broytingar í fjølbroytni. Hugsa tær eitt føroyskt ítróttarfelag við stórthundrað limum. Hetta felagið hevur bæði yngri og eldri limir, gentur og dreingir, er virkið í fleiri ítróttargreinum, hevur virknar limir og stuðulslimir og so frameftirni. At umboða hetta fjølbroytni krevst nevnd av ávísari stødd. Hugsa tær nú ítróttarfelag við gott túsund limum. Hetta felagið er nakað meiri fjølbroytt, við í nakað fleiri kappingum, hevur nakað størri íløgur og rakstur, men felagið er ikki 10 ferðir so fjølbroytt, hóast tað er 10 ferðir so stórt sum hitt fyrra felagið. Fleiri vísindafólk (eisini okkara egna í Beinta Jákups­ stovu) hava millum ár og dag víst á, at kubikkrótin av talinum av umboðað­ um er gott mát fyri talið av umboðum til tess at tryggja sama fjølbroytni í umboðs­ stovninum sum í fólkinum. Fólkið er fjølbroytt – og ongin kennir mein í annans bein! Taka vit hesa fatan við okkum og hyggja at Føroya Løgtingi, so sæst týðiliga, at júst at umboða fjølbroytni hevur væntað. Vit hava í mong ár havt frambygdar gubbar út ímóti pensjónsaldri á tingi. Ov fáar kvinnur, ov fá ung, ja enntá ov fá gomul. Samgonga og andstøða hava mangan trupult at umboða nóg fjølbroytta lívsfatan og nøktandi sakligt innlit; summar oyggjar og mangar bygdir eru ikki umboðaðar. Fakligt innlit og yrkislig styrki er sera mismunandi; tær sterku føroysku útbúgv­ ingarnar sum lærara­ og skiparaútbúgving eru altíð væl fyri á tingi, men ofta er bert tann eina røddin, sum av egnum royndum kann umboða ávíst fak, yrki, øki, stætt ella virði. Løgtingið er ikki nóg umboðandi, tá ið mong orðaskifti á tingi mangla, at fleiri fólk av egnum royndum og djúpum áhuga kunnu vera við í kjakinum. At heilin í hesi veruni ikki hevur nóg gott innlit førir við sær, at ferð eftir ferð forsøma vit tær veldugu sparingar og betringar, sum kundu hent innan útbúgving, kommunur, orku, vinnu og onnur øki mong. Nøkur oyru at økja tingmannatalið og betra umstøðurnar hjá tingfólki høvdu verið væl útgivnar, so vit kundu spart rakstur, fingið meira burturúr íløgum og økt inntøkurnar. Stutta av tí langa er sostatt, skulu vit hava parlament í hesum landinum, sum hevur skil fyri øllum tí fjølbroytni ið her er, má tingið vera nóg stórt. Ikki minst mugu tingfólk hava skil fyri øllum tættum í almenna bygnaðinum, so skil fæst á hann. Fyrsta stigið er gera tingið umboðandi. Fólkatalið í Føroyum er um 49.000 í løtuni – kubikkrótin er knappliga 37. Vit eiga at seta frymilin i komandi stjórnarskipan, bæði fyri Løgting og kommunustýri, so talið av sær sjálvum broytist við fólkatalinum. So fær fólkið rødd á tingi. Kári á Rógvi løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins Rætta tingmannatal er (kubikkrót 49.000 =) 37 Jákup Símun Simonsen býráðslimur, Tjóðveldi Í eina tíð hevur Menta­ málnevndin í Tórshavnar býráði arbeitt við útbygging av Hoyvíkshøllini. Á býráðs­ fundi seinasta hóskvøld varð hetta samtykt, og verður arbeiðið nú fyrireikað til útbjóðing. Tað eru MAP arkitektar, ið standa fyri ráðgevingini og uppskotinum. Hoyvíkshøllin varð bygd í 2002 sum ein venjingar­ høll. Síðani er virksemið vaksið ár eftir ár og eru betraðar umstøður harðliga tiltrongdar. Útbyggingin fevnir um ein tilbygning á tilsamans 520 fermetrar omanúr høllini. Í bygningi­ num verður forhøll, umklæð­ ingarrúm, goymsla og vesi. Á loftshæddini verður møguleiki fyri felagstiltøkum av ymsum slagi. Útbyggingin fer at betra munandi um umstøðurnar bæði hjá íðkandi, áskoðarum og hjá vitjandi í høllini. Eisini verða møguleikarnir betraðir hjá teimum, ið fyriskipa og eru rundanum tað, ið fyriferst í høllini. Sum limur í Mentamála­ nevndini hevur tað verið hugaligt eisini at tikið stig til ungdómsvirksemi í Frítíðar­ skúlanum í Hoyvík – Klubb 188. Hesi stig fara at menna trivanðin enn meira í býar­ partinum, har børn og ung kunnu møtast undir tryggum og mennandi karmum. Hoyvíkshøllin verður útbygd