Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25 8 Sosialurin Undan nýggjárshaldinum seinast var eitt ávíst orða­ skifti í bygdini um, hvussu hetta skuldi fara fram og nær tað skuldi haldast. Eitt úrslit av hesum orða­ skiftinum var hugskotið at skipa eina beinleiðis nýggj­ árs nevnd at taka sær av hesum. Og henda nevndin verður nú veruleiki. Fríggjakvøldið 11. mars verður nevniliga boðið til fundar í Sumbiar skúla, har ein slík nýggjársnevnd skal skipast. Sagt verður, at seinastu árini hava somu persónar skipað fyri nýggjársbáli og kyndlagongu í bygdini, men at ein nú ynskir at fleiri hend­ ur verða um hetta tiltakið. – Soleiðis kann nýggjárs­ haldið gerast bæði størri og betri, skrivar Sumbiar komm­ una á heimasíðu sínari. Ætlanin er at fáa eina siðvenju í lag, sum kann mið­ savna bygdarfólki til bæði nýggjársbálið og kyndla­ gonguna. snorri@sosialurin.fo Snorri Brend Ferðavinnufelagið hevur lagt fram tøl, sum vísa at ferðavinnan gevur út ímóti 800 mió krónum til føroyska búskapin um árið. – Hetta eru ikki hissini tøl, sum eiga at geva øllum ­ og serliga okkara politikkarum ­ nakað at hugsa um, sigur hann. – Tað er tí uppá hægstu tíð, at okkara politikkarar byrja at raðfesta ferðavinnuna hægri enn teir gera, sigur Fríð tór Debes. Ein veruleiki er, at ferða­ vinnan er skjótast veksandi vinnan í heiminum í dag. Og tað er einki mark fyri, hvussu nógv hon kann veksa og kasta av sær runt land okkara. Her er tað bert hugflogið, ið setir mark. – Føroyar eru ein sera spenn andi marknaður fyri eina ørgrynnu av ferðafólki, tí tey eru troytt av stórbýar lívi og tí, ið tað ber við sær. – Tey leingjast til tað forkunnuga, og her kann okkara deiliga land rætti­ liga koma í fokus, sigur Fríð tór sam bært Sand oyar­ portalinum. Og hann leggur aftrat: – Hugsa vit okkum, at vit øll, ið eru í hesi virkisgrein, gera meira fyri, at hon skal veksa, so skuldi einki verið í vegin fyri, at hon til dømis vaks við 10% fyrsta árið, ­ og tá tosa vit í pengum um einar 80 mill. kr. árliga í vøkstri. Ferðavinnan má raðfestast hægri Gott nýggjár í Sumba – Tíðin har útlendsku krabbagággurnar gingu runt geilarnar og einki lótu eftir seg er ein gomul táta og hevur einki við veruleikan at gera, sigur Fríðtór Debes, leiðari á Sandoyar Kunningarstovu. – Tær skulu so sanniliga verða vælkomnar til Føroyar. Leygar dag in 26. mars verður skip að fyri ein u m hjúna bands ­ degi í Hoy víkar kirkju­ Til takið vend ir sær til øll hjún í øk inum. Tað eru prestarnir í Suð ur­ streymoy sum hava tikið stig til henda dagin, sum verður fyri skip aður við fyri lestrum og orða skifti. Til tiltakið hev ur tað eydn ast teim um at fáa fatur á havn ar manninum Fróða Mad sen, cand. ped. psyk., og sum býr í Danmark. Hann skal halda tríggjar fyri lestrar um hjúna band­ ið gene relt, hjúna bandið í kristi lig um høpi og um sam ­ skiftið og kenslur í hjúna­ band inum. Hjúna bands dag urin byrj­ ar klokkan 9:30 og heldur fram til út á seinnapartin. Fyri at lætta um hjá fólki verð ur eisini skipað fyri til­ tøk um fyri børnini, með­ an tey vaksnu eru til fyri­ lestrarnar. Tiltakið er ókeyp is. snorri@sosialurin.fo Ein dagur fyri hjúnini Oyggja blað úr Oyndar­ firði Mikudagin verður Oyggjablaðið aftur í Sosialinum. Hesaferð verður fokus sett á Oyndar fjørð. Lesið í komandi Oyggjablaði: Eivind (83) hevur handlað í 69 ár Maria úr Gøtu arbeiðir fisk Sigmund gleðir seg til nýggju urguna Borghild úr Havn finnur friðin Niels Jacob trívist í kuldanum – Ferðavinnan kann mennast enn meiri, men so mugu politikkararnir vakna, sigur Fríðtór Debes, leiðari á Sandoyar Kunningarstovu Mynd: Jens Kristian Vang