mánadagur 28. februar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25
Sosialurin
Randi Jacobsen
Hóast hon bara er 25 ára gom
ul hevur Marjun Guttesen
úr Havn longu havt nógvan
mótgang.
Men hon hevur eisini
vunn ið ein sigur. Í januar
kom Føroya rættur til ta nið
ur støðu, at barnaverndin
bar seg skeivt at, tá ið lítla
dóttirin varð tikin frá henni.
Sjálv er Marjun Guttesen
ikki i iva um, hví tað fyri
fimm árum byrjaði at ganga
galið hjá henni: Hon var upp
á vegin, misti hon fostrið, og
tað tók hart upp á hana.
Hon var als ikki komin fyri
seg, tá ið hon nakrar mán aðir
seinni bleiv upp á veg in. Alla
tíðina, meðan hon gekk við
barninum, var hon ræðslu
sligin fyri at missa barnið.
Hetta hendi tó ikki, og hon
fekk ein væl skaptan drong.
– Men triðja dagin fekk
eg eina føðidepressión, og
tað var heilt vist orsakað av
missinum fyrru ferð, sigur
Marjun Guttesen.
Hon var ikki væl fyri, tá
ið hon fór heim av sjúkra
húsinum, men hon heldur, at
tað gekk væl at taka sær av
barninum.
Tað hava tey ikki verið
líka sannførd um á sjúkra
húsinum, sum hevði sent
barna verndini
eitt
skriv,
utt an at foreldrini vistu av
hes um. Barnaverndin setti
seg í samband við foreldrini
og valdi at hjálpa familjuni
figgjarliga og at seta inn
meira vegleiðing frá Gigni
tað fyrsta árið.
La t sonin frá sær
Tey ungu foreldrini og barnið
fóru á familjudeildina á
barna heiminum í Havn.
– Hetta var nakað, sum
vit sjálv valdu fyri at fáa
eina nýggja byrjan. Eg var
ovurfegin og væntaði, at
tá fór at ganga betur, men
ólukkutíð var hetta, beint
sum deildin skuldi lata aftur.
Myndugleikar og tíðindafólk
komu rennandi, og starvsfólk
grótu. Vit vóru har eitt hálvt
ár, og tað var ein ræðulig tíð,
sigur Marjun.
Stutt áðrenn uppihaldið á
familjudeildini var úti, brast
bumban.
Í
niðurstøðuni
av uppi hald in um stóð, at
Marjun hevði skerdar før leik
ar til at vera mamma. Skrivið
segði einki um, hvat hon
kundi gera betur, og tí var
hetta sum at fáa ein vátan
vøtt. Marjun og pápin at
barninum høvdu ikki felags
foreldramyndugleika.
– Tá ið vit fóru frá hvørjum
øðum, helt eg tað vera best at
sonurin flutti við pápa sínum
til Klaksvíkar, tí at eg var
bangin fyri, at hann kundi
vera tikin frá mær.
Hon flutti til Havnar, og
tann tíðin var ein sera trupul
tið at fáa alt at ganga upp.
Hon saknaði sonin og at fáa
ein gerandisdag at koyra var
ein kampur.
Ein vinkona hjá Marjuni
bjóðaði henni at koma niður
til Danmarkar at vera har
eina tíð, í vónini um at koma
fyri seg og hon tók av.
Ikki sálarsjúk
– Tá ið eg kom niður til
Dan markar, setti eg meg
í sam band við ein lækna,
sum segði, at eg hevði eina
depressión, sum ikki var
rætt handfarin, tí eg hevði
ikki fing ið røttu við gerð
ina. Harfrá var tilmælt mær
samrøður frá økispsykiatrini,
og har var tilknyttur ein
lækni sum segði mær , at eg
als ikki var sálar liga sjúk,
men sálar liga illa við farin,
ugg ar Marjun seg við.
Hon gjørdist aftur upp
á vegin, og av tí at hon var
einsa møll og ikki fann nakra
íbúð, endaði tað við, at hon
fór aftur til Føroya.
Barnaverndin setti seg
aft ur í samband við hana,
og hon fekk boð um, at við
víkj andi niðurstøðuni frá
familju deildini, mettu tey,
at hennara foreldraførleiki
skuldi kannast.
– Eg fekk at vita, at um
úrslitið ikki var gott, kundi
barnið verða tikið frá mær.
Tað var ikki stuttligt at fáa
at vita. Eg var næstan komin
til at eiga og fór fullkomiliga
i sjokk.
Hon var tá blivin væl við
ein ungan mann, sum hjálpti
henni við at flyta inn í íbúð
í Klaks vík, og íbúð in skuldi
vera klár, tá ið hon hevði
átt. Hon vildi til Klaks víkar,
soleiðis at børnini kundu
síggja hvørt annað, sam
stundis sum hon fekk betri
møgu leikar at vera um son
in.
Aftur á familjudeildina
Marjun átti nakrar dagar ov
tíðliga, og meðan hon lá á
Landssjúkrahúsinum, kom
eitt umboð fyri kommununa
at vitja, og hon varð biðin um
at skriva undir, at hon aftur
skuldi á familjudeildina.
– Hann segði, at um eg
ikki skrivaði undir, kundi
eg vænta, at dótturin fór at
verða tikin frá mær. Dagin
eftir skrivaði eg undir, tí eg
helt tað vera best at sam
starva.
– Eg helt tað ganga væl,
sjálvt um gentan hevði krím
og tí ikki tók so nógv uppá.
Ein dag kom ein vinkona
at vitja, og tær báðar ætlaðu
sær at fara ein túr við hvør
sínum vogni. Men nei, Marjun
kundi ikki sleppa út sjálv og
fekk onga grundgeving, hví
so var.
Marjun klagaði til sosialu
deild, og úrslitið var, at hon
slapp út sjálv við vogninum.
Hon upplivdi tað mangan
sum, at hon var mett at vera
minni ment.
Varð eygleidd
Marjun, dótturin og vinmað
urin fóru til Klaksvíkar, og tá
fór gentan at taka væl uppá.
Um dagin kom heilsu
syst irin at vitja, og sambært
heilsusystrini var sambandið
gott millum mammu og barn.
Hetta var beint tað øvugta av
tí, sum aðrir sosialir mynd
ugleikar søgdu.
– Tað var einki at siga til,
at metingarnar av mær vóru
soleiðis, tí eg var undir trýsti
alla tíðina, sigur Marjun.
Eitt vikuskifti skuldi unga
familjan eisini eygleiðast um
náttina. Marjun fekk boð um
at seta vekjaran til klokkan
hálvgum trý. Ta fyrstu nátt
ina komu fólk, men tær báð
ar næstu næturnar hevði
hon ikki hoyrt tey banka á
dyrnar. Hetta varð lagt út
sum, at hon hevði forðað
mynd ugleikunum í at koma
inn. Eingin ringdi.
Mánamorgun hevði hon
dóttrina í bað, meðan heilsu
systirin var hjá henni. Heilsu
systirin skuldi koma aftur
seinnapartin, men kom ikki.
Gentan tikin
Í staðin kom umboð fyri
barna verndina í Havn og
fost ur foreldraskipanina,
og Marj un fekk at vita, at
gentan sama kvøld skuldi til
eina familju í aðrari bygd til
fostur.
– Eg fór fullkomiliga í
koma og noktaði. Eg ringdi til
politiið, sum einki fekk gjørt.
Men tá ið eg hevði hugsað
meg um, valdi eg aftur at
sam starva, so eg pakkaði
neyð ug astu klæðini í eina
tasku.
Marjun og vinmaðurin
sluppu sjálv at koyra barnið
til fosturforeldrini. Hin bilur
in fylgdi aftaná.
Marjun hevur einki ilt at
bera
forsturforeldrunum.
Tey eru av fittastu fólkum,
og hon hugsaði bein an vegin,
at hvussu víkti og vendi, fóru
tey altíð at vera ein partur
av lívinum hjá dóttrini. Tí
bað hon fostur mamm una til
gummu hjá dóttrini.
Økt samvera
Høvuðsbarnaverndin, sum
annars staðfesti avgerðina
hjá barnaverndini í Havn um
at taka barnið frá Marjuni,
víðkaði eisini tímatalið fyri,
hvussu nógvar tímar hon
kundi vitja gentuna.
Tá ið so barnaverndin í
Klaksvík yvirtók málið, var
tímatalið enn eina ferð økt.
Nakrar dagar eftir at gent
an varð tikin frá henni, vendi
Marjun sær til rættarhjálpina
og síðan til ein advokat.
Tá ið hon hevði mist
gent una, slapp hon heldur
ikki longur at hava sonin.
Hon slapp heldur ikki at
halda jól seinast saman við
hon um, hóast hetta var av
talað for eldranna millum
frammanundan.
Gentan varð doypt 8.
januar í ár, og 10. januar var
málið fyri í rættinum. 29.
januar fall dómurin, sum
segði, at barnaverndin var
farin í so langt við at taka
barnið frá Marjuni.
Marjun hevur gjørt av
talu við myndugleikarnar,
at um fýra mánaðir skal hon
sleppa oftari at vitja dóttr
ina, og tímatalið verður økt
eina ferð aftrat fýra mánaðir
seinni. Um eitt ár skal hon fáa
dóttrina aftur. Samstundis
skulu tey seta inn við øllum,
sum kann fáa Marjuna aft
ur á føtur og megna sín for
eldraførleika.
Vit mugu loftast
Marjun hevur ongantíð sett
seg upp ímóti at fáa stuðul,
og hon hevur heldur ikki
verið afturhaldandi við at
biða um hjálp og viðgerð, tí
hon hevur mangan verið illa
fyri. Men heldur enn at taka
barnið frá henni, áttu tey at
givið henni meira vegleiðing
og eisini givið henni neyðugu
hjálpina frá sálarfrøðingi,
heldur hon. Marjun er sera
hørm um, at einki tilboð er í
Føroyum, har móðir og barn
kunnu vera saman hjá einari
fosturfamilju, soleiðis at tað
ber til at rætta upp tað, sum
haltar við at vera foreldur.
Tað eru ikki allar familjur,
sum hava eitt bakland at
heita á, og um hettar ikki
kann broytast, so eru tað
nógv ar familjur i Føroyum,
sum vera spjaddar, og tað
kann eisini gera tað, at eingin
hættar sær at leita sær hjálp.
Somu leiðis kundu nógvar
skatta krónur verið spardar,
ti at tað er eingin ivi um at
fosturforeldur sjálvsagt fáa
løn fyri teirra arbeiði.
– Eg eri góð við míni børn
og vil teimum tað allar besta.
Tað er eingin skomm at
siga, at einum tørvar hjálp
frá sál ar frøðingi, ei held
ur er skomm at hava føði
depressión.
Vit mugu loftast, tá ið tað
ikki gongur væl. Eg hevði ikki
torað at fingið fleiri børn, tí
hvat nú um myndugleikarnir
eisini koma eftir teimum?
spyr Marjun.
Ungar mammur mugu loftast
Marjun Guttesen hevur í Føroya rætti fingið staðfest, at barnaverndin av órøttum tók barnið frá
henni. Nú sær hon fram til at fáa barnið aftur, og hon ætlar eisini at læra til køksassistent
– Eg havi ongantíð sett meg upp ímóti at
fáa stuðul, sigur Marjun Guttesen
Mynd: Álvur Haraldsen
Eg eri góð við míni børn og vil
teimum tað allar besta. Tað er eingin
skomm at siga, at einum tørvar hjálp
frá sál ar frøðingi, ei held ur er skomm
at hava føði depressión