Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tá nýggja og stóra fiski­ vinnusamtakið keypti seks skip og fýra fiskavirkir, vóru fólk fegin í teimum bygdum, har hesi virki liggja. Á sínum heimasíðum ynsktu kommunur nýggja samtakinum tillukku og góða eydnu eins og fólk, sum hava starvast á hesum virkjum, gingu við einum smíli. Hjá vágbingum vardi gleð­ in ikki leingi, tí skjótt frættist, at eitt alifelag í Suðuroy skal yvirtaka stóra fiskavirkið frá samtakinum og brúka tað til kryvjivirki. Kryvjivirki er í Vági, men nú fær felagið nógv betri og rúmligari umstøður. Vestmanna? Seinastu dagarnar hevur ligið í kortunum, at virkini í Runavík og á Toftum lata uppaftur heilt skjótt. Poul Hansen, nevndar for­ maður, hevur eisini váttað, at virksemi á hesum báðum virkjum kemur í gongd aftur rættiliga skjótt. Hinvegin hoyrist lítið ítøkiligt um, hvussu verð ur við fiskavirkinum í Vest­ manna, og heilt óhugsandi er ikki, at tað endar sum virkið í Vági, har aðrir taka yvir. Sosialurin hevur tosað við Poul Hansen, og vit hava eisini tosað við vinnulívsfólk í Vestmanna, men í løtuni ber ikki til at fáa nakað ítøkiligt at vita um, hvussu verður við fiskavirkinum í bygdini. Spurningurin er, um tað verður samtakið, sum nú er skipað, ið letur virkið upp­ aftur, ella um tað møguliga verður onkur annar. Sum skilst, hevur fiska­ virkið í Vestmanna annars verið eitt av teimum, sum hevur havt líkinda rakstrar­ úrslit. Sterkt vinnulív Í Vestmanna er annars stór skipavinna og sterkt vinnu­ lív. Fleiri skip eru heima­ hoyrandi í bygdini, og har eru dugnaligir vinnulívsmenn. Tá tú tosar við onkran teirra, siga teir seg eisini hava skilt, at fiskavirkið í Vest­ manna ikki liggur fremst hjá nýggja samtakinum. Spurdir, um hugsandi er, at vinnulívið í Vestmanna yvirtekur fiskavirkið, eins og alifelagið í Vági ger, siga vinnulívsfólk, at ov tíðliga er at siga nakað um tað enn. – Enn veit eingin við vissu, hvat nýggja samtakið ætlar við virkinum í Vestmanna, men eftir tí, ið sagt hevur verið, bendir lítið á, at okkara virkið liggur so frammarlaga í røðini, siga vinnulívsfólk í Vestmanna. vilmund@sosialurin.fo Óvissa er um virkið í Vestmanna ÓVISSA Tá tú tosar við fólk aftanfyri stóra fiskivinnusamtakið, sum nú er skipið, bendir nógv á, at tey fyrstu virkini, sum lata upp, verða fiskavirkini í Runavík og á Toftum Polarhav og Stjørnan góðan túr GÓÐ VEIÐA Polarhav og Stjørnan hava gjørt ein góðan upsatúr. Eftir at hava fiskað í minni enn eina viku, landaðu skipini sløk 400.000 pund av góðum upsa á landingarmiðstøðini Kongshavn Vilmund Jacobsen Seinasta fríggjadag vóru ís­ fiskatrolararnir, Polarhav og Stjørnan, inni við sløk­ um 400.000 pundum. Land­ ingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landaði skipini, og har siga tey, at veiðan var stórur og góður upsi, meginparturin 1, 2 og 3’arar. – Aktiva royndin hjá Polar­ havi og Stjørnuni hendan túrin var mini enn ein vika, og tá er talan um góða veiði, siga tey á Kongshavn. Seinasta hósdag var garna skipið Oknin inni við uml eið 14.000 pundum av hav tasku. Enn eru eingi av teimum seks skipunum, sum nýggja samtakið hevur keypt, komin aftur av túri. Skipini eru á fyrstu túrun­ um, og óvist er, nær tey fyrstu skipini koma inn aftur at landa. Sum skilst, lá Heykur, sum partrolar saman við Falki, við bryggju nakrar tímar seinasta fríggjadag, tí okkurt ikki riggaði, sum tað skuldi. Óvist er eisini, hvar skip­ ini fara landa, nú skip og landingarmiðstøð ikki longur eru undir sama ”hatti”. vilmund@sosialurin.fo Polarhav og Stjørnan fingu á seinasta túri nógvan, stóran og góðan upsa Mynd: Vilmund Jacobsen