mánadagur 28. februar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25
Sosialurin
25-30 fólk
í óvissu
ÓVISSA Enn vita tey umleið 25-30 fólkini,
sum starvast á landingarmiðstøðini
Kongshavn, ikki, hvør teirra lagna verður.
Hóast tey ikki eru søgd úr
starvi, liggur teirra lagna á
arbeiðsmarknaðinum kort
ini í óvissu.
Landingarmiðstøðin
Kongs havn var ikki við í
keyp inum, tá nýggja sam
takið keypti fýra fiskavirki
og seks skip.
Nú tey seks skipini, sum
áður vóru partur av Faroe
Seafoodsamtakinum, eru
farin útaftur men undir
nýggjum eigarum vita
tey á landingarmiðstøðini
Kongs havn ikki, hvar skip
ini fara at landa.
– Nei, vit hava einki
hoyrt um, hvussu verður,
men vóna sjálvsagt, at
skip ini eins og áður koma
at landa her hjá okkum.
Á Kongshavn, har eini
2530 fólk plagdu at ar
beiða, tá ið mest var at
gera, eru tey hørm um, at
arbeiðspláss teirra liggur í
slíkari óvissu.
– Vit vita einki við vissu,
men hava tó skilt, at ein av
gerð fer at fella skjótt, siga
tey.
Landingarmiðstøðin
Kongs havn, sum man vera
hin størsta í Føroyum í
nøgd, hevur ikki verið in
sol vent, men hevur verið
rik in við einum lítlum av
lopi á hvørj um ári.
Tá umstøðurnar eru, so
leiðis sum tær eru í løtuni,
eru nógvar gitingar um,
hvør fer at keypa.
Eingin vissa fæst tó
fyri nøkrum, fyrr enn ein
møgu lig søla er farin fram.
Spurningurin er, um
sam takið, sum keypti fýra
virkir og seks skip, eisini
hevur hug at ognað sær
land ingarmiðstøðina – ella,
um tað verður onkur heilt
annar, sum keypir.
Tað fer so tíðin at vísa.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Partrolaraparið
í
Hvalba,
Hamranes og Breiðanes, hava
longu gjørt fleiri túrar, síðan
verkbannið var av. Skipini
landaðu í Hvalba seinasta
mikudag, og væntandi koma
tey innaftur miðskeiðis í hesi
vikuni. Á seinasta túri høvdu
tey 220.000 pund av góðum
upsa tilsamans. Túrarnir hjá
Hamranesi og Breiðanesi eru
ikki langir, og soleiðis hava
skipini eisini betri møgu
leikar at sigla til lands við
góð um fiski.
Í Hvalba siga tey, at ups
in, sum skipini hava fing
ið í seinastuni, hevur verið
rættiliga góður, megin part
urin er 1,2 og 3’arar.
Men tað eru ikki bara
Hamranes og Breiðanes, sum
landa í Hvalba.
Djúpvatnstrolararnir,
Stein tór og Niels Pauli, eru
eisini farnir at partrola eftir
upsa, og sum skilst, hevur
hetta riggað væl hjá teimum.
Í Hvalba siga tey, at Stein
tór og Niels Pauli koma inn
at landa mikudagin.
Rættiliga
nógv
fiska
ar beiði er á TG Seafood í
Hvalba, og er tað soleiðis, at
tey klára at arbeiða alt undan,
sum skipini í Hvalba leggja
upp, verður fiskur keyptur úr
Vági, har landingarmiðstøðin
aftur er komin upp at koyra.
– Jú, her er rættiliga nógv
fiskaarbeiði hvønn einasta
yrkadag, sigur Ólavur Bjark
hamar, sum er stjóri á TG
Seafood.
vilmund@sosialurin.fo
Gongur væl hjá trolarum í Hvalba
HVALBA Tað hevur gingið væl hjá trolarunum í Hvalba at fiska, síðan tað lpysnaði
millum manningarfeløg og reiðarar, og skipinifóru aftur til fiskiskap
Teir, sum manna Hamranes og Breiðanes, eru rættiliga
óførir at fiska – og teljast millum teir allar fremstu
Óvist er, hvussu verður við fiskavirkinum í Vestmanna, nú alt bendir á, at
fiskavirkini í Runavík og á Toftum verða tey fyrstu, sum lata uppaftur
Mynd: Jens Kristian Vang
Enn veit eingin við vissu,
hvat nýggja samtakið ætlar
við virkinum í Vestmanna