Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25 12 Sosialurin Áki Bertholdsen – Í 2030 skal tað verða koyr­ andi úr Streymoynni í Sand­ oynna og Suðuroynna. – Tað er eitt mál, vit eiga at tora at seta okkum sjálvum, sigur Jørgen Niclasen, for­ maður Fólkafloksins. Á kvøldsetu hjá Fólka­ flokk inum í Suðuroy her­ fyri luftaði hann sínar vi sjón ir fyri framtíðar sam­ ferðslukervinum í Føroyum. Og hann avdúkaði, at hann hevði stór mál. Hann er sannførdur um, at vit eiga at seta okk­ um sum mál at fara undir undirsjóvartunnil úr Streym­ oy í Sandoy sum allarskjótast, og síðani eiga vit at fara undir ein undirsjóvartunnil afturat úr Sandoy í Suðuroy. – Eg haldi, at tað skal vera okkara mál, at í 2030 skulu allar Føroyar verða bundnar saman, sigur Jørgen Niclasen. Í hesum sambandi hugsar hann sjálvandi ikki um at knýta meginoyggjarnar sam an, tí hann hugsar ikki um fast samband í út oyggj­ arnar. Men longu um 19 ár skal tað vera koyrandi av Viðareiði til Bíggjar og heilt til Sumbiar. Spara tvær milliardir Jørgen Niclasen sigur, at hetta er ikki nakað, vit eiga at seta í verk, bara fyri at gera tað lættari at búgva kring landið – Hetta er nakað, vit heilt einfalt skulu gera, tí tað loysir seg fíggjarliga fyri sam felagið, sigur formaður Fólkafloksins. Hann staðfestir, at strand­ ferðsluskipini Smyril og Teistin kosta landinum 120 milliónir í rakstri um árið, men so er sjálvandi nakað av inntøkum. Men taka við eitt tíðar­ skeið upp á 30 ár, er talan um eina útreiðslu upp á 3,6 milliardir, sum tað almenna spýtir í ruturnar ímillum Streymoy og Sandoy og ímill­ um Streymoy og Suðuroy. Men um 30 ár eru Smyril og Teistin uppslitin, so tá verður harafturat neyðugt við nýggjum skipum og tá fara tey at kosta eina milliard tilsamans. – Gera vit ongar tunlar, skulu vit sostatt brúka 4,6 milliardir í nútíðarkrónum í rakstrarútreiðslum til ferða­ sambandið til Sandoy og Suðuroy. – Hinvegin vísa metingar, at fast samband ímillum Streym oy og Sandoy og víð­ ari til Suðuroyar, kostar 2,6 milliardir. – Tí er fast samband ein íløga, sum avgjørt loysir seg fíggjarliga, sigur Jørgen Niclasen. Í hesum føri spara vit tvær milliardir, leggur hann aft urat. Men hann vísir sam stund­ is á, at tað loysir seg eisini av øðrum orsøkum. – Áðrenn vit fingu undir­ sjóvar tunlarnar, var Sunda­ lagið tað stóra vakstrarøkið í landinum, afturat Havnini. Men nú er tað Vágar og tað er bara tí at vit fingu undir­ sjóvartunnil. Formaður Fólkafloksins ivast sostatt ikki í, at tað, sum tryggjar menning í ein­ um øki, er fast samband og tí eiga vit ikki at helma í á hesum øki. aki@sosialurin.fo Koyra úr Streymoy til Suðuroyar í 2030 Skulu altíð gera tunlar Skulu vit gjalda allar tunlarnar í kassa eitt, verður leingi áðrenn vit klára at byggja samfelagið út. Tað helt Jacob Vestergaard, landsstýris maður í fiskivinnumálum, á kvøldsetu hjá Fólkaflokkinum herfyri. Hann heldur, at tunlar eiga altíð at vera ein partur av raðfestingum á fíggjarlógini Hann vísti á, at fyrr hevði Landsverk eitt tunnils­ toymið, sum at kalla altíð var í holt við ein tunnil. Samstundis vórðu størri tunlar bjóðaðir út, men undirstjóvartunlarnir verða goldnir yvir raksturin í eitt ávíst áramál. – Eg haldi, at vit eiga at gera eina skipan, har tunlar verða goldnir yvir raksturin í einum áramáli, tí skulu vit gjalda allar íløgur í einum, so hvørt vit byggja út, gongur alt ov long tíð, áðrenn vit klára at byggja landið út. Hann heldur, at serliga síðani Føroyar vórðu eitt valdømi, hevur tað verið torført at raðfesta tunnils­ gerðir kring landið. 230 milliónir Í dag rinda tey, sum koyra bil, rinda í dag einar 230 milli ónir krónur til undir støðu kervið í land inum, altso til vegir, tunlar og brýr. Hetta er tað, sum bileigarar rinda lands kassanum í vegskatti og øðrum avgjøldum. Hinvegin brúka vit bara 17 milliónir til at røkja hetta sama undirstøðukervið og til ábøtur og vit brúka góðar 40 milliónir til nýgerð. Annika Olsen, lands stýris kvinna í inn lendis mál um heldur, at sostatt rinda bileig arar ríki­ ligt í lands kassan fyri at koyra bil. Tí vil hon ikki hoyra talan um at finna aðrar skipanir sum føra við sær, at gjaldið verður enn hægri, eitt nú við samhaldsføstum skipanum at ymsum slagi og fleiri bummg jøldum. ­ Sum støðan er nú, rinda bileigarar einar 170 milliónir meiri í landskassan, enn landið brúkar aftur upp á undir­ støðukervið til ábøtur, røkt og nýgerð og tað mugu vit klára at húsast fyri, heldur Jøregen Niclasen. Hann sigur, at tí fer tað at vera eitt krav frá Fólkaflokkinum, at størri partur av íløgukarminum skal brúkast til vegir og tunlar kring um í landinum. Stór Sparing Gera vit fast samband ímillum Streymoy og Sandoy og víðari til Suðuroy, sparir tað lands­ kassanum tvær milliardir í rakstrarútreiðslum hesi næstu 30 árini, sigur Fólkaflokkurin FErÐaSaMBanD Vit skulu tora at seta okkum stór mál við samferðsluni í Føroyum, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen Tey, sum koyra bil, rinda ríkil­ igt í lands­ kassan Tað loysir seg fyri samfelagið at gera undirsjóvartunnil til Sands og Suðuroy