mánadagur 28. februar 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25
Sosialurin
Andrea er ættað av Eiði,
dótt ur Guðrun og Jóanes á
Forðunum.Trý systkin átti
hon, Katriin, Hanus og Ann
finn.Síðstnevndi fórst i van
lukku í bestu árum. Ið var
ein dyggur smeitur fyri alla
familjuna.
Eftir at hava gingið í
barna skúlanum á Eiði, t.e.
í 1961, fór Andrea til Fugla
fjarðar at ganga í fram halds
skúla, ið tá varð kallaður
preli minerskúli.
Hon
átti
tvær fastrar í Fuglafirði,
Kristi annu og Mathildu
Han sen,
umframt
abban
Andreas Hammer, ið búði hjá
Mathildu og Andrew.Andrea
kom at búgva hjá Kristionnu
og Hans Davidi, tey árini
hon var í Fuglafirði, og varð
sum eitt av systkjunum har
í húsinum.
Væl gekst við skúlagongd
ini, og hon fall væl til í
Fugla firði. Hennara lætta
og sjar mer andi lyndi gjørdi,
at hon eftir stuttari tíð kom
at kenna nógv fólk í bygd ini.
Í 1964 tók hon preli miner
prógv.
Hon arbeiddi í mong ár á
handils – og frystivirkinum
í Fuglafirði. Hon var røsk og
dugnalig – eitt álitisfólk, ið
var nógv avhildin av sínum
starvsfeløgum.
Nakað væl seinni tók
Andrea ta avgerð, at hon
skuldi fáa sær eina út búgv
ing.Í 1986 fór hon á HF
skeiði við Gøtugjógv, og í
1988 varð hon liðug við ta út
búgvingina. Stutt eftir tað,
fór hon á sjúkrasystraskúlan
í Havn og tók prógv í 1992.
Starv fekk hon á Sjúkra
húsinum í Klaksvík, og har
hevur hon starvast síðani.
Hon hevur verið sera væl
nøgd við arbeiðið í Klaksvík,
og hon hevur bert rósandi
orð at siga um tey, ið har
starvast.
Í 1984 stillaði Andrea upp
til býgdaráðsval í Fuglafirði
og varð hon vald. Hennara
nærlagni og dugnaskapur,
saman við góðu evnunum at
duga at samstarva, gjørdi, at
hon fekk væl av skafti. Hon
varð afturvald og sat tríggjar
setur, t.e. 12 ár í býráðnum.
Andrea hevði áhuga fyri
øllum samfelagsmálum. Eiit
av málunum, hon brendi
fyri, var gerð av barnagarði í
Fuglafirði. So løgið tað ljóðar,
vóru tað sterkar kreftir í
bygdini og landspolitikkarar,
ið arbeiddu móti nevndu
ætlanin, og ikki altíð varð
farið fram við mýkindum.
Langt um leingi eydnaðist tað
at fáa barnagarðin bygdan.
Andreusa partur lá ikki eftir.
Allir fuglfirðingar mugu í
dag ásanna, at avgerðin um
byggingina var røtt, bygdin
ella býurin , kann ikki verða
barnagarðin fyri uttan.
Andrea giftist við Teodor
Lervik úr Leirvík, sonur Janu
og Edmund Lervik. Tey fingu
sonin Boga, ið saman við
konu síni Dianu og dóttrini
Guðrun búgva á Kambsdali.
Andrea var og er familju
kær. Sum yngri vitjaði hon
nógv
heimbygdina
Eiði,
hon helt nógv av sínum
for eldrum og allari sínari
familju har norðuri.
Hóast 65 ár, so sæst eing
in aldur á Andreu. Hon
er framvegis løtt av lyndi,
arbeiðssom, fylgir væl við
øllum tí, ið hendir í okkara
samfelag, og er altíð til reiðar
at skifta orð um dagsins
mál.
Vit eru mong, sum við
hesum fáu orðum ynskja tær
Andreu hjartaliga til lukku
við teimum 65 árunum og
vóna at tú fært mong góð og
rík ár aftrat.
Skyldfólk og vinfólk
Nøvn
Andrea Lervik í Fuglafirði 65 ár
Kjak
Bogi Andreasen
varaborgarstjóri
Tjóðveldi
Tórshavnar býráð hevur í
íløguætlanini fyri í ár sett
hálvaaðru millión krónur av,
so gongd kemur á arbeiðið
at gera spælistað í Reinsa
ríinum. Hetta kemur at geva
livandi tónleikinum nýggjar
karmar og møguleikar
Eitt mál, ið hevur verið
ávegis síðstu árini, fer nú í
gongd. Tórshavnar býráð
hevur í íløguætlanini fyri
2011 sett hálvaaðru millión
krónur av til nýtt spæli stað
á Reinsaríinum, og á býráðs
fundi
hóskvøldið
vórðu
játtaðar 450.000 krónur til
sáttmála um prosjektering,
eftirlit og byggileiðslu.
Hetta er bara fyrsta stigið
av trimum, og tað næsta
stóra stigið í hesum arbeiði
verður at bjóða arbeiðið út
í høvuðsarbeiðstøku, so nú
er henda spennandi verk
ætlan av álvara farin av
bakkastokki. Vit síggja fram
ímóti at fáa eitt gott spæli
stað, ið skal vera karmur um
livandi tónleik, samstundis
sum tað verður náttúrligur
partur av mentanarliga um
hvørvinum í Tórsgøtu.
Arbeitt
verður
eftir
einum uppskoti frá Ma
jfinni Norðoy, arkitekti, og
sær henda ætlan veru liga
áhugaverd út. Ein náttúr
ligur partur av allari til
gongdini verður, at vit sjálv
andi fara at samskifta við
tónleikarar og onnur, so vit
kunnu fáa sum mest burtur
úr hølunum.
Talan er um ein søguligan
bygning, sum tí er rættiliga
áhugaverdur at fáa blást
nýtt lív í. Hetta er eitt av
gomlu
pakkhúsunum
í
søguligu Havnini, men við
ætlanini at brúka tað sum
spælistað, fáa vit vónandi
blást nýtt lív í, so her kann
verða skrivað nýggj søga í
komandi tíðum.
Ítøkiliga er ætlanin at
innrætta niðastu hæddina
til
spælistað
í
hesum
árinum, og eingin ivi er um,
at hetta spælistað kann
fremst av øllum gerast eitt
stað, ið veruliga kann fáa
tónleikin at blóma. Tí er
talan um eina støðu, har
allir partar gerast vinnarar.
Nú kemur spælistaðið
Ingeborg Vinther
forkvinna
Føroya Arbeiðarafelag
Kanst tú greiða føroysku
fakfeløgunum frá, hvussu
tað fer at bera til at halda
tær skyldur, sum álagdar eru
í
arbeiðsumhvørvislógini,
nú 4½ starv verða niðurløgd
har ímillum 2 týðandi verk
frøðingastørv, sum hava røkt
nakrar av teimum tyngstu
uppgávurnar á stovninum
Í útvarpinum er løgmaður
endurgivin fyri at siga at
tær sparingar, sum Jóhan
Dahl hevur sett í verk innan
arbeiðsumhvørvisøkið
eru
gjørdar á lógligan og full
góðan hátt.
Hesi úttalilsi eru rættuliga
einkisigandi, tí tað sum er
avgerandi fyri bæði vinnuna
og vanliga løntakaran er,
um løgmaður kann tryggja
okk um hvussu samanlagdi
stovn urin ítøkjuliga kann
koma at røkja allar lógar
kravdu uppgávurnar, nú kr.
730.000,00 verða skarvaðar av
játtanini til Arbeiðseftirlitið,
umframt
tær
sparingar,
sum seinnu árini longu eru
framdar innan hetta økið.
Í staðin fyri at blá
stempla alt tað, sum lands
stýrisumboðini fremja, so
eigur tað at vera skylda løg
mans alment at greiða før
oysku løntakarunum frá:
• á
hvørjum
grundarlag
hann kann siga, at alt
verð ur gjørt á lógligan og
full góðan hátt.
• um løgmaður kann vissa
okkum um, at samanlagdi
stovnurin kemur at kunna
røkja allar tær uppgávur,
sum lógin áleggur Arbeiðs
eftirlitinum at loysa,
• ítøkjuliga hvussu ætlanin
er at røkja hesar uppgávur
við skerdari játtan og
starvsfólkatali.
Opið bræv til Kaj Leo
Johannesen, løgmann