Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 43 - 2. mars 2002 Nr. 43 - 2. mars 2002 5 FRAMSÝNING Audrey Croc hevur í døg- unum 1.–6. mars eina lista- framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Formað listar- verkini hava tráður, ull, ein søga um bundnar skóleistar og ein ferð til Føroya í mars-apríl 2001. Audrey Croc er frá Frak- landi, er 23 ára gomul og hon gongur á listaskúla í Rennes, Bretagne. Listar- liga arbeiðir hon við tekn- ing, máling, video og sam- ansetingum, ið alt skapar eina heild. Tey verk, hon sýnir fram í Smiðjuni, fara at broytast ígjøgnum framsýningina, tí Audrey arbeiðir við mynd- unum á sjálvari framsýn- ingini. Náttúrutilfar sum jørð, tráður, ull og plantur brúkar hon nógv av, tí henni dámar teirra við- breni. Íblásturin kemur frá at ferðast og síggja øðrvísi landsløg og umhvørvi, og hetta hjálpir henni eisini at skapa listina. Croc hevur funnið nógv sambond millum føroyskt landslag og siðvenju og sín listarliga áhuga. Tá hon var her fyrstu ferð í 2001, hitti hon nógv fólk úr Svínoy, Nólsoy, Gásadali, Koltri, Trøllanesi og Havnini, sum binda, og hetta hevur vakt hennara áhuga fyri binding. Hon var millum annað og vitjaði á Tøting í Gøtu, og har fekk hon upplýsingar um føroysku ullina, og um, hvussu hon skal virkast. Hon búði eisini á eini út- oyggj millum bóndir og seyðamenn, og sigur hon, at hetta var eisini sera kveikjandi. Audrey er nú komin aftur til Føroya, og við sær í kuffertinum hevur hon list- arligt arbeiði, ið er sprottið burturúr hesum uppliving- unum, og framsýningin í Smiðjuni er ein háttur at deila hesar upplivingar við teimum, sum hava verið orsøk til tær. Framsýningin er opin hvønn dag frá klokkan 15 – 20 frá 1. til 6. mars. Til ferniseringina spæla fríggjadagin spæla Kristian Blak, Mikael Blak og Brandur Jacobsen. Teir spæla klokkan 17, og síð- ani aftur sunnudagin klokkan 15. -ib Í dag, 2. mars, verður mars- matiné í Havnar Kirkju. Á skránni er kamartónleikur eftir Mozart og Beethoven. Kvartett í fýra satsum fyri floytu, violin, viola og cello eftir W. A. Mozart og Trio í fimm satsum fyri violin, viola og cello eftir Ludvig van Beethoven. Tónleikar- arnir eru: Katja Volovel- skaja, floyta, Kanny Sam- bleben, violin, Nikos Kap- nas, viola, Jens Christian Guttesen, cello. Matinéin byrjar klokkan 11.30. -ib Í dag kemur onnur fløgan við vælkenda countrytónleikaranu m, Ragnar í Vík, út á marknaðin ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Vónirnar kunnu ikki sigast annað enn at vera góðar, tí 4000 eintøk av fløguni, eru prentað í Týsklandi. Herav eru 2000 gjørt til PR. 800 fløgur verða sendar um all- an heimin, mest í Evropa, men tó eisini til New Zea- land og Avstraliu. Útvarps- støðir kring allan heim fáa fløguna senda, so møgu- leiki verður eisini at hoyra Ragnar um tú so er staddur í Ameriku. Fløgan er innspæld í South Pittsburg, Tennessee, USA í oktober mánaða í fjør. Mike Headrick hevur framleitt fløguna. Tað, sum Ragnar heldur er mest áhugavert við fløg- uni er, at tann kendi steel- guitaristurin, Don Helms, sum hevur spælt fyri Hank Williams, spælir steelguitar eisini á fløguni hjá sær. Don Helms setur ein serlig- an dám á fløguna. Sekstan løg eru á fløguni, og tað eina lagið hevur Ragnar skrivað orðini til, og Jógvan Tróndarson hev- ur gjørt lagið. Fløguverkætlanin er gjørd í samstarvi við Krist- ian Blak (Tutl) og Mike Headrick. Í dag frá klokkan 14–17 er Ragnar í Vík at hitta við Shellstøðina við Streymin, har hann signerar fløguna til teirra, ið hava hug at ogna sær hana. Ein søga um skóleistar - grundarlag undir list Ragnar og Honky Tonk Memories Ragnar í Vík gevur í dag sína næstu fløgu út. Hon eitur Honky Tonk Memories Matiné í Havnar Kirkju Rás Tórshavn heldur fram RÁS TÓRSHAVN Ingrid Bjarnastein –Vónandi verður alt klárt hjá Føroya Tele at yvirtaka í mars mánaða, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri. Føroya Tele hevur nú fingið neyðugu loyvini frá Vinnumálastýrinum, sum skulu til fyri, at teir skulu sleppa at senda sjónvarp. Nú vanta bert at fáa nøkur smáting uppá pláss uttanlands. –Vit helst at gera avtalu við Føroya Tele um at leingja avtaluna, sum vit gjørdu seinasta mánaða, í ein mánaða afturat, greiðir Jan Christiansen frá. – Um hálvan mars skuldi alt so verið uppá pláss hjá Føroya Tele, so teir fáa yvirtikið nakrar av rásunum í endanum av mars. Enn er ikki greitt um Føroya Tele skal yvirtaka allar fimm rásirnar á Rás Tórshavn. Ongin endalig avtala er gjørd enn, men tað liggur í luftinia, at fyrst vera tvær ella tríggjar rásir yvirtiknar, og so seinni verður restin yvirtikin. Men onki av hesum er rættiliga greitt enn, tí alt skal leggjast fram fyri býráðið fyrst. Hetta er bert sam- ráðingarstøðið. Sum er nú, so verður BBC World og Prime á Býráðsins hondum, í øllum førum í eina tíð afturat. Rás Tórshavn heldur fram á Býráðsins hondum í øllum førum mars mánaða afturat RÚSEVNI Stefan í Skorini Ein 27 ára gamal føroy- ingur, sum er skuldsettur í stóra narkomálinum, kom hósdagin fyri í Før- oya Rætti, tí freistin fyri avbyrgingini var úti. Dómarin helt, at grundarlag var fyri at leingja avbyrgingina í tvær vikur, sum ákæru- valdið mælti til. Maðurin tók ikki við avgerðini og hevur kært hana til Eyst- ara Landsrætt. Landsrætturin fekk málið fríggjadagin og skuldi taka støðu so skjótt sum gjørligt. Fekk longda fongsling Framhaldssøgan um nógv umtalaðu Rás Tórshavn heldur fram. Síðst í januar mánaða varð gjørd avtala um, at Rás Tórs- havn skuldi halda fram ein mánaða aftur- at, har Býráðið og Føroya Tele deildu út- reiðslurnar. Henda avtala verður longd til ein mánaða afturat Leygardagin verður Várkonsertin í Lista- skálanum í Havn við bólkinum Aldubár- uni, sum eisini fer at spæla í sambandi við upplatingina av ár- ligu Várframsýning- ini TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Fýra limir í Aldubáruni fara leygarkvøldið at hava for- vitnisliga konsert í Lista- skálanum í Havn. Tá er Várkonsertin á skránni. Tónleikararnir, sum fara at spæla, eru Jóhannes Andreasen, sum spælir klaver, Andrea Heindriks- dóttir á floytu, Ólavur Jakobsen spælir gittar, Sámal Petersen á violin. Teir fara at spæla fimm nýggj føroysk verk á kon- sertini. Verkini eru Chain Dance og Echoes of the Past eftir Sunleif Rasmus- sen, Summartónar og Magma eftir Atla Petersen og CTR, ið Tróndur Boga- son hevur komponerað. Konsertin verður leygar- kvøldið klokkan 19. Árliga Várframsýningin við myndlist letur upp leygar- dagin klokkan 16, og Aldu- báran fer eisini at spæla í sambandi við upplatingina av listaframsýningini. Tá verða brot úr Várkonsertini spæld. Aldubáran í Listaskálanum Sámal Petersen á violin, Ólavur Jakobsen við gittaranum og Andrea Heindriksdóttir við floytu fara leygardagin saman við Jóhannesi Andreasen at hava konsert í Listaskálanum Mynd: Jens Kr. Vang P/F Ítróttarvedding og danska Tipstæn- astan eru at kalla vorðin samd um ein nýggjan fimm ára sáttmála. Eitt punkt skilir tó partarnar, og tí er sáttmálin ikki undirskrivaður enn TIPSPENGAR Stefan í Skorini Líkt er til at føroyingar sleppa at spæla lotto, tippa og keypa danskar skavi- seðlar í fimm ár afturat. Sáttmálin millum P/F Ítróttarvedding, sum hevur einkarætt til slíkt virksemi í Føroyum, og donsku Tips- tænastuna gekk út í gjár, og partarnir hava samráðst seinastu dagarnar. Tipstænastan hevði boð- að frá, at hon ikki vildi gera sáttmálan longri enn eitt ár, áðrenn hon visti, hvat landsstýrið ætlaði á hesum økinum, nú tos hevur verið um eitt umfatandi lands- spæl. Ítróttarvedding vildi ikki boyggja seg fyri hesum kravi, tí felagið vildi hava ein longri sáttmála. Felagið segði í brævi til Tipstænast- una, at teirra virksemi í Føroyum ikki verður ávirk- að av einum møguligum landsspæli hjá landsstýri- num. Hetta fekk eftir øllum at døma Tipstænastuna at broyta støðu enn einaferð. Hósdagin bjóðaði hon Ítróttarvedding ein fimm ára sáttmála, sum føroyska felagið tekur undir við. Góðtaka ikki minking Eitt punkt skilir partarnar. Tað er, at Tipstænastan vil hava felt í sáttmálan, at Ítróttarvedding góðtekur eina minking av afturber- ingini av peningi, um lógin verður broytt í Fólkatingi- num. Løgfrøðingar hjá føroy- ska felagnum kannaðu sátt- málan í gjár, og Ítróttar- vedding vil ikki skriva und- ir, um hetta punktið ikki verður broytt. Tí er ikki heilt greitt, um sáttmálin verður undirskrivaður. Heðin Mortensen torir ikki at siga, um hesin spurningurin fer at skilja partarnar, men hetta av stórum týdningi hjá føroy- ingum. Heðin Mortensen segði við Sosialin í gjár, at hann fór at gera alt at forða fyri, at føroyski parturin av køkuni verður minkaður. Føroyar fáa í løtuni 0,5 pro- sent av yvirskotinum hjá Tipstænastuni. Hetta er ein- ar 6,5 milliónir krónur. Harumframt vinna føroy- ingar einar 7-8 milliónir ár- liga. Bólturin er hjá Tipstænastuni Heðin Mortensen fegnast um, at Tipstænastan vil gera ein fimm ára sáttmála, eftir at hon hevði boðað frá, at hon bara vildi gera sáttmála í eitt ár C M Y K 5 4