Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mars 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 43 - 2. mars 2002 Nr. 43 - 2. mars 2002 7 Í farnu vikuni vóru Olga Biskopstø og Óla Jákup úr Dímun frá Útoyggjafelagnum ein túr í Kalsoynni. Endamálið við túrinum var at kunna um felagið, og eisini at fáa felagnum fleiri limir. ÚTOYGGJA- VERKÆTLAN Ragnhild Ellingsgaard Útoyggjar: Seinastu tíðina hevur Útoyggjafelagið ferðast runt til fleiri útoyggjar í Føroyum, har tey hava hildið kunnandi fundir um felagið. Harum- framt fáa fólk á fundunum eisini møguleika at tekna seg sum lim hjá felagnum. Vitjaðu Kalssoynna Í farnu vikuni fóru tvey umboð fyri felagið so aftur ein túr. Hesuferð vóru tað Olga Bisopstø og Òla Jákup úr Dímun, og skuldu tey til Kalsoynna at kunna um Útoyggjafelgið. Fyrst vitjaðu tey bæði á Húsum. Her varð fundur hildin í skúlanum á stað- num, og varð fundurin væl vitjaður. Bæði fólk frá Húsum og Syðradali møttu upp, og teknaðu fleiri seg sum lim hjá Útoyggja- felagnum. Síðani var farið norður til Mikladals. Her varð fund urin hildin í fráhaldshús- inum ”Innistova”, og møtti nærum alt fólkið á Mikldali til fundin, umframt at nógv fólk av Trøllanesi eisini vóru til staðar. Hesin fund- urin gekk væl, og felagið fekk enn fleiri limir. Keðiligt veður Dagurin var annars merktur av tí vánaliga veðrinum. Tað var kavarok og storm- ur, og ferðin við bussi norð- ur eftir oynni var rættiliga buldraslig, tá nógv jarðrok var. Heimferðin var ikki minni roykmikil, og iva- samt var, um Barsskor kundi leggja at á Syðradali. Konfirmantar úr Klaksvík, sum saman við Hans Eiler Hammer, presti, høvdu verið á Húsum til kon- firmantlestur, fingu av álvara roynt, hvussu tað er at ferðast um Kalsoyarfjørð á vetrardegi í Barsskor. Men alt gekk gott, og ferðafólkið kom til Klaks- víkar í øllum góðum. Formaður veðurfastur Formaðurin í Útoyggja- felagnum, Óla Jákup úr Dímun, fór beina leið umborð á Dúgvuna, tá hann skuldi víðari til Havnar. Men komin til Leirvíkar vísti tað seg, at bussarnir ikki koyrdu. Hann fór tí við einum av privatbilunum, sum vóru við Dúgvuni – men komnir til Runavíkar bar ikki til meira. Kavin var nú so nógvur, og ikki var framkomandi nakrastaðni. Tískil lá formaðurin eftir túrin á Kalsoynni veður- fastur í Runavík. Út í Heyst Í komandi viku er ætlanin, at Útoyggjafelgið skal ein túr út í Heyst, og fáa heyst- menn her møguleika at frætta meir um framtíðar- ætlanir og annað hjá Út- oyggjafegnum. Útoyggjafelag ger um seg Økið á Vestaru kei í Klaksvík gerst bara alsamt meiri og meiri trongligt. Heini í Marknagili, avgreiðslumaður á Skipafelagnum Føroyar í Klaksvík fílist á arbeiðs- umstøðurnar Solby A. Eliasen Klaksvík: - Verður hetta ferðin á samfelagnum, so má eitt ella annað gerast, sigur Heini í Marknagili. - Her er alt ov trongligt á keiøkinum, og harafturat er so nógv ferðsla her eisini. Tað er sera vandamikið, tí at førarin á tí stóra trukk- inum merkir ikki, um hann tekur í ein persónbil. Tað kann standast størsti skaði av hesum, heldur Heini fram. - Tann nýggi trukkurin setur sera stór krøv til keiøkið, við tað at vektin er so øgilig. Trukkurin og ein av teimum stóru bingjunum viga um hundrað tons, sigur Heini. Skipafelagið hevur eitt øki á keiini til at seta bingjur. Heini dylur ikki yvir, at nú tað nýggja kryvjivirkið eisini er har, versna umstøðurnar upp- aftur meira. Arbeitt verður í løtuni við at gera eina góðshavn norði í Ánunum, men Heini sigur, at tað letur til at har er langt eftir á mál. Skipafelagið fekk tann stóra trukkin í fjør summar. Hann er ein stórur fyri- munur. Arbeiðið gongur dupult so skjótt nú. Áðrenn høvdu teir ein síðulyftara, sum bæði tók nógv pláss, og tað tók longri tíð at arbeiða við honum. - Ynskið hjá okkum er, at fáa víðari ræsur, sigur Heini í Marknagili at enda. Verður ikki gjørt meir - Tað gerst ikki meir við keiøkið á Vestaru bryggju, sigur Torleif Sigurðsson, formaður í Havnanevndini í Klaksvíkar Býráð. – Har er sera trongligt, men tað ber ikki til at blíva við at byggja út. Heldur haldi eg, at Skipafelagið skal til rættisleggja teirra arbeiði betur, heldur Torleif fram. - Tað nyttar onki at nýta keiøkið, sum eitt bingju- depot. Torleif vísir annars á, at teir arbeiða av øllum alvi við at finna tað fíggjarliga grundarlagið til at gera Góðshavnina norðuri í Ánunum lidna. - Tað fer væntandi at kosta umleið 20 milliónir afturat tí, sum er gjørt. - Eg harmist um, at Góðshavnin nústani kemur. Um tað hevði verið klárt fyrr, ivist eg ikki í, at til dømis tað nýggja kryvji- virkið hevði staðið har og ikki inni í Klaksvík, sigur Torleif Sigurðsson. - Tað er trongt í Klaksvík og tí haldi eg, at tað er gott, at tað verður gjørt ein Góðshavn uttanfyri, tað er ikki rætt at blíva við at byggja út inni í Klaksvík. Ein annar stórur fyrimunur við góðshavnini er, at øll tey stóru skipini, sum koma til Føroyar kunnu leggja at har. Har verður eitt dýpi upp á tólv metrar fram við kei-kantinum, sigur Torleif, sum at enda leggur dent á, at samstarvið millum Klaksvíkar Havn og Skipafelagið er avbera gott. Trongligt á keiøkinum Heini í Marknagili á Skipafelagnum í Klaksvík Óla Jákup og konfirmantar umborð á Barsskor Tá Mentanarhúsið í Fuglafirði skuldi gerast liðugt, mangl- aðu tvær milliónir í, sum stóru peninga- stovnarnir ikki vildu fíggja. Norðoya Sparikassi tók um endan, og húsið verður væntandi liðugt í summar MENTANARHÚS Edvard Joensen Fuglafirði: Norðoyar Sparikassi trúði meira upp á framtíðina hjá Mentan- arhúsinum í Fuglafirði, enn teir stóru peningastovnarnir gjørdu. Lítli sparikassin lat húsinum tað lánið, sum teir stóru ikki tordu at geva. Grundgevingin hjá Norð- oya Sparikassa fyri at lata fuglfirðingum lán var tann, sigur Eyðun Hansen, for- maður i Fuglafjarðar Sjón- leikarafelag, at leiðslan í Norðoyar Sparikassa dugir at síggja, at um stutta tíð er undirsjóvatunnil undir Leirvíksfirði veruleiki, og tá fara norðoyingar eisini at kunna brúka húsið í Fuglafirði í nógv størri mun enn nú. – Soleiðis vísir leiðslan i Norðoya Sparikassa bæði framskygni og økismenn- ing í verki, sigur formað- urin í Fuglafjarðar Sjón- leikarafelag, sum eigur Fuglafjarðar Mentanarhús. Grundgevingin hjá hin- um peningastovnunum til ikki at geva lán var, at teir fyrr høvdu mist so nógvan pening upp á slík hús, at teir ikki rættiliga trúðu uppá, at hetta kundi bera til, sigur Eyðun Hansen. Byrja í smáum Eyðun Hansen sigur, at tey nú fara at gera Mentanar- húsið liðugt. Nøkur tiltøk verða kortini í húsinum í vár, hóast tað ikki verður tikið alment í nýtslu fyrr enn í summar. Húsið er í tveimum hæddum, og tann niðara verður endaliga liðug í hesum mánaðinum. Ætlan- in er so at hava tríggjar konertir trý fylgjandi leygarkvøld í mars og apríl. Tann fyrsta verður 30. mars og hinar báðar 6. apríl og 13. apríl. Eisini onnur tiltøk verða væntandi í vár. Lagt er upp til, at húsið skal vera endaliga liðugt og takast alment í nýtslu í juni, sigur Eyðun Hansen. Seinni í summar verður so Listastevnan, og tá fara eisini ymisk tiltøk at verða í Mentanarhúsinum, sigur formaðurin í Sjónleikara- felagnum. Mentanarhúsið er longu gitið fyri góðu ljóðviður- skiftini, og tí fara tey eisini at gera nakað burturúr. Millum annað er full- fíggjað ljóðannlegg keypt, eins og eitt rættiligt Stein- way konsertflygel eisini er á veg. Mett varð rætt at keypa útgerðina heldur enn at leiga hana, hvørja ferð okkurt tiltak skuldi vera. – Og eg eri sera fegin um ta stóru vælvild, Fugla- fjarðar Komuna alla tíðina hevur víst húsinum, sigur Eyðun Hansen. Lítil skuld Samlaða skuldin í Fugla- fjarðar Mentanarhúsið verður hesar báðar milli- ónirnar, nú eru læntar frá Norðoya Sparikassa, sigur Eyðun Hansen. Hann sigur, at tað, sum goldið er fyri húsið, liggur um einar sjey-átta miliónir krónur. – Men húsið er vert einar 15 milliónir, sigur hann. Alt tað nógva sjálvbodnað arbeiðið, lagt er í húsið, kann ikki metast nóg høgt, heldur hann. Nakað av almennum stuðuli hevur húsið eisini rætt til, vísir hann á. Køkur verður gjørdur í húsinum, og í tí sambandi verður kravt, at starvs- fólkarúm eisini skulu ger- ast. Tað er grundin til, at ovara hæddin nú eisini skal innrættast, sigur Eyðun Hansen. Ætlanin var annars at bíða við henni, og so- leiðis sleppa undan lán- tøku. Fuglafjarðar Mentanar- hús hevur møguleika fyri at reka matstovu, og tey fara eisini at royna at fáa ein kokk, sum kann standa fyri tí partinum. Eisini skal ein dagligur leiðari setast, sum so skal syrgja fyri at reka húsið, sigur formaðurin í Sjón- leikarafelagnum. Fleiri kommunur í Eysturoynni hava umrøtt møguleikan fyri einum stórum felagsskúla í oynni. Ætlanin er, um hon verður veruleiki, at framhaldsdeildirnar skulu savnast í ein skúla SKÚLABYGGING Edvard Joensen Runavík: Hugskotið um at byggja ein stóran felasskúla til framhaldsdeildirnar í Eysturoy verður viðgjørdur í hesum døgum. Á fundi í Runavík sein- asta mánadag var málið umrøtt, sigur Hans Petur Ellingsgard, sum er for- maður í mentanarnevndini hjá Runavíkar Kommunu. Hann sigur, at hesin fundurin var annar í røðini, og áhugin tykist vera so mikið stórur fyri uppskot- inum, at ein nýggjur fundur er avtalaður at verða aftur um hálvan mars. Á tí fund- inum væntar Hans Petur Ellingsgaard, at ein ar- beiðsbólkur við limum úr øllum kommunum, sum eru við í ætlanini, verður settur at arbeiða víðari við málinum. Ætlanin er so at seta ein skúlaráðgeva at hjálpa til við verkætlanini. Kommunurnar, sum eru við í ætlanini, eru umframt Runavíkar og Skála Kommunur eisini Sjóvar Kommuna, Gøtu Komm- una, Oyndarfjarðar Komm- una og Elduvíkar Komm- una. Nes Kommuna hevur boðað frá, at hon verður ikki við í eini møguligari felagsbygging. Hans Petur Ellingsgaard sigur, at orsøkin til, at hetta er komið í, er tann, at flestu kommunurnar meira ella minni eru komnar á trongd við skúlunum, nú nýggja skúlalóg varð sett í gildi. Fyri Runavíkar Komm- unu hevði tað merkt eina íløgu upp á einar hundrað milliónir krónur ella so, um ein heilt nýggjur skúli skuldi verði bygdur, sigur hann. Talan hevur verið um at umbyggja og byggja út skúlan á Glyvrum, men tann ætlanin er slept. Í staðin verður tosað um nýbygging. Men tað verður so kostnaðarmikið, at tað verður helst ikki hugsandi um. Hvørki hjá Runavíkar Kommunu einsamallari, tíansheldur hjá teimum smærru kommunum. Hans Petur Ellingsgaard heldur, at tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat aðrar kommunur í Eysturoy meta um ætlanina og møguleikan at vera við í henni. Hann vísir á, at tað eru frammanundan aðrir fe- lagsskúlar í oynni, og at teir hava virkað væl. Eitt nú Felagsskúlin á Oyrarbakka og skúlarnir á Kambsdali, hagar fólk dagliga koyra til úr ymsum pørtum av Eyst- uroy og eisini úr Norð- oyggjum. Umrøða stóran felagsskúla Tað er alt ov kostnaðarmikið hjá Runavíkar Kommunu at fara undir nýbygging av framhaldsskúla. Men verður eitt skúlasamstarv, sum tað, ið nú verður viðgjørt, verður tað mett at bera til, sigur Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanarnevndini hjá Runavíkar Kommunu Boriútgerðin, sum NCC hevur brúkt í Vágatunlinum, er farin av landinum aftur, og samstund- is er manningin eisini farin til Noregs at arbeiða TUNNILSGERÐ Edvard Joensen Leynar: NCC er farið at rigga av í Leynum. Boriútgerð og manning eru farin aftur til No- regs, har felagið hevur líknandi arbeiði at gera. Hermann Lindberg, leiðari hjá NCC í Føroyum, sigur, at teir nú eru endaliga lidnir við alt boriarbeiðið, og einki annað er í útliti, sum er. Samstundis hev- ur felagið onnur arbeiði í Noreg, har brúk er fyri maskinunum. Tær vórðu tí sendar til Noregs. Tær seinastu fóru av Kolla- firði nú í vikuni. Men enn er okkurt eftir hjá NCC at gera í Vágatunlinum. Eitt nú trygging, vegbreyt og rennur. Hetta arbeiðið gera føroyingarnir, sum hava arbeitt hjá NCC. Fýra norðmenn eru kortini eftir í Føroyum, sigur Hermann Lindberg. Restin av arbeiðsfólkin- um hjá NCC í Leynum, umleið 20 mans, eru føroyingar. NCC skal tetta tunnil- in, har vatnlekar eru. Eisini kal felagið taka alla vegbreytina upp og leggja nýggja. Fram við vegginum skulu rennur leggjast, og stoypiar- beiði skal gerast. Tað fer at taka summ- arið ella so at gera hetta, sum NCC hevur eftir at gera í Vágatunlinum, væntar Hermann Lind- berg. NCC riggar av Tann stóri borivognurin hjá NCC er á veg til Kolla- fjarðar, haðani hann verður sendur av landinum við skipi Mynd: Jens Kristian Vang Norðoya Sparikassi tók um endan Fyri at gera Mentanarhúsið í Fuglafirði liðugt, tók Norðyar Sparikassi um endan, tá teir stóru peningastovnarnir ikki tordu at geva lán Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6