leygardagur 2. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 43 - 2. mars 2002
Nr. 43 - 2. mars 2002
9
Skipið eitur nú »Lady
Dane«, og skal fiska
tunfisk í Kanadiskum
sjógvi
SKIPASØLA
Eirikur Lindenskov
Í síðstu viku varð garna-
skipið Nípan seld felagnum
Moffat & Sons Seafoods
Ltd. í Vancouver í Kanada.
Nípan, sum er 36 metrar til
longdar, hevur seinastu tíð-
ina verið nýtt sum vaktar-
skip í oljuvinnuni í Noreg.
Tað er skipsmeklaravirk-
ið Maretec á Argjum, sum
hevur skipað fyri søluni av
Nípuni vegna P/F Seta við
Viberg Sørensen úr Trong-
isvági. Hetta er triðja skip-
ið, sum Maretec hevur selt
fyri Viberg Sørensen.
Nýggju eigararnir hava
kallað
Nípuna
»Lady
Dane«.
Í løguni liggur »Lady
Dane« við Vestaru Bryggju
í Havn, har nýggju eigar-
arnir fyrireika seg til tann
langa túrin tl Vancouver
gjøgnum Panamakanalina.
Teir fara væntandi avstað í
vikuskiftinum, og túrurin
fer helst at taka einar 45
dagar.
Tá skipið er komið til
Kanada, skal lastin bjálvast
til frysting, og skipið verð-
ur síðan gjørt út til tunfisk-
arí, sigur Álvur B. Morten-
sen á skipsmeklaravirkin-
um Maretec.
Høgst loyvda
næmingatalið í 1. og
2. flokki skal verða 18,
meðan tað kann verða
24 í hinum
árgangunum, skjýtur
Katrin Dahl Jakobsen
upp fyri løgtinginum
SKÚLAMÁL
Eirikur Lindenskov
– Fleiri dømi eru um, at
næmingatalið í fólkaskúla-
flokkunum er oman fyri 24,
sum er ásett í fólkaskúla-
lógini sum evsta mark.
Grein 20 í fólkaskúlalógini
sigur, at vi skúlaársbyrjan
eigur næmingatalið vanliga
ikki at fara upp um 24, men
henda orðing er ov lítið
avmarkandi, sigur Katrin
Dahl Jakobsen, tingkvinna
Javnaðarfloksins.
Hon heldur, at her verður
bæði latið upp fyri at tulka,
hvat er vanligt og ikki,
umframt at næmingatalið í
flokkunum kann vaksa upp
um tey 24 eftir skúlaárs-
byrjan.
– Júst hetta er gondin,
ikki bara í trongu skúlunum
í Havn, men eisini í skúlun-
um á bygd. Hækkandi
næmingatalið í flokkunum
ger, at lærarar hava alt ov
lítla tíð til einstaka næm-
ingin, heldur Katrin Dahl
Jakobsen. Hon heldur, at
sum tongdin er nú, flyta vit
okkum longur og longur
burtur frá næmingalagaðari
undirvísing, við uppaftur
størri vanda fyri, at bert
miðjan fær sum mest burt-
urúr. Hon heldur eisini, at
tað verður ring at geva bók-
liga veika eins og sterka
næminginum røttu undir-
vísingina og røttu avbjóð-
ingina í stórum flokki.
– Harafturat hevur upp-
alingarligi
parturin
av
lærarayrkinum
verið
vaksandi, og tíðin hjá
læraranum verður mangan
smábýtt.
Katrin Dahl Jakobsen sigur,
at hetta serliga kemur til
sjóndar fyrstu skúlaárini, tá
næmingarnir
hava
fyri
neyðini, at lærarin er nógv
um tey. Ein trygg og miðvís
innskúling
slóðar
fyri
góðari skúlagongd, heldur
hon.
Hava næmingarnir fingið
eina góða byrjan, eru størri
útlit fyri, at væl fer at
hilnast. Tí skýtur Katrin
Dahl Jakobsen upp vegna
Javnaðarflokkin,
at
næmingatalið í fólkaskúla-
flokkum tvey tey fyrstu
skúlaárini verður hægst 18,
og at til ber ikki at fara upp
um
24
í
hinum
árgangunum, uttan so at
serlig viðurskifti vísa seg,
og at landsstýrismaðurin
gevur loyvi til tess.
VINNA
Tíðindaskriv
Fyrireikarnir til bústevn-
una Hús og Innbúgv eru
sera
vælnøgdir
við
undirtøkuna, fyrsta bú-
stevnan her á landi hev-
ur fingið. Stevnan verð-
ur í Runavík í døgunum
3., 4. og 5. mai. Um-
framt
ítróttarhøllina
verður eisini eitt stórt
tjald leigað heim til
endamálið. Hetta gevur
eina samlaða útleigings-
vídd uppá 1000 fermetr-
ar – og longu nú er væl
meir enn helvtin um-
biðin.
Fakgreinirnar,
sum
hava meldað seg til, eru:
Timburhandlar,
snið-
húsaframleiðarar, byggi-
meistarar, framleiðarar
av vindeygum og køk-
um,
hvítvøruumboð,
V H S - i n n l eg g j a r a r,
møblar
og
innbúgv,
sjónvarps- og útvarpsút-
búnaður, peninga- og
fíggjarstovnar og húsa-
meklarar.
Fyrireikarnir vænta, at
fleiri greinar fara at
melda seg til, og ivast
teir ikki í, at allir bás-
arnir eru útleigaðir, tá
freistin at melda seg til
er úti 8. mars.
Einasta treyt fyri at
luttaka er, at fyritøkurn-
ar framleiða ella selja
hús og innbúgv, ella
tænastur sum hava við
hesa vinnu at gera.
Stevnan verður sum
sagt 3., 4. og 5. mai, og
sleppa vitjandi ókeypis
inn.
Góð undirtøka fyri
bústevnuni
Nípan úr Trongisvági seld til Kanada
Um vikuskiftið fer Nípan tann langa túrin tvørtur um
Atlantshavið, gjøgnum Panaveitina til Kanada, har hon skal
fiska tunfisk
Mynd: Skipalistin
Bert 18 næmingar í yngstu
flokkunum
Katrin Dahl Jakobsen, ting-
kvinna Javnaðarfloksins hev-
ur lagt fram uppskotið um at
avmarka næmingatalið í
fólkaskúlaflokkunum
Javnaðarflokkurin ynskir, at
eitt púra greitt mark skal
vera fyri, hvussu nógvir
næmingar skulu kunna vera
í flokkunum. Sum er nú er
hetta marki alt ov ógreitt,
sigur Katrin Dahl Jakobsen
FILMUR
Filmsfelagið Klipp
Mánakvøldið 4. mars
klokkan 19:30 sýnir
filmsfelag Norðurlanda-
húsins KLIPP virðis-
lønta
finska
filmin
»Badding«, sum lýsir
lívið hjá kendastu finsku
rockstjørnuni
Raul
Somerjoki,
nevndur
»Badding«.
Filmurin »Badding«
fekk í Finnlandi fýra
Jussi virðislønir í fjør.
Jussi er finska Oscar
virðislønin, sum á hvørj-
um árið verður latin
listafólki innan film.
Í 1970 fekk hin veru-
ligi »Badding«, sum
nýggi filmurin er um,
eisini eina Jussi virðis-
løn fyri at gera tónleik
til film.
»Badding« var stóri
kultpersónurin og rokk-
poeturin í Finlandi í
sjeytiárunum. Filmurin
er sanna søgan um stór-
læti og fall hansara.
Badding doyði bert 39
ára gamal í 1987.
Kendasti finski films-
leikstjórin í mong ár
hevur verið Aki Kauris-
maki. Men í nítiárunum,
tá finska filmsfram-
leiðslan fall til 10-12
filmar um árið, komu
eisini aðrir leikstjórar
fram.
Millum
teir
fremstu
eru
Veikko
Aaltonen og Markku
Pölönen. Hesin seinni er
hann, sum hevur leik-
stjórnað
filmin
um
»Badding«.
Hetta er næstseinatsi
filmurin í røðini hjá
KLIPP, sum filmsfelag
Norðurlandahúsins
verður nevnt. Seinasta
sýningin hetta skeiðið
verður um eina mánað,
tá danski dogma-film-
urin »The king is alive«
verður sýndur.
Filmurin Badding í
Norðurlandahúsinum
-at fara á London
Stock Exchange, men
bíðað verður eftir, at
allar umstøður eru
klárar sigur Niels
Sørensen, stjóri í
Føroya Kolvetni
OLJUFELAG OG
PARTAPENINGUR
Jan Müller
Oljufelagið Føroya Kolvet-
ni hevur nú útsett ætlanina
at fara á virðisbrævamark-
naðin í London nakrar ferð-
ir. Endamálið er annars at
útvega sær stórar peninga-
upphæddir fyri at kunna
vera við í fyrstu boringini
hjá Agip í Føroyum, sum
eftir ætlan skal byrja í
heyst. Henda ætlan er nú
útsett nakrar ferðir m.a. or-
sakað av órógv á altjóða
partabrævamarknaðinum.
Eitt nú gjørdi hendingin í
New York 11. september so
stóran vørr, at felagið metti
tað vera rætt at útseta børs-
noteringina til í februar í ár,
ella neyvari til 28. februar.
Nú upplýsir Niels Søren-
sen, stjóri í felagnum, at
hetta varð so av ongum,
men at teir eru so gott sum
klárir. Nú verður bíðað
eftir, at allar umstøður eru
komnar uppá pláss.
Ein partur er av hesum er
uttan iva spurningurin um
nær og um samtakið er
klárt at fara undir boring
sum ætlað. Ein annar partur
er, um marknaðurin í løtuni
er tann rætti, og nær hann
er tað.
Endamálið við at fara út
á “London Stock Ex-
change” er at fáa umleið
180 mill. kr. í nýggjum
partapeningi, sum skal
fíggja luttøkuna í komandi
boring. Í løtuni hevur Før-
oya Kolvetni 7% lut í loyvi-
num, men ætlanin er at
hækka henda partin til
22%.
Uppá fyrispurning um
møguleiki er fyri, at Agip
vil bíða við boringini til í
næsta ár, og at Føroya Kol-
vetni av tí sama vil bíða við
at fara á virðisbrævamark-
naðin sigur Niels Sørensen,
at tað dugir hann ikki at
siga enn. So langt hava teir
ikki hugsað.
Tað er tó greitt, at verður
eingin boring í ár, so verður
heldur ikki farið á London
Stock Exchange nú. Tað
skal helst ikki ganga meira
enn eitt hálvt ár frá tí , at
man er farin á børsin til tað
verður borað. Um ov lítið
hendir, so minkar virðið á
partabrøvunum, og tað
ynskja investorarnir sjálv-
andi ikki.
–Men hava tit ikki ein
trupulleika ikki at vita, nær
og um Agip fer at bora?
–Vit fara ikki á børsin,
uttan at allar fortreytir eru
greiðar. Men vit bíða nú
eftir at fáa grønt ljós á rætta
stað til at fara undir at tekna
meiri partapening.
Niels Sørensen sigur tó,
at sum støðan er nú, so hev-
ur einki verið frammi um,
at tað ikki verður borað
sum ætlað.
Herfyri stóð í einum av
bløðunum, at Føroya Kol-
vetni og Agip høvdu ikki
gjørt av, hvar tey fóru at
bora, tí tey bíðaðu eftir úr-
slitinum av kanningunum
hjá Amerada Hess, sum
Hess skal lata myndugleik-
unum í august. Sosialurin
skilur, at her er okkurt
komið skeivt fyri. Tað er
ikki hetta bíðað verður eftir
men eftir data frá boringini
í fjør, sum øll feløgini, ið
eru á Føroyaøkinum hava
avtalað skulu latast hvørj-
um øðrum. Tvs. at talan er
um sjálvar brunnupplýsing-
arnar.
Hvørja ávirkan fer tað at
fáa fyri Føroya Kolvetni,
um so er, at Agip ger av at
bíða við boringini til í
næsta ár?
Niels Sørensen: –Vit
mugu bara bíða við. Vit
gera ikki av, nær borað
verður.
–Men hvat skulu tit tá
liva av, skulu tit ikki fara á
børsin nú?
Niels Sørensen sigur, at
felagið er ikki dýrt at reka,
og hartil hava teir møgu-
leika at fara í gongd við
onnur ting, at “farma” inn
ol. – Bara at sita og bíða er
eitt sindur keðiligt leggur
hann aftrat. Men ráð verða
fyri tí.
–Vit eru klárir
Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni veit
enn ikki, nær teir fara á virðisbrævamark-
naðin í London
C
M
Y
K
9
8
REYNI SERVICE
Opið: Mán.-frí. 8.00-17.00
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
-Góðir brúktir frá
REYNI SERVICE
Sosialurin - 311820
STØKK INN Á GÓLVIÐ
** TOYOTA bilar hava 3 ára
garanti frá fyrsta skrásetingar
dato.
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr.
verða seldir við BRÚKT -
BILA VÁTTAN
Sýnaður
11-00
Sýnaður
02-01
Sýnaður
11-00
Sýnaður
10-00
TOYOTA CARINA
1,6 L/B
Skrás.: 08-04-97
Km.: 83.000
Prísur: 95.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
1,6 L/B
Skrás.: 10-04-96
Km.: 72.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
Sýnaður
09-01
Sýnaður
04-01
TOYOTA CARINA
1,6 SED.
Skrás.: 20-12-95
Km.: 103.000
Prísur: 86.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
2,0 TD
Skrás.: 15-08-97
Km.: 106.000
Prísur: 119.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
1,6 XLI
Skrás.: 12-06-96
Prísur: 89.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
2,0 SOL AUT. GEAR
Skrás.: 19-05-98
Km.: 17.000
Prísur: 158.600,- Garanti*
TOYOTA CAMRY
2,2 AUTOM.
Skrás.: 07-04-98
Km.: 82.000
Prísur: 182.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
2,0 TD
Skrás.: 19-08-99
Km.: 111.000
Prísur: 148.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
2,0 TDI
Skrás.: 29-04-99
Km.: 82.000
Prísur: 154.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
1,8 TERRA
Skrás.: 04-06-98
Km.: 46.000
Prísur: 144.600,- Garanti*
OPEL ASTRA
1,6 STW.
Skrás.: 01-04-98
Km.: 82.000
Prísur: 115.600,- Garanti*
OPEL ASTRA
1,7 TDI STW.
Skrás.: 18-06-97
Km.: 135.000
Prísur: 87.600,- Garanti*
OPEL ASTRA
1,7 DIESEL
Skrás.: 31-03-94
Km.: 176.000
Prísur: 58.600,-
FORD SIERRA
1,8 DIESEL
Skrás.: 28-11-91
Km.: 217.000
Prísur: 38.600,-
FORD ESCORT
1,6 CLX
Skrás.: 04-07-95
Km.: 98.000
Prísur: 56.600,-
CITROEN ZX
Skrás.: 24-05-95
Km.: 57.000
Prísur: 64.600,-
SUZUIKI
ALTO 1.0
Skrás.: 21-09-98
Km.: 31.000
Prísur: 63.600,-
VØRUVOGNAR
MAZDA E 2200 4X4
VØRUVOGNUR
Skrás.: 14-10-96
Km.: 69.000
Prísur: 98.600,-
TOYOTA COROLLA
1,4 TERRA
Skrás.: 18-04-01
Km.: 7.000
Prísur: 145.600,- Garanti**
TOYOTA COROLLA
1,3 TERRA
Skrás.: 22-07-98
Km.: 53.000
Prísur: 99.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,3 STATION
Skrás.: 27-09-95
Km.: 107.000
Prísur: 73.600,-
TOYOTA COROLLA
2,0 DIESEL
Skrás.: 14-01-98
Km.: 131.000
Prísur: 113.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,6 SEDAN
Skrás.: 25-01-99
Km.: 52.000
Prísur: 116.600,- Garanti**
TOYOTA COROLLA
1,6 LUNA L/B
Skrás.: 15-06-98
Km.: 32.000
Prísur: 118.600,- Garanti*
TOYOTA YARIS
1,0 SOL
Skrás.: 02-02-01
Km.: 17.000
Prísur: 130.600,- Garanti**