mánadagur 28. februar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. februar 2011
Lýsingablað
12
Sosialurin
út í heim
Mongum føroyingi hevur longst eftir at vitja Bergen,
síðani tey mistu møguleikan sjóvegis. Nú býðst høvið at
vitja vakra vesturnorska býin, aftaná ein bert 5 korters
langan flúgvitúr
Meðan føroyingar kanska kunnu verða ósamdir
um, hvørt vit skulu nevna býin Bergen ella Bjørgvin,
so nýtast vit ikki at verða ósamd um, at nátúruliga,
umhvørvisliga og mentanarliga,er størsti býurin á
norska vesturlandinum ein sonn perla. Mongum
føroyingi hevur longst eftir at vitja vakra býin, sum vit
hava søgulig og mentanarlig sambond við.
”Bryggen”
Nevnir ein Bergen, so má ein eisini nevna ”Bryggen”
– ta gomlu bryggjuna í Bergen. Bryggen er nevnd at
verða ein heimsarvsstaður fyri sítt søguliga virðið.
Gomlu, litríku træbygningarnir eru einastandandi
vakrir og hugnaligir. Tað ber til at spáka millum gomlu
træbygningarnir eftir trongum farleiðum. At gera
hendan túrin, kennist sum at fara nøkur hundrað ár
aftur í tíðina. Á Bryggen eru bæði handlar, gallarí, søvn,
matstovur, umframt serstøk handilsstøð, sum selja
serligar lutir til ferðafólk.
”Bergenhus fæstning”
og ”Fløien”
Skamt frá Bryggen liggur aldargamli skansin
”Bergenhus fæstning”. Fyrsti partur av Bergenhus
fæstning stavar frá ellintu øld. Staðið verður mett at
verða tað best varðveitta staðið, tá talan er um norska
miðaldarsøgu. Eitt sum eisini eigur at verða roynt í
Bergen, er ein túrur við ”Fløibanen”. Talan er um eina
serliga farleið við lyftu, sum førir teg til eitt framúr
gott útsýnispláss, sum liggur á 300 metra hædd. Stutt
er millum túrarnar, so ongum nýtist at bíða leingi, fyri
at sleppa niðan á útsýnisplássið, har til ber at skoða eitt
sjáldsama vakurt útsýnið yvir allan býin.
”Nordens kvarter” og náttúran
Ein annar framúr hugnaligur býarpartur í Bergen
er ”Nordens kvarter”. Kring allan tann vakra og
hugnaliga býlingin eru vøkur og gomul træhús. Nógv
av træhúsunum minna satt at siga um stór dukkuhús.
Tá ein gongur runt í ”Nordens kvarter”, fær ein
kensluna av at verða farin aftur til 19. øld. Upprunaliga
var talan um ein arbeiðarabýling, men nú er ”Nordens
kvarter” ein býlingur fyri tey betru stillaðu í býnum.
Hvørt ein ynskir náttúruupplivingar á sjónum ella á
landi, so fáast hesar í Bergen og kring Bergen. Stutt
er norður til Sognefjorden, har náttúran er veruliga
stórbær. Til ber eisini at fara ein siglitúr, har ein siglir
framvið oyggjum, hólmum og flúrum. Til ber eisini
at fara skipaðar fjalltúrar. Velur ein heldur at verða
verandi í Bergen, so er býurin væl fyri, tá tað kemur til
handilslív og mentanarlív. Konserthøllin ”Grieghallen”,
sum er nevnd eftir býarsoninum, Edvard Grieg er ein
sonn listafrøðilig perla. Óannsæð hvat miðað verður
eftir, so er ein bert ein fimm korters drúgvan flúgvitúr
úr Vágum til allar tær stóru upplivingarnar í Bergen.
Søgulig farleið
– nú sum flogleið
»Á Bryggen«