Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingablað 13 Mánadagur 28. februar 2011 Sosialurin bergen úr kr. 2.143,- t/r (íroknað tax og 75,- kr. í gebyr á netinum) Bergen liggur á vestlandinum í Norra. Býurin var grunnlagdur á einum grønum slætta millum tey 7 fjøllini, sum liggja rundanum býin, fyri yvir 900 árum síðani. í ár 1600 var Bergen størsti býur í Norðurlondum við uml. 15.000 íbúgvum. Bergen hevur líka upp til okkara dagar verið ein nátturligur miðdepil fyri handil. Vøkur træhús og flisalagdar gøtur eyðkenna Bergen. Í gamla býarpartinum framvið bryggjuni eru fleiri gomul træhús varveitt, og finna vit í dag í hesum húsum góðar matstovur, klædnahandlar o.l. Hesin býarparturin er eitt av best umtóktu ferðamálunum í býnum. Náttúran er vøkur við Bergen, og skjótt er at uppliva vakrar firðir, høg fjøll ella opið hav. Í økinum er eisini eitt ríkt mentanarlív,byggilist og spennandi forminnissøvn. Eisini má nevnast stórsligna konserthúsið Grieg-hallen. Vikuskifti í bergen við gisting á hotel Minst til at tú kanst bóka hotel og bil beinleiðis á www.atlantic.fo Thon Hotel Bergen Brygge • Hósdag til sunnudag 23. juni - 28. august prísur fyri hvønn í dupultkamari v/morgunmati úr kr. 3.835,- t/r • Sunnudag til hósdag 24. juni - 28. august prísur fyri hvønn í dupultkamari v/morgunmati úr kr. 4.325,- t/r • Eina viku 23. juni - 28. august prísur fyri hvønn í dupultkamari v/morgunmati úr kr. 5.795,- t/r InCity Apartments • Hósdag til sunnudag 23. juni - 28. august fyri hvønn um fýra vaksin deila úr kr. 3.140,- t/r • Sunnudag til hósdag 24. juni - 28. august fyri hvønn um fýra vaksin deila úr kr. 3.390,- t/r • Eina viku 23. juni - 28. august fyri hvønn um fýra vaksin deila úr kr. 4.160,- t/r