mánadagur 28. februar 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25
Sosialurin
Magnus Tausen
Føroya Skúlabókagrunnur
Føroya
Skúlabókagrunnur
fór í 2010 undir at endurskoða
landalærutilfarið. Í hesum
sambandi varð serliga hugt at
einasta føroyska atlasinum,
“Heimsatlas”, sum kom út í
1993. Skipað varð fyri fundi
í Miðlahúsinum 19. mai 2010
at fáa ymiskar áskoðanir
fram og at leggja eina opna
linju viðvíkjandi arbeiðnum.
Vit gleðast um kjakið, sum
hevur verið síðan. Vit fara við
hesum skrivi at lýsa arbeiði
okkara higartil og á hvat, tað
er grundað.
Kanningarumfarið
Eftir at hava kannað markn
aðin væl og virðiliga, er
gjørt av at taka av tilboði frá
forlagnum Harper Collins.
Avgerðin byggir á innihald,
málbólkin, sum er serliga
framhaldsdeild og miðnám
umframt til privata nýtslu.
Innihaldið
Talan er um bókaverk, sum
er 248 blaðsíður, sum verður
heilt øðrvísi enn útgávan frá
1993, sum taldi 98 blaðsíður.
Føroyski
parturin
er
30
blaðsíður, so rúm verður fyri
fleiri nýggjum evnum og
kortum. Í tí sambandinum
verður
samastarvað
við
almennar stovnar t.d. Jarð
feingi um jarðfrøðikort.
Eins og øll onnur skúla
atlas, ið eru á marknaðinum,
byrja vit við heimlandinum.
Føroyar
eru
endurgivnar
í stødd 1:100.000, og lidnu
kortini eru keypt frá Kort
og
Matrikelstyrelsen
í
Keypmannahavn.
Næstu
grannalond okkara fáa hesa
rúmd: Danmark í stødd
1:1.250.000, Ísland 1:1.400.000,
Noreg, Svøríki og Finnland
1:3.000.000, Grønland í stødd
1:10.000.000.
Ein
nýgjørd
opna, tvær blaðsíður, fer at
varpa ljós á Keypmannahavn
og
Oyrarsundsøkið,
har
evnið er samskifti, lendi,
ídnaður, inn og útflutningur.
Sama kortaslag fer at lýsa
RotterdamEuropoort
og
Dublin. Tey lond, sum hava
serliga stóran leiklut í altjóða
samfelagnum, t.d. Kina, USA,
Russland og Miðeystur, verða
tikin meiri fram. Nógv verður
gjørt burtur úr Miðeysturi og
serliga Ísrael fyri at síggja,
hvussu
bústaðarmynstur
eru, hvussu atgongdin er til
vatn og olju, og at Jerusalem
er høvuðsstaður fyri tríggjar
heimsátrúnaðir.
Nakrar høvðusleiðreglur
Nýggjar útgávur byggja á
undanfarnar. Tær leiðreglur,
sum vórðu nýttar í Heims
atlasinum frá 1993, stóðu í
formælinum og eru stutt
lýstar hesar:
“Høv, flógvar og víkir,
firðir og sund, fjøll, nes og
høvdar, vøtn áir og oyði
merkur og tílíkt eru føroysk
að. Landanøvn eru føroyskað,
men bara heilt fá býarnøvn.”
Eins og í Heimsatlasinum
verður latínska stavraðið
nýtt í nýggju útgávuni.
Í samstarvi okkara við
Harper Collins, hava vit lagt
okkum eftir at brúka teirra
leiðreglur, tá talan er um
skúlaútgávur,
sum
verða
fluttar í annað mál enn enskt,
nevnt ”the language of the
product”, tað er í okkara føri
føroyskt. Ensku leiðreglurnar,
sum fevna øll lond heimsins,
sum samstarva við Harper
Collins, eru hesar:
• The fundamental prin
ciple is that the main name for
a singlenation feature is nor
mally given in the local lang
uage of the country it lies in.
• The following types of
feature, however, are named
in the language of the product
as the main name, rather than
the local language of the area
concerned
• Countries. Dependent
territories. Disputed terri
tories.
• Continents, and subcon
tinental zones where needed.
• Oceans, and parts of
oceans.
• Sea names outside any
nation’s
sovereignty,
or
shared between nations.
• Undersea features in
international waters.
• International features
on land, such as rivers,
lakes, mountain ranges and
physical areas which cross
national borders.
• Mountain peaks and
passes
which
occur
on
international borders.
• All features in Antarctica,
meaning the area covered by
the Antarctic Treaty.
• The Equator, Arctic
Circle, the Poles etc.
• Descriptive terms such
as ‘Dam’, ‘Tunnel’ ‘Caves’,
etc. in nonEnglish speaking
countries.
(Harper Collins: Foreign Atlas
Principles 2010)
Samanumtikið
Nøkur
staðanøvn
vórðu
týdd
í
Heimsatlasinum.
Hetta varð gjørt í samstarvi
við Málnevndina, og sami
leistur verður brúktur aftur.
Málnevndin hevur á heima
síðu síni havt fullfíggjaðan
navnalista frá útgávuni í
1993, sum so hvørt hevur
verið dagførdur. Umframt
Málnevndina, verður eisini
samstarvað við Staðarnevnda
nevndina og Málráðið, sum fer
at koma, um høvðusleiðreglur
fyri nøvnum í nýggju útgávuni,
grundaðar á tilfarið frá Harper
Collins og navnalistan frá
Heimsatlasinum.
Týðarasáttmáli er skriv
aður. Týðari er Erla Olsen,
PhD í lívfrøði, við sergrein
í niðanjarðar vistfrøði og
veðurlagsbroytingum,
og
tað arbeiðið er eftir ætlan
liðugt 1. apríl. Handritið fer
tá til fakliga, innihaldsliga
og málsliga viðgerð.
Fylgibólkur
er
settur
við lærarum í landalæru í
øllum skúlaskipanum okk
ara. Í fylgibólkinum eru
Rúni Bjarkhamar lærari
í Felagsskúlanum á Oyrar
bakka, Annika A. Nielsen
– lærari í Studentaskúlanum
og Mikkjal Mikkelsen lærari
á Føroya Læraraskúla.
Umframt
sjálva
bóka
útgávuna
er
talan
um
umfatandi talgilt tilfar, sum
fellur saman við sjálvari
bókaútgávuni. Tað merkir, at
øll kort í nýggja heimsatlassi
num skulu kunna takast
fram á samvirknu talvunum í
øllum skúlum okkara. Gongst
sum ætlað, verður útgávan
klár á vári í 2012.
Fyrsti
fundur
við
Mál
nevndina og Staðarnavna
nevndina er avtalaður.
Kjarnin í málinum!
Innihald og grundreglur í nýggjum landalærutilfari
Atli Steinbjørn Justinussen
býraðslimur
Árnafjørður
Í
hesum
døgum
verður
dúgliga kjakast um komm
unusamanlegging og nýggjar
tunnlar norð um fjall.
Sjálvur siti eg sum býráðs
limur í Klaksvíkar Kommunu,
eri búsitandi í Árnafirði og
koyri tí dagliga ígjøgnum
hesa
vandamiklu
farleið.
Tøl vísa, at tað koyra umleið
1200 akfør dagliga ígjøgnum
tunnlarnar, eg haldi at vit
her norði skulu boða lands
mynduleikinum frá, at vit
vilja ikki hoyra talan um
kommunusamanlegging, so
leingi farleiðin her norði er
ein sonn deyðsfella.
Við at gera nýggjar tunnl
ar, so skapa vit arbeiði, sum
so aftur skapa inntøkur til
kommunur, landið, fyritøkur,
og arbeiðsfólk, umframt at vit
skapa vøkstur í økinum við
fleiri vitjandi, fleiri búsetingar
og eitt hav av ótarnaðum
vinnumøguleikum.
Men sum nú er, so er
hendan farleið eitt haft um
beinið
hjá
teimum,
sum
vilja skapa nakað her norði,
eg kann líka nevna, vit fáa
átta stór ferðamannaskip til
Klaksvíkar í 2012, og okkurt av
hesum skipum koma at hava
umleið 4.000 fólk umborð, og
sum støðan er, so vera lítlir
møguleikar at bjóða tilboð
til útferðir norð um fjøll við
okkara ótryggu farleið.
Tað er í hesum døgum,
at tað almenna skal skapa
nakað, tað er ein afturvend
andi trupulleiki hjá landi
num. Tá góðar tíðir eru, so
vera nógvar milliónir brúktar
til at kappast við tað privata,
tí eigur landið at leggja til
síðis í góðum tíðum og vera
arbeiðsskapandi í ringum
tíðum, soleiðis at tær búskar
ligu bygjurnar ikki merkjast
so væl hjá borgarum.
Íðstaðin fyri at hugsa
nýggjar og alternativar vinn
ur, so verður tað nemma
gjørt hvørja ferð, at leggja
fleiri byrðar omanvá skatt
gjaldaran, við at hækka skatt
in, og seta avgjøld á.
E. S.: Tá hetta er sagt, so
skal eg samstundis vera ein
tann fyrsti norðoyingurin
at siga, sjálvandi skal skúla
depilin í Havn eisini gerast
á Marknagili, klára politikk
arnir ikki at gera bæði, so er
hugflogið ov lítið, og burdu
teir funnið hurðina.
Nýggjar tunnlar áðrenn
Kommunusamanlegging
– takk…!!!
Nýggjar tunnlar áðrenn
kommunusamanlegging, takk!