mánadagur 28. februar 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25
18
Sosialurin
Boðini vóru, at rentan á
lestrarlánum hækkar úr 1
upp í 3% yvir diskontuna! Í tí
sambandi havi eg við hesum
skrivi siterað mítt samskiftið
við við STUDNA hesum við
víkjandi. Harafturat havi eg
loyvt mær við støði í stjórnar
rætti og fráboðanum frá
SKAT í Danmark at kanna
grundarlagið fyri at gera
eina afturvirkandi lóg á øki
num, sum er til ampa fyri
lántakaran.
Samskiftið við
STUDNA
Fyrst
komu
boðini
frá
STUDNA:
Góðu lesandi.
Til kunningar verður sent
tykkum skriv viðvíkjandi
teimum broytingum, ið løg
tingið samtyktið 23. desember
2010, í lestrarstuðulslógini.
Skrivið er viðheft.
Vinarliga / Best Regards
Emil Sørensen
Í tí sambandi setti eg meg
tann 25. januar 2011 í sam
band við Emil Sørensen
frá STUDNA við fylgjandi
spurningi:
Góði Emil,
Eg havi ein spurning viðv.
lógarbroytingini í § 20 viðv.
rentuhækkanini við 2% úr 1 í
3%. Er nevnda rentuhækking
bert galdandi fyri avtalur
um lán, ið eru inngingnar
samstundis sum ella aftaná,
at lógin er komin í gildi?
Vh.
Torkil V. Rasmussen
Í
tí
sambandi
svaraði
STUDNI mær aftur upp á
fyrispurningin tann 28. Jan.
2011:
Hey Torkil.
Lógarbroytingin er fyri øll
lán hjá okkum. T.v.s. lán sum
eru tikin áðrenn og aftaná
lógarbroytingina.
Emil
Við afturvirkandi kraft
Síðani hevur nógv verið at
hoyrt um rentuhækkingina
á lestrarlánum, sum lands
stýrið hevur stungið út í
kortið. Spurningurin er so,
um tað er í lagi at lóggeva á
tann hátt, at ein lóg broytir
upp á eina longu avtalaða
avtalu, tvs. eina rættarstøðu
millum tveir partar.
Í tí sambandi skal fyrst
nevnast, at tað er brot á
vanligar vinnuligar megin
reglur, um annar parturin
broytir nakað, sum uppruna
liga varð avtalað, tí avtalur
skulu yvirhaldast pacta sunt
servanda! Men hvussu er
so við lóggávu, sum broytir
avtalugrundarlagið?
Stjórnarrættur og
praksis hjá danska
SKAT sum dømi
Stjórnarrættarliga er sum so
einki í vegin fyri at lóggeva
á tann hátt, at inntrivið fær
virknað á eina avtalu, sum er
gjørd í tíð áðrenn sjálv lógin
sá dagsins ljós. Í tí sambandi
skal eg sipa til úttalilsini frá
SKAT í Danmark um sama
evnið:
"Det er fastslået, at der
ikke er forbud mod lovgivning
med tilbagevirkende kraft,
og at det er et grundlæggende
lovgivningsprincip,
at
en
skærpende lov kun tillægges
tilbagevirkende kraft, hvis
det er bydende nødvendigt.
Skatte og afgiftslovgivn
ingen tillægges af og til til
bagevirkende kraft, og der
er her forskellige hensyn,
som kan begrunde den til
bagevirkende kraft.
Skærpende
afgiftslove
tillægges ofte tilbagevirkende
kraft til datoen for frem
sættelse, da hensynet til at
undgå hamstring, eksempel
vis af biler med en lavere
registreringsafgift, gør det
bydende nødvendigt.
Selve beskatningen af
fysiske og juridiske personer
kan betragtes som et løbende
retsforhold, men det er vel
de færreste, der mener, at
eksempelvis
selskabsbesk
atningsprocenten ikke kan
forhøjes for fremtiden, ingen
har forventninger om, at
beskatningsgrundlaget eller
beskatningsprocenterne er
faste størrelser, der ikke kan
ændres eller reguleres. Ved
erhvervelse af eksempelvis
aktier forventes heller ikke,
at reglerne om opgørelse
af fortjeneste og tab ikke
med
tiden
kan
ændres.
Ofte fastsættes imidlertid
overgangsbestemmelser,
hvorefter der indføres sær
lige "indgangsværdier" for
at lempe beskatningen, eller
ved at allerede optjente
avancer forbliver skattefri,
mens avancer optjent efter
lovforslagets fremsættelse
bliver beskattet.
Spørgsmålet er, om selve
indkomståret skal betragtes
som et løbende retsforhold,
hvor skatteyderne kan siges
at have berettigede forventn
inger til, at der ikke midt
i
indkomståret
foretages
ændringer med virkning for
hele indkomståret? Og hvor
der heller ikke kan foretages
ændringer med virkning for
hele indkomståret efter ind
komstårets udløb, selv om
det sker inden selvangivel
sesfristens udløb?
Det afgørende er ikke,
om et lovforslag har tilbage
virkende kraft, det afgør
ende er en samlet vurdering
af hensynet bag og konse
kvenserne af en eventuel
lovændring, herunder om
lovændringen
findes
at
stride mod skatteydernes
berettigede forventninger."
Viðmerkingar
Sum tað stendur, og áður er
nevnt, er einki sum so forboð
móti lóggeva afturvirkandi
reint
stjórnarrættarliga.
Tò
stendur
í
skrivinum
frá danska SKAT, at tað er
ein grundleggjandi lógar
meginregla,
at
ein
lóg,
sum ger nakað verri fyri
borgaran, bert kann setast
í gildi afturvirkandi, um tað
er ”bydende nødvendigt”.
At enda stendur, at tað má
gerast ein heildarmeting av
atlitunum fyri og ímóti, tá
ið lóggivið verður aftureftir
til ampa fyri borgaranm,
tí borgarnir hevur nakrar
berettigede forventninger.
Fyri tað fyrsta er tað
eingin spekulatiónsvági í
lestarlánum eins og nevnt
er í døminum frá SKAT. Fyri
tað næsta útvísir landið
óstabilitet við at lóggeva við
virknað aftur í tíðina við tí
endamáli at skava sær nakrar
"molar" til landskassan og
samstundis traðka á nøkur
fíggjarliga veik. Fyri tað
triðja er spurningurin, hvat
landið so kann lóggeva seg til
afturvirkandi á øðrum meira
eymum økjum, har væntandi
nógv størri vinningur kann
fáast til vega? At enda er tað
grundleggjandi í einum landi
við fólkaræði, at borgarin
kennir
sína
rættarstøðu.
Tað økir sjálvandi um krav
ið, at tað mugu vera sera
átroðkandi atlit, ið kunnu
rættvísgera eina afturvirk
andi lóggávu.
Lítla inntøkan til landið,
men tunga byrðan hjá tí
lántakaranum
Sambært síðu 218 í við
merkingunum
til
fíggja
lógaruppskotið fyri 2011 fer
rentuhækkingin á lestar
lánum at geva landinum eina
meirinntøku áljóðandi 1,4 mió
kr. í mun til árið í fjør. Um so
er, at tey ungu lesandi skulu
revsast við tveimum eyka %
um fyri at geva landinum 1,4
mió. krónur í meirinntøku
samanborið við undanfarna
fíggjaár, má okkurt vera heilt
galið í Føroyum!
Tað er av týdningi at hava
í huga, at tey eru allarhelst
nógv, sum hava havt brúk
fyri hesum góða lestrarláni.
Hetta kann m.a. skyldast
fíggjarligu korunum hjá lán
takaranum ávikavist heimi
num, sum hava gjørt tað neyð
ugt fyri hesi í fyrstu syftu at
átaka sær lestrarlánið.
Harafturat má væntast, at
lántakararnir hava innrættað
seg eftir bert at skula gjalda
tað, ið upprunaliga varð av
talað. Tó er tað sjálvandi
einum og hvørjum klárt, at
diskontan hjá Tjóðbankanum
kann flyta seg upp og niður
eftir. Hinvegin stendur einki
– hvørki í lánsbrævinum ella
aðrastaðnis – at landið fyri
heldur sær tann rætt at lóg
geva, sum landið hevur gjørt.
Fleiri lántakarar hava ikki
goldið lánini niður, áðrenn
lógin kom í gildi. Tìskil
standa hesir við sviðið soð,
nú rentan er hækkað við 2%
yvir diskontuna. Fyri fleiri,
sum í dag standa hart í tí,
kann hetta verða ein tung
byrða.
Niðurstøða
Niðurstøðan má tískil vera
við støði í grundleggjandi
lógarmeginregluni,
at
1,4
mió kr. í meirinntøku fyri
fíggjaárið 2011 í mun til
fíggjarárið
2010
ikki
er
“bydende nødvendigt”, um
hugsað verður um avleið
ingarnar, ið hetta fær fyri
lántakararnar, ið allarhelst
hava havt eina góða orsøk at
taka lánið, tó undir følskum
fyritreytum. Harafturat eru
grundleggjandi
demokrat
isk elementir í einum rættar
samfelag, har borgarin skal
kunna innrætta seg eftir og
gjøgnumskoða
avleingar
nar av einum lógarinntrivi,
skúgvað til viks, tá ið tað
eftir mínum tykki ikki er
"bydende nødvendigt".
Kjak
Torkil V. Rasmussen
BA.jur
Hevur landið loyvi til at hækka
%-satsin á lestrarlánum?
Týsdagin tann 11. Jan. 2011 fingu fleiri lesandi við
lestrarlánum frá STUDNA nøkur skelkandi boð
80 ára
føðingardagur
4. mars fyllir
Thomas K. Vilhelm,
Vágur, 80 ár.
Tey, ið ynskja at
heilsa uppá hann
eru vælkomin
hjá dóttrini á
Spógvavegi 16 í
Tórshavn frá kl. 18
leygardagin 5. mars.
80 ára
føðingardagur
Fríggjadagin 4.
mars, verður Anna
Egholm í Havn,
ættað av Glyvrum,
80 ár. Dagurin
verður hildin í
hølunum hjá Starvs
mannafelagnum, J.
H. Schrøtersgøta 9.
Har verður opið hús,
frá kl. 10.30 til 15. Øll
eru vælkomin.
70 ára
føðingardagur
Leygardagin 12.
mars, verður
Anfinnur Huus
gaard, Syðrugøta, 70
ár. Dagurin verður
hildin í Valhøll kl.
19. Tey ið vilja heilsa
uppá Anfinn, verða
vinarliga biðin um
at siga frá innan 3.
mars, á tel. 441378
ella 211378.
65 ára
føðingardagur
11. mars verður
Ellbjørg Davidsen,
65 ár. Dagurin
verður hildin
6. mars í Starvs
mannafelagnum
frá kl. 1317. Øll
eru hjartaliga
vælkomin.
30 ára
føðingardagur
7. mars verður
Niels Heðin Gaard
Joensen 30 ár.
Dagurin verður
hildin í hølinum hjá
Frelsunarherinum
í Tórshavn tann 12.
mars frá kl. 18. Tey
ið vilja glaða meg,
við at halda dagin
saman við mær,
verða vinarliga
biðin um at siga frá
innan 3. mars á tlf.
316422 ella 221364.
Brúdleyp
5. mars giftast
Sólbjørg Jacobsen
og Hans Filip Mohr
Jakobsen í Kelduni
í Skálabotni.
Vígslan verður kl.
13 og receptión
verður í Kelduni
beinleiðis eftir
vígsluna. Øll eru
vælkomin.