Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannensen Jan Pytlick verður biðin um at seta orð á, hví menniskju elska at vinna. – At vinna er ein týðilig stað­ festing av, at uppgávan er væl úr hondum greidd. Tú kann hyggja aftur á eina langa tilgongd og siga, at tað er eingin, sum hevur dugað eins væl. Vit eru komin á mál og hava rokkið nøkrum málum. Vit vinna og fáa kensluna av at eydnast. Tí er hin vegin ikki undarligt, hví vit hata at tapa. Tá hava vit gjørt nak­ að skeivt og iðra okkum um, hví vit ikki gjørdu øðrvísi, tekur 43 ára gamli hondbóltsvenjarin til. Jan Pytlick hevur verið millum bestu donsku hondbóltsvenjararnar í nógv ár. Hann hevur drúgvar roynd ir sum maðurin á síðulinjuni. Pytlick hevur havt evstu ábyrgdina av danska kvinnulandsliðnum í tveim um reisum við glæsligum úrs litum. Gullmerki frá olympisku leik­ unum, heims meistara kapp ingini og evropameistara kapp ingini prýða mill um annað hansara steypaskáp. Avloysti Wilbek Jan Pytlick tók við sum landsliðs­ venjari hjá kvinnum í 1998. Ulrik Wilbek hevði vunnið liðið upp á ovastu tindarnar í altjóða hond bólti, tá tað brádliga stóð tá­ verandi 30 ára gamli Pytlik av Thurø at loysa mest vinnandi danska venjaran av og standa á odda fyri heimsins besta kvinnuliði. Av bjóð­ ingin var møtumikil. Hann var greiður yvir, at tað kundi nærmast bara fara ein veg. Hann vísti fyrst til boðnum aftur, áðrenn hann segði seg vera sinnaðan at royna seg. – Tess størri og torførari avbjóð­ ingin er, tess størri er vandin fyri at mislukkast. Hinvegin er ofta neyð­ ugt at leypa út í tað, uttan at hugsa um vansarnar. Vit læra eina rúgvu um okkara persónligu eginleikar, tá vit kroysta okkum út á markið. Dugir tú at snara einum tapi á høvd ið og hugsa konstruktivt, so er tað læruríkt at tapa og fáa ein ordiligan undir vangan. Tá veitst tú, hvat krevst. Tað ræður um at duga at tapa og at duga at vinna, vísir Jan Pytlick á. Hann hevði fyrilestur fyri før­ oyskum ítróttarvenjarum um viku­ skiftið. Hann greiddi teimum frá, hvussu tú byggur upp eitt vinnara­ lið frá grundini. Tak móti øllum Jan Pytlick býr á Thurø. Hann er út lærdur múrari og arbeiddi eitt skifti hjá pápa sínum, ið sítt egna múr ara virki. Pytlick var íðin hond­ bóltsspælari, men noyddist at geva skarvin yvir sum 19 ára gamal. Boð­ ini frá læknanum vóru greið. Hann varð illa skaddur í økslini og fór ongantíð at spæla hondbólt aftur. Hann var heldur ikki førur fyri at arbeiða. Tá fór Pytlick undir yrkis­ leiðina sum venjari, og 31 ára gamli Jan Pytlick hevði staðið á odda fyri Team Esbjerg og GOG, tá tað stóð hinum í boði at vera lands liðs­ venjari í 1998. Úrslitini vóru góð. Danska kvinnu landsliðið vunnu olympisku leik irnar í 2000 og 2004, umframt evropa meistaraheitið í 2002. Jan Pytlick sigur, at, hóast hann hevur evstu ábyrgdina av liðnum, so samstarvar hann við leikarnar um endaligu avgerðirnar. Tað tor­ førasta við venjarayrkinum er hin­ vegin at fáa spælararnar at reisa seg aftur sinnisliga. – Menniskju sveiggja nógv men­ talt. Summar tíðir eru vit heilt á tindinum, men aðrar tíðir vil einki, sum vit ynskja. Tað er tor ført at fáa spælarar at reisa seg aftur eftir eitt tap. Soleiðis er hjá øll um. Tað er skjótt at missa alt á gólv ið. Avbjóðingin er at koma fyri seg aftur, og tað krevur nógv av okkum. Tá vit hinvegin hava funnið fóta­ festið aftur, hava vit lært ómetaliga nógv, sigur Jan Pytlick. Hann var gestur í Hvonn Live leygarkvøldið. uni@sosialurin.fo Tolið tapini Hondbóltur Dugir tú at snara einum tapi á høvdið og hugsa kon struk­ tivt, so er tað læru­ ríkt at tapa og fáa ein ordiligan undir vangan, heldur Jan Pytlick, danskur landsliðsvenjari. Hann var í Føroyum um vikuskiftið FAKTA: Navn: Jan Pytlick Føðingardagur: 5. juni, 1967 Aldur: 43 ár Bústaður: Thurø Útbúgving: Múrari Starv: Hondbóltsvenjari Yrkisleið: • GOG, kvinnur, 1991-1995, 2006 – • Team Esbjerg, menn, 1995-1997 • GOG, menn, 1997-1998 • Danmark, kvinnur, 1998-2005, 2007 – – Tess størri og torførari avbjóðingin er, tess størri er vandin fyri at mislukkast. Hinvegin er ofta neyðugt at leypa út í tað, uttan at hugsa um vansarnar, sigur Jan Pytlick Mynd: Álvur Haraldsen Gullmerki frá olympisku leikunum, heimsmeistarakappingini og evropameistarakappingini prýða millum annað steypa­ skápið hjá Jan Pytlick