mánadagur 28. februar 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25
28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
– Vit vistu, at vit komu at raka og
sára fólk í felagsskapinum, men
kundu vit finna eina loysn, kundi
nakað gott koma burturúr. Vit føldu,
at FSF var í einari keðiligari støðu
og ikki kom víðari, og tá feløgini
eiga felags skapin og formenninir
mynda feløgini, valdu vit at tosa
um loysa knútarnar.
Soleiðis tók formaðurin í KÍ,
Tummas Lervig, saman um útskift
ingina av starvsnevndar limum,
sum nú er gjøgnumførd yvir tveir
aðal fundir í Fótbóltssambandinum.
Samstundis undirstrikaði hann, at
alt hetta nú var søga og talvan vask
að rein, so nú ráddi um at koma
víðari.
Á aðalfundinum í fjør fóru Rúni
Heinesen, Magnus á Stongum og
Sveinur Tróndarsson úr nevndini,
og undan hesum fundinum fór
Niklas á Líðarenda eisini út. Í fjør
tók Høgni í Stórustovu forsetavalið
og tapti, og somu lagnu fingu Karl
Vidtfeldt og Niclas Davidsen, ið
eisini valdu at lata seg stilla upp
aftur, hóast stórur meiriluti av
feløg unum vildi hava teir út – eins
og hinar, ið undan vóru farnir.
Tølini talaðu eisini, tá starvs
nevndarvalið var á aðalfundinum
leygardagin, tí Jógvan Páll Joensen
fekk 37 atkvøður, Heðin D. Poulsen
31 og Trygvi Mortensen 29, so teir
blivu allir valdir sum nýggir limir
við stórum meiriluta aftan fyri seg.
Hinvegin fingu Karl Vidtfeldt og
Niclas Davidsen bara ávikavist átta
og seks atkvøður.
Eydnaðist partvíst
Hóast Karl og Niclas aftaná blivu
valdir sum varalimir við 22 at
kvøðum í part, var tað ikki meira
sann førandi enn so, at fleiri av
feløgunum heldur sóu, at teir full
komuliga tóku seg úr nevndar
arbeið inum. Mortan Poulsen og
Kristian Dahl vóru eisini í uppskoti,
tí fleiri feløg vildu ikki lata hinar
báðar koma inn sum sjálvskrivaðar
varalimir, men Mortan og Kristian
fingu ávikavist 17 og 13 atkvøður, so
heilt á mál kom útskiftingin ikki.
Tað var annars ein breið semja
millum formenninar í feløgunum
á heysti í 2009, ið legði botn undir
útskiftingina, og leygardagin var
ein lítil undanfundur, har roynt var
at fáa øll at halda fast við semjuna.
Hetta eydnaðist bara partvíst, men
óansæð, so tykjast allir partar nú
vilja leggja hetta aftur um seg og
koma víðari.
– Eg vil ynskja teimum nýggju
tillukku og síggi fram til gott sam
starv, samstundis sum tað altíð er
tungt at siga farvæl við fólk, sum
hava verið leingi við, segði FSFfor
setin, Christian Andreasen, tá hann
at enda takkaði fyri ein góðan og
siðiligan aðalfund.
hilmarjan@sosialurin.fo
Øll starvsnevndin útskift
Fótbóltur Jógvan Páll Joensen, Heðin D. Poulsen og Trygvi Mortensen komu inn við
stórum meiriluta, meðan Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen bert fingu fáar atkvøður
NÝGGIr Í NEVNDINI
Teir tríggir nýggju nevndarlimirnir í Fótbóltssambandinum, ið leygardagin høvdu stóran meiriluta
aftan fyri seg. Frá vinstru Trygvi Mortensen, Heðin D. Poulsen og Jógvan Páll Joensen
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Øll 22 limafeløgini í Fótbólts
sam bandinum vóru møtt upp til
aðalfundin í FSFhúsinum leygar
dagin. Fyrr plagdi aðal fundurin
at byrja klokkan 10 og endaði við
døgurða um miðdags leitið, men
hesa ferð var døgurðin fyrst á
skránni klokkan 12 og so byrjaði
aðalfundurin klokkan 13. Av tí
sama gjørdist talan um ein heldur
drúgvari aðalfund enn vanligt, tí
hann vardi í næstan hálvanfjórða
tíma.
Áðrenn fundurin byrjaði, segði
FSFforsetin, Christian Andreasen,
nøkur orð um Andrias Poulsen úr
Gøtu, sum doyði herfyri. Andrias
var kanska mest kendur frá døming
og var eitt nú altjóða linjudómari, og
eisini var hann seinasti formaðurin
í GÍ. Tøgn var í eina løtu honum til
minnis, og so var annars klárt at
fara undir sjálvan aðalfundin.
Eftir ársfrágreiðing forsetans
og framløguna av grannskoðaða
roknskapinum,
bar
litaviska
UEFAumboðið
á
fundinum,
Liutauras
Varanavicius,
fram
eina heilsan og rundaði av við
at ynskja Føroyum góða eydnu í
kom andi undan kappingunum hjá
U21 og Alandsliðunum. Liutauras
Varanavicius er eitt kent andlit
í Føroyum og hevur vitjað fleiri
ferðir.
Aðalfundurin samtykti millum
annað, at nú hava øll feløg eina
atkvøðu á aðalfundinum, men um
tey hava bæði vanksnamanna og
ungdómslið, fáa tey tvær atkvøður.
Hetta uppskot hevði beinanvegin
við sær, at FC Hoyvík Undri FF og
FF Giza fyri fyrstu ferð á aðalfundi
í Fótbóltssambandinum fingu at
kvøðuseðil útflýggjaðan, tí tey nú
høvdu eina atkvøðu í part.
Eisini varð einmælt samtykt,
at EB/Streymur skuldi takast upp
sum nýggjur limur í Fótbólts sam
bandinum, nú EB/Streymur er lima
felag og ikki bert ein felagsdeild hjá
EB og Streymi.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fótbóltur
Aðalfundurin
hjá Fótbólts
sambandinum
gjørdist drúgvari
enn vanligt, men
annars var tann 32.
í røðini lítið øðrvísi
enn teir undafarnu
Øll feløgini møttu
Mynd: Álvur Haraldsen