mánadagur 28. februar 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25
30
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 ÍF
18
16
2
50
15
35
22
2 Mjølnir
19
12
7
41
28
13
17
3 SÍ
18
10
8
40
27
13
12
4 Fleyr
17
7
10
25
36
-11
9
5 TB
18
0
18
4
54
-50
0
TB-Mjølnir 0-3 (18-25, 18-25, 15-25)
ÍF-SÍ 3-1 (25-13, 24-26, 25-21, 25-14)
Mjølnir-Fleyr 3-1 (25-19, 25-23, 15-25,
25-21)
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 Mjølnir
18
16
2
51
11
40
20
2 Fleyr
18
15
3
48
18
30
19
3 SÍ
18
13
5
43
24
19
15
4 ÍF
18
10
8
35
30
5
12
5 TB
18
8
10
31
38
-7
9
6 Ternan
18
5
13
20
43
-23
7
7 Dráttur
18
2
16
22
50
-28
3
8 KÍF
18
3
15
14
50
-36
3
Ternan-KÍF 3-0 (25-17, 25-21, 25-17)
Dráttur-ÍF 1-3 (20-25, 25-22, 15-25, 19-25)
TB-Mjølnir 1-3 (25-20, 23-25, 24-26, 22-25)
SÍ-Fleyr 1-3 (25-22, 22-25, 23-25, 19-25)
Hilmar Jan Hansen
Alt talar fyri, at FM-finalan í Eik-
liguni hjá kvinnum í ár verður
millum tvey av teimum gomlu
feløg unum, ið fyrr plagdu at
dominera kvinnu flogbóltin. Mjølnir
og Fleyr eru ávikavist fimm og fýra
stig framm an fyri SÍ á triðja plássi,
og við bert trimum dystum eftir, er
SÍ-møguleikin burtur.
Dysturin, ið var avgerandi fyri
hetta, var tann í Sørvági í gjár mill-
um SÍ og Fleyr. Kravið til SÍ var, at
liðið skuldi vinna, tí annars gjørdist
gloppið ov langt upp til tey bæði
liðini omanfyri. Tað sá eisini út til
at byrja væl, tá SÍ vann fyrsta sett,
men kortini rakk tað ikki.
Fleyr svaraði væl aftur og vann
tey bæði næstu, ið vóru jøvn og
spennandi, og í fjórða setti, tá síðsta
útkall var hjá SÍ at svara aftur,
gjørdust tølini enn meira sann før-
andi. Fleyr fekk tí veruliga víst, at
liðið, ið ikki hevur megnað tingini
seinnu árini, aftur er at finna heilt
har frammi í fremstu røð.
SÍ, sum hevur verið føroya-
meistari trý ár á rað og greipu-
vinnari síðstu tvey árini, megnaði
ikki at steðga havnarkvinnunum,
ið ongantíð hava vunnið steypa-
kappingina og annars skulu leita
heilt aftur til 1997 eftir síðsta meist-
ara heitinum.
Mjølnir enn á odda
Her verður so í øllum førum annar
gullvinnari, tí samstundis gjørdi
Mjølnir sína skyldu í dystinum
ímóti TB í Trongisvági. Eisini her
byrjaði heimaliðið betur og vann
fyrsta settið, og hóast tey trý
eftir fylgjandi vóru sera tøtt, vann
Mjølnir tey øll. TB hevur ikki sæð út
av tí stóra í síðstuni, men í gjár var
øðr vísi, hóast tað er í seinna lagi.
Sigurin merkir, at klaksvíks-
kvinnur framvegis eru á odda við 20
stigum, eitt meira enn Fleyr, og um
tann støðan heldur sær, verður tað
Mjølnir, ið tryggjar sær heimadyst í
einari møguligari triðju finalu, um
føroyameistaraheitið ikki er av-
gjørt í teimum báðum fyrru finalu-
dystunum.
Hinir báðir kvinnudystirnir, sum
blivu spældir leygardagin, vóru
innanhýsis uppgerðir millum fýra
tey niðastu liðini. Ternan hevur
sum upp flytari staðið seg sera væl
og vann eisini ein sannførandi 3-0
sig ur á KÍF, meðan ÍF, ið eitt skifti
hevði hug at blanda seg upp í odda-
stríðið, vann 3-1 á Drátti.
Í kvøld klokkan 18 verður ein
dystur í Sørvági, tá SÍ tekur ímóti
TB. Skal SÍ gera sær nakrar allar-
síðstu vónir um eina FM-finalu,
er kravið í øllum førum ein sigur.
Vinnur TB hinvegin, er tað eisini
teo retiskt avgjørt, at FM-finalan
hjá kvinn unum verður millum
Mjølnir og Fleyr.
Mjølnir og
Fleyr í finaluni
Kvinnuflogbóltur Við sigri á SÍ í gjár, tryggjaði Fleyr sær
pláss í FM-finaluni, sum verður ímóti Mjølni. Nú bara trý umfør eru
eftir, kann SÍ bara úti í fjaru teorini fáa annað av liðunum aftur
Hilmar Jan Hansen
Bæði fríggjakvøldið og í gjár
vóru menninir hjá Mjølni í
gongd, men í báðum førum
fingu teir tað, teir komu eftir.
Suðuri í Trongisvági vann
Mjølnir fyrst 3-0 á TB, ið fylgdi
væl við tey bæði fyrstu settini,
men síð ani dragnaði í tí triðja,
og í gjár eydnaðist aftur Mjølni
at gera ein vørr ímóti Fleyr.
Herfyri spældu Mjølnir og
Fleyr ein spennandi fimm sett-
ara, ið endaði 3-2 til Mjølnir.
Tað merkti, at Fleyr var úti
úr kappingini um finalupláss.
Tá liðini aftur møttust í Bad-
mintonhøllini í Klaksvík í gjár,
vann Mjølnir sannførandi 3-1.
Mjølnir tók fyrstu tvey settini,
tapti triðja, men avgjørdi so.
Á Kambsdali tók ÍF ímóti
SÍ, og hóast sørvingar vunnu
annað sett og bitu frá sær í
triðja, blivu teir avsmurdir
í fyrsta og fjórða setti, so ÍF
trygt kundi vinna 3-1. Hetta
merk ir eisini, at ÍF hevur
tryggjað sær heimavøll í einari
møgu ligari triðju finalu, tí ÍF er
fimm stig betri enn Mjølnir og
hevur spælt ein dyst minni.
Somuleiðis merkti hetta
úrs litið, at menninir hjá SÍ ikki
røkka í FM-finaluna í Eikliguni,
tí teir eru fimm stig aftan fyri
Mjølnir, men kunnu bara vinna
fýra stig aftrat.
hilmarjan@sosialurin.fo
Tað
verða ÍF
og Mjølnir
Mansflogbóltur ÍF er langt síðani
í FM-finaluni, men eftir dystirnar
um vikuskiftið eydnaðist Mjølni
at tryggja sær hitt finaluplássið
Hilmar Jan Hansen
FM-finalurnar í Eikligunum hjá
kvinn um og monnum verða spældar
síðsta vikuskifti í mars mánaði, og
har møtast tey bæði liðini, ið enda á
tveimum teimum ovastu plássunum
í landskappingini. Finalurnar verða
spældar sum best av trimum.
Leygardagurin
26.
mars
og
sunnu dagurin 27. mars eru settir
av til endamálið, og spælt verður í
ítróttar høllini á Eiði, líka sum í fjør.
Báðar dagarnar spæla kvinnurnar
klokk an 14 og menninir klokk an
16.
Vinna liðini hvør sína finalu,
verður triðja og avgerandi finalan
spæld leygardagin 2. apríl, og tá
hevur tað liðið heimavøll, ið endaði
fremst í landskappingini.
Aftur á Eiði
flogbóltur FM-finalurnar í flogbólti hjá bæði kvinnum og
monnum verða aftur í ár spældar í ítróttarhøllini á Eiði
finalufagnaÐur
Kvinnurnar hjá Fleyr kundu saktans frøast eftir sigurin
í Sørvági í gjár, tí hann merkir, at Fleyr kemur í FM-
finaluna, har mótstøðuliðið verður Mjølnir
Mynd: Álvur Haraldsen