Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Manchester, Carrington Bæði Manchester City og Man­ chester United hava sínar venj­ ingar støðir á Carrington­økinum nakað uttan fyri miðbýin í Man­ chester. Ein smalur vegur førur til Carrington, og økið kring venjingar­ støðina hjá Manchester City kundi eins væl verið eitt øki úti á land­ inum í Føroyum. Brádliga snarar hýruvogns før­ arin til vinstru og kemur fram á ein ljósabláan bumm. Í búrinum fyri endan á bumminum hyggur ein eldri maður leitandi at hýrivogninum. So skjótt hann sær, at tað er Gunnar, ið situr aftanfyri, er hann skjótur at lova hýrivogninum framvið. Hýrivognurin koyrir fram til inngongina til Carrington og steðgar. Tað eru fáir bilar á par­ kerings økinum, tí flestu leikar ar­ nir eru á gistingarhúsi, tí teir skulu spæla um kvøldið. Eldri harrin í búrinum, sum er um tey hálvt­ hundr að, hevur brett upp ermar sær og kemur gangandi við einum stór um smíli. Hann spyr Gunnar, hvussu hann hevur tað. Gunnar má hava hjálp fyri at sleppa úr hýri vogninum, so ilt hann hevur í knænum. Eisini í inngongini eru fólk fyrikomandi og smílandi, tá Gunnar kemur inn á høkjum. Leið in gongur inn gjøgnum eina smala gongd, har myndir av fleiri av núverandi leikar­ unum eru á vegg inum. Gunnar fer beina leið til við gerð fyri at fáa staðfest, hvussu álvar samur skaðin er. Meðan Gunnar fær viðgerð fyri skaðan vísir eldri harrin, sum er skoti, Sosialinum runt á Carrington. Í vektrúminum er ein skadd ur Nigel de Jong í holt við at styrkja sær bringuna, meðan Adam Johnson, sum eisini er skadd­ ur í løtuni, roynur at styrkja sær beinini, meðan hann tykist senda eitt sms við fartelefonini. Á ein um sjónvarpsskýggja uttanfyri mat­ stovuøki á Carrington er ein mynd av Gunnari Nielsen við eini heilsan um góða betring. Stutt eftir kemur enski lands­ liðsleikarin, James Milner, inn í matstovuøki og sendur eina við­ merking eftir kokkinum. Kokkurin er skjótur at svara, og James Milner fer at flenna. Síðani fær hann mat­ in, hann hevur bílagt og settist við eitt borð. Stemningurin millum ar­ beiðsfólkini og leikararnar er sera góður. Tveir tímar seinni kemur Gunnar inn í matstovuøki og setur seg nið­ ur. Tíðindini eru ikki góð. Hann fer undir at greiða frá, hvat tað var sum hendi í dystinum móti Bolton sein­ asta mikukvøld. – Ein bóltur verður spældur inn um verjuna hjá okkum. Ein framherji hjá teimum kemur rennandi móti mær við einum verjuleikara hjá okk um í rygginum. Eg fari út ímóti fyri at verja fyri skotinum, men í somu løtu ger verjuleikarin hjá okk um eina takling. Tað endar við, at eg fái hansara knæ í skinnabeini hjá mær, sigur Gunnar og vísur við fingr inum rennimynstri hjá øllum leik arunum. Samanstoyturin er so harður, at skinnabeini hjá Gunnari setist afturav, áðrenn tað hoppar upp á pláss aftur. – Eg minnist bara, hvussu nógva pínu eg hevði. Eg var vísur í, at eg hevði brotið beini, tí eg merkti, hvussu skinnabeini flutti seg og hopp aði upp á pláss aftur. Eg hugsaði við mær sjálvum, at hetta er heilt galið. Eg minnist eisini, hvussu lærið spenti seg saman og blóðið fór at pumpa. Eg rætti hondina upp fyri at siga frá, at eg hevði brúk fyri hjálp umgangandi, sigur Gunnar og koyrir hondina upp í loft, meðan hann sigur frá. Gunnar varð borin av vøllinum á børi við iltmasku. Beini var um­ gangandi lagt í ein skinnara, og so gekk leiðin beint á sjúkrahúsið. – Eg kláraði næstan ikki at hugsa fyri pínu, meðan eg bíðaði eftir sjúkrabilinum. Tað gekk eitt korter áðrenn sjúkrabilurin kom fram, men tað kendist nógv longri. Eg mátti eisini fáa fatur á eini fartelefon, so eg kundi ringja heim og siga tað við tey nærmastu, so tey ikki fingu tað at vita aðrastaðni frá, og ikki vistu, hvat var hent, og hvussu eg hevði tað, sigur Gunnar. Føroyski landsliðsmálverjin hev­ ur fingið eina fyribils staðfesting av skaðanum, og tað sær ikki gott út. – Aftara krossbandið í knænum er farið og uttara liðbandið á knæ­ num, sum festur í skinnabeini, er loysna frá. Eisini er ein vøddi í knæ num illa farin, umframt at tað er nógv bløðin og veska í, so tað eru tríggir stórir skaðar í einum, sigur Gunnar tungur á málinum. Hóast tað er ringt at síggja nak­ að positivt í hendingini, er Gunnar takksamur fyri, at hann hevur Man chester City at hjálpa sær við skaðanum. – Vit hava fleiri hjálparfólk til dystirnar hjá okkum, og tað gekk skjótt at fáa hjálp eftir hendingina. Um eg skal síggja nakað gott í hesum, so má tað verða, at eg eri í góðum hondum her í Manchester City. Teir hava alla neyðuga tøkni tøka og fleiri fólk at taka sær av skadd um leikarum, sigur Gunnar meira bjartskygdur á málinum. Greitt er, at Gunnar spælir ikki fótbólt aftur fyribils, men hvussu leingi væntar hann sjálvur at vera úti? – Nú skal eg til ein serfrøðing í London týsdagin, men sjálvur eri eg innstillaður upp á, at hetta kann koma at taka heilt upp til eitt ár, tí skaðin er so umfatandi. Nú fáa vit so at síggja hvørji boð eg fái týs­ dagin, sigur Gunnar og tykist av­ klár aður við støðuna. Í løtuni er Gunnar als ikki gongu førur og má hava hjálp av høkjum fyri at koma vegin fram. Men hvussu sær Gunnar upp á fram tíðina? – Akkurát nú er tað strævið við krúkkum og eg fái ikki gjørt nógv, so nú hugsi eg bara um at koma at ganga aftur og fáa allar førleikar aftur. Eg tosi eisini nógv við Michael Johnson (Manchester City leik ari, blðm.), sum hevur havt ein líkn andi skaða, og hann er komin heilt fyri seg. Hann sigur, at knæið hjá honum er sum nýtt. Nú havi eg ein møguleika at hugsa um tingini í nakrar dagar, og eg havi betri mót upp á at koma fyri meg nú, sigur Gunnar og leggur afturat. – Eg má bara brynja meg við toli og eg eri klárur yvir, at hetta kann koma at taka langa tíð og tað sikkurt verða nógvir niðurtúrar á veg num. Eg eri tó sikkur upp á, at eg og Manchester City koma ígjøgn­ um hetta saman, sigur Gunnar av­ gjørdur. Hetta er triðji skaðin há Gunnari í hesum kappingarárinum. Fyrst gjørdist hann skaddur, tá landsliðið tapti tepurt í Estlandi. Síðani kom hann fyri seg til dystin móti Italia, men eisini her gjørdist Gunnar skaddur. – Hetta hevur verið eitt ótrúliga keðiliga kappingarár. Tveir teir fystru skaðarnir ávirkaðu nógv tíðina í Tranmere Rovers. Nú byrj­ aði tað at ganga gott aftur her í Manchester City, men nú hendir so hetta. Men aðrir leikarar hava verið skaddir og eru komnir fyri. Leik arar sum eitt nú Eidur Smári Gudjohnsen og Ruud van Nistelroy eru kendir leikarar, ið hava havt álvarsamar skaðar, men teir eru komnir fyri seg, so kann eg eisini, sigur Gunnar. Skaðin hjá Gunnari hevur við sær, at hann má geva sítt lands­ liðs pláss til onkran annað fyribils. Hvussu hevur hann tað við tí? – Eg eri vónbrotin, tí mær dámar væl at spæla á landsliðnum og tað er altíð stuttligt at møtast við hin um føroyinginum. Vit hava fingið nøkur góð úrslit í sein ast­ uni, so tað er keðiligt ikki at kunna spæla á landsliðnum. Nú verð ur so spennandi at síggja hvat lands liðs­ venjarin (Brian Kerr, blaðm) velur at gera. Har eru fleiri, ið vilja sleppa framat, men velur hann Jákup Mikkelsen aftur, so er hann avgjørt eis ini eitt gott val, sigur Gunnar. Hóast støðan hjá Gunnari nær­ mast er tragisk, so er tað eitt, ið Gunnar gleðir seg til. – Eg gramdi meg eina ferð í Dimmalæting um, at eg sum havnar maður ikki hevði verið á Ólav søku í fleiri ár. Um skráðin hjá mær verður løgt soleiðis til rættis, so hevði tað ikki verið so galið at sloppi á Ólavsøku fyri fyrstu ferð í átta ár, sigur Gunnar at enda við einum smíli. Á veg út út Carrington steðga øll starvsfólkini á og spyra Gunnar hvussu stendur til. Støðan hjá Gunnari er ring, men tað er torført at ímynda sær, at hann kann fáa betri umstøður at koma fyri seg enn í Manchester City. trondur@sosialurin.fo Sekundið sum broytti alt Fótbóltur Eftir einum sekundi fór Gunnar Nielsen frá at ganga einari spennandi tíð á møti til at vera óarbeiðsførur í upp til eitt heilt ár. Í dysti fyri eykaliðið hjá Manchester City brast hann saman við øðrum leikara og gjørdist illa skaddur í knænum. Hvat hugsaði Gunnar beint eftir brestin og hvørjir tankar fara gjøgnum høvdið í tíðini eftir ein slíka skaða? Sosialurin hitti Gunnar á venjingarstøðini hjá Manchester City – Leikarar sum eitt nú Eidur Smári Gudjohnsen og Ruud van Nistelroy eru kendir leikarar, ið hava havt álvarsamar skaðar, men teir eru komnir fyri seg, so kann eg eisini, sigur føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen Hevði ikki verið so galið at sloppið á Ólavsøku fyri fyrstu ferð í átta ár