mikudagur 2. mars 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tað dregur út at fáa greiðu á,
um gamla trolbátin Búgvan
II antin sakk ella varð søktur
á Skálafjørðinum 25. mars
í fjør. Ákæruvaldið heldur
uppá, at eigarin søkti bátin
sjálvur, men maðuron noktar
seg sekan.
Herfyri var málið á rætt
ar listanum, men varð tikið av
aftur. Mánadagin var rætt
ar fundurin, men málið varð
ikki tikið upp til dóms tann
dagin, tí ákærin kravdi fleiri
kanningar gjørdar, og hesum
eftirlíkaði dómarin.
Politiið hevði ikki kannað
málið nógv væl, segði ákær in.
Búgvin II lá sum vrak við
bryggjuna á Toftum í longri
tíð, til ein maður keypti hann
í mars fyri 10 krónur.
Keypti fyri stálið
Ætlan hansara var alla tíðina
at høgga bátin upp, tí stálið
í skipinum var nakað vert,
segði hann í rættinum. Stálið
kundi seljast til Svøríkis.
24. mars fóru hann, ein
vinmaður og nøkur fólk aftrat
við tveimum gummibátum á
Toftir. Fyri at kunna sleipa
Búgvan, var neyðugt at seta
eina lensipumpu umborð og
aggregativ at geva streym.
Motorurin riggaði ikki, og
tí fóru tey at sleipa Búgvan
við tveimum gummibátum.
Upprunaliga ætklanin var
at sleipa Búgvan sama dag
inn í Skálafjørð og taka hann
upp har. Men tað tók longri
tíð enn vænta at sleipa, og
fólkini umborð vóru køvd,
og tí varð kósin í staðin sett
móti Skipanesi fyri at gera
ein steðg har, greiddi eigarin
frá í rættinum. Tey ivaðust
eisini í, um nóg nógv bensin
var í bátum og aggregati.
Tað gekk minni væl at
leggja at á Skipanesi, tí Búgv
in fór upp á ein flúr sunnan
fyri bryggjuna. Eina løtu tók
tað at fáa hann leysan.
Far avstað!
Tá ið teir høvdu bundið Búgv
an, kom havnameistarin om
an og segði við vinmannin
hjá eigaranum, at báturin
kundi ikki liggja har. Hetta
varð vinmaðurin biðin um
at siga við eigaran.
Løtu seinni ringdi eigarin
til havnameistaran fyri at
spyrja, um báturin ikki kundi
liggja har fyri náttina, men
tað var kortanei.
Stutt fyri midnátt fór
hann umborð aftur á Búgvan.
Hann visti ikki onnur ráð
enn at flyta hann eitt sindur
longur norður Undir øtueiði,
tí tað var í Eysturkommu.
Hann hevði ikki biið um
loyvi til tað, og hann hevði
heldur ikki biðið Runavíkar
kommunu um loyvi framm
anundan.
Ákærin spurdi eigaran, um
hann hevði tiki aggregatið
við sær í land á Skipanesi,
men tað noktaði eigarin at
hava gjørt.
Fór út einsamallur
Meðan vinmaðurin fór yvir
til gummibát sín, fór hin at
gera klárt, loysti og byrjaði at
sleipa Búgvan norðureftir.
Hann hevði einki samband
við vinmannin ímðan.
– Eg fekk ikki ringt, tí eg
hevði nóg mikið at gera í
bátinum, segði eigarin.
Vindurin lá av landi, og
eigarin kom í gummibátinum
við Búgvanum upp á sleip
longri og longri út á fjørðin.
Vinmaðurin kom ikki við
báti sínum, og ta
Vísti seg seinni, at hann
hevði ikki fingið bátin í
gongd.
Búgvin bleiv tyngri og
tyngri, og tá ið hann tók at
søkka, hevði hann kappað
endan við einum knívi.
Hann varð liggjandi á
fjørðinum eina løtu, sigldi
so inn. Hann ringdi til vin
mannin og bað hann hjálpa
sær at fáa gummibátin upp
á land.
Teir so gjørdu, koyrdu bát
in aftur til Havnar og fóru so
inn aftur til Runavíkar.
Ongantíð sagt so
Ákærin vildi vera við, at
eigarin hevði sagt við politiið,
at Búgvin var burturbeindur,
og at tað var gjørt við at loysa
botnventilarnar.
– Nei, hatta havi eg heilt
visti ikki sagt, segði eigarin,
sum sjálvur ongantíð hevur
verið niðri hjá Búgvanum.
Tað hevur hann ikki viljað
gjørt, so leingi sum málið
koyrir í rættinum.
Maðurin, sum meldaði eig
aran á Búgvanum, var fyrsta
vitni. Hann var umsjónar
maður í Eysturkommunu
og hevði sæð, at Búgvin var
komin inn á teirra øki.
Knappliga
var
Búgvin
horv in, og hann sá olju á
sjónum. Hetta var dagin
eftir. Hann hevði meldað av
illgruna um, at báturin var
søktur.
Nýggjar upplýsingar
Vinmaðurin, sum hevði verið
við, var eisini avhoyrdur sum
vitni. Hann greiddi m. a. frá,
at hann og ein felags vinur
hjá teimum tvær ferðir sum
froskmenn høvdu verið niðri
á Búgvanum, sum stóð beint
upp og niður á botninum.
Hetta var nýtt fyri ákær
anum, sum bað um at fáa
fundin útsettan. Hann vildi
hava fleiri kanningar gjørdar
og fáa skipakøn fólk at úttala
seg um, hvat skal til fyri at
eitt sllíkt skip kann søkka.
Verjin
mótmælti,
men
dóm arin valdi at lurta eftir
ákæranum.
Nær málið kemur fyri
rættin aftur, veldst um, nær
politiið er liðugt við sínar
nýggju kanningar.
Ákærin ásannaði í rætt
inum, at málið var sum heild
alt ov illa lýst av politinum.
Eigarin bíðar við at
fara niður á Búgvan
Málið um trolbátin Búgvan II, sum 25. mars í fjør fór til botns á Skálafjørðinum skal
lýsast betur enn tað var til rættarfundin mánadagin. Aðrir froskmenn hava verið niðri
á vrakinum, men eigarin noktar at fara við, til málið er avgreitt í rættinum
Mynd: Skipalistin