mikudagur 2. mars 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Samtakið Marine Harvest í
Noregi, sum føroyingurin,
Ragnar Joensen, nú skal
stan da á odda, er fleiri ferðir
so stórt, sum øll hin føroyska
ali vinnan tilsamans.
Útflutningshagtøl
hjá
Hag stovu Føroya siga, at
før oyska alivinnan í 2010
út flutti og seldi sløk 35.000
tons av laksi – og árið fyri var
tal ið góð 40.000 tons.
Men hetta er bert ein
brot partur av teirri nøgd og
so leiðis eisini tí umsetningi,
sum risafyritøkan, Marine
Har vest í Noregi, hevði í far
na ári.
Sosialurin
hevur
hitt
Ragn ar Joensen og hevur
spurt hann, hvussu stórt
nor s ka alisamtakið í veru
leika num er.
220.000 tons
Alivirksemið hjá Marine
Har vest í Noregi røkkur
frá
suður endanum
í
Noregi og heilt upp til
Bodøleiðina.
Her
verða
ald umleið 220.000 tons av
laksi. Aliøkini eru líka sum
býtt upp í fýra región ir. Ein
liggur har suðuri í landi
num, onnur verður rópt
vest, hin triðja mið – og so
hin fjórða norður.
Ragnar sigur, at hesar
regiónir koyra sum sjálv
støðug feløg við smolt støð
um, aling og virkjum.
Her arbeiða stívliga 1200
fólk, og regónirnar høvdu í
fjør ein samlaðan umsetning
á 8 miljardir krónur. Árið
í fjør eydnaðist sera væl,
og samtakið kom í fjør við
ein um avlopi á góðar tvær
miljard ir krónur.
Hann sigur, at Marine
Har v est hevur virksemi í
um leið 20 ymiskum londum.
Samtakið hevur aling
av laksi í eitt nú Noreg, Før
oyum,
Skotlandi,
Írlandi,
Chili og Kanada, sigur Rag
nar Joensen.
Kom óvart á
Tá Føroyar er ein lítil alitjóð
í mun til Noreg, spurdu
vit nýggja stjóran í stóra
alirisanum, hvussu tað ber
til, at hann fekk møguleikan
at standa á odda fyri hesum
vel duga samtaki?
Ja, tað kom kanska eisini
eitt sindur óvart á meg. Men
eg helt tað vera stuttligt at
taka av, tá eg fekk ein slíkan
møgu leika.
Er søkt eftir stjóra – ella er
hetta eitt tilboð, sum tú hev
ur fingið. Hvussu hongur tað
saman?
Ja, hetta er eitt tilboð,
sum eg havi fingið, sigur Rag
nar Joensen.
Hvør verður so uppgávan
hjá tær sum stjóri í sam taki
num?
Ja, hetta er so størsta ali
sam tak, sum er í heiminum
í dag. Ein slík uppgáva er
stór. Vit koma í nógvum
før um at ganga undan, og
vit koma ivaleyst at ganga
nýggj ar leiðir fyri at finna út
av, hvønn veg fyritøkan skal
fara.
Hann leggur tó dent á, at
uppgávan í fyrsta lagi verður
at fáa hesi 220.000 tonsini,
sum verða ald kring um í
No regi, runt ymsastaðni í
heimi num, sum Ragnar tekur
til.
Gongur væl
Sosialurin spurdi, um Marine
Har vest í Føroyum hevur
havt so góð úrslit at vísa á,
at hann av hesum er vorðin
skikk að ur til eitt stjórastarv
í einari so stórari fyritøku?
Tað er ivaleyst ein fyri
mun ur, at úrslitini hava verið
góð. Hetta er gott at hava við
sær, men tað er ikki hetta
einsa malt sum ger, at starvið
er fallið mær í lut. Taka vit
Noreg og býta landið sundur
í regiónir ella smærri økir,
kun nu fleiri vísa á úrslit,
sum eru enn betri enn tey, vit
kenna í Føroyum, sigur hann.
Flytir familjan til Noregs
sam an við tær at búgva?
Ja, vit ætla okkum at
royna at búgva í Noregi í
hvu s su er. Eg fari yvir fyrst,
og síðan er ætlanin at fáa
familju na við yvir til Noregs.
Ragnar sigur, at hann
meiri ella minni longu er
byrj að ur í starvinum hjá
Marine Harvest í Noregi.
Tá nakrar vikur eru
farn ar, vænti eg, at eg komi
at verða meiri fast í Bergen,
legg ur hann aftrat.
Góð útlit
Ragnar Joensen vísir á, at
Marine Harvest í Føroyum
hev ur verið skipað undir
sam takinum í Noregi, og
tí held ur hann fram sum
stjóri í føroyska partinum
eisini.
Á tann hátt er ikki
neyð ugt at gera tær heilt
stóru broytingarnar her
heima, sigur hann.
Spurdur, um útlit fyri
ali vinnu um okkara leiðir í
2011, held ur hann, at útlitini
eru góð.
Men tað verður nógvur
fisk ur tikin, serliga í seinnu
hálvu í ár. Sum við øllum
vinn um, tá útboðið er stórt,
plag ar tað eisini at ávirka
prísir nar, og soleiðis verður
tað helst eisini her.
Ragnar sigur seg ikki
væn ta, at tær gyltu tíðirnar,
sum hann rópar gongdina
sein nu árini, fara at vara so
ógvu liga leingi aftrat.
Men eg vænti, at tað fer
nokk at gagna kortini, og tað
fer neyvan at verða heilt gal
ið, leggur hann aftrat.
Marknaður í USA
Sosialurin spurdi eisini Rag
nar Joensen, hvussu gongur
við føroyska marknaðin í
USA.
Er Chili komið so mik ið
við aftur, at vit fáa trupul
leik ar við at veksa um
nøgd ina á feskum laksi á
amerikans ka marknaðinum?
Nei, Chili er ikki rættiliga
komið fyri seg enn, men
soleið is, sum út sær, kemur
ali vinn an í landinum meiri
og meiri fyri seg í seinnu hál
vu í ár. Um teirra vørur koma
á júst sama marknað, sum vit
hava í USA, fáa vit at síggja,
tá Chili aftur fer at veksa um
sín ar nøgdir til USA.
Hann vísir á, at føroyska
ali vinnan serliga selir heilan
fisk til sushimarknaðin í
USA, meðan chilenar í størri
mun hava selt fløk.
Fløkini eru ikki á sama
hátt komin inn á sushi
mark naðin í USA, har feski
laks urin úr Føroyum kemur,
sig ur Ragnar Joensen.
vilmund@sosialurin.fo
Ragnar stjóri í heimsi
Stjórin í Marine Harvest í Føroyum, Ragnar Joensen, verður nú stjóri í heimsins størsta alisamtaki, Marine Harvest
í Noregi. Hann er so smátt byrjaður í hesum starvi, og kemur at halda fram sum stjóri í føroyska partinum av
fyritøkuni eisini. Ætlanin hjá honum og familjuni er at flyta til Noregs, haðani hann kemur at ganga á odda í eini
risafyritøku, sum í fjør hevði ein umsetning á 8 miljardir krónur og eitt avlop í rakstrinum á 2 miljardir krónur
... vit
koma at
ganga
undan, og
vit koma
ivaleyst
at ganga
nýggjar
leiðir...
RAGNAR JOENSEN
... tá
nakrar
vikur eru
farnar,
vænti eg,
at eg komi
at verða
meiri fast í
Bergen...
RAGNAR JOENSEN
... hetta er størsta
alisamtak, sum er í
heiminum í dag, og ein
slík uppgáva er stór...
RAGNAR JOENSEN
Ragnar Joensen væntar ikki, at gyltu tíðirnar, sum hann rópar gongdina hjá alivinnuni seinnu árini, fara at vara so ógvuliga
leingi aftrat. Tó fer tað nokk at ganga, leggur hann aftrat. Myndin tikin á einum av virkjunum hjá Marine Harvest í Noreg