Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 14 Miðvikan Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 10. partur T að hendi ein syrgilig vanlukka hjá Peter Veis. Eg veit ikki hví, hann hevði hetta navn. Her vóru fleiri børn. Tað elsta av teimum, ein drongur, datt í eina grýtu, og skáldaðist til deyða. Hann var um mín aldur og hevur verið um 3-4 ár tá. Hetta hevur bitið seg fast í mítt minni. Tað var eitt slíkt uppstandilsi í grannalagnum, tá henda ólukkuliga mamman rópti um hjálp til sonin hjá sær. Hon hevði á fýrstaðnum kókað grind og spik og hevði júst tikið grýtuna útav fýrstaðnum, tá hesin lítli drongurin datt í henda kókandi løgin. Kjøtið losnaði frá beinagrindini, og hesin neyðars drongur útstóð nógv, áðrenn deyðin gav honum frið. Aftaná tann dag fingu vit beiggj- ar strong boð um at halda okkum frá kókandi løgi. Men hjá okkum var vandin ikki so stórur. Vit høvdu komfýr, og grýturnar við løgi vórðu ikki tiknar av komfýrinum. Hesin Peter Veis flutti seinni til Tvøroyri og kallaði seg Peter Weihe. Hann var pápabeiggi prestin Jákup Weihe. Long var so fornemmur I Kilerkanalini var eisini Longs hús. Her búði prentarin Georg Long, sum arbeiddi á Dimmalætting, og sum eisini átti húsini. Long, sum var dani, kom sum ungur prentari til Føroyar. Hann giftist við Svanhild Poulsen, sum hevði tvær ógiftar systrar búgvandi hjá sær. Tær høvdu mótahandil, mest við hattum. Hesar tríggjar systrarnar vóru altíð so snøgt ílatnar. Long varð roknaður at vera ein sera fornemmur maður. Hann var lítil av vøkstri og altíð sera væl ílatin. Tá ið hann var liðugur at arbeiða fór hann í myrkan klædning, og við silvurknappaðum stavi gekk hann niðan í klubban at fáa sær ein hjartastyrk og eitt prát við sínar klubbavinir. Klubbaverturin var ein kvinna frk. Ellen Poulsen. Hon stýrdi klubban við myndugleika, og evnaði at halda klubbalimirnar, sum allir vóru menn, frá sær. Hetta evnaði ein systir henn- ara ikki. Hon fekk eitt barn saman við einum fulltrúa á eini embætis- skrivstovu. Klubbaverturin tók sær hetta óhapp sera sær. Tað var jú eingin ungsveinur, sum vildi gifta seg við eina slíka »falna« kvinnu. Hon tók sær væl av systrini og dóttir hennara, sum seinni varð væl gift. Georg Long hevði bókmentalig áhugamál, og tað dámdi honum væl at kjakast við líkasinnaðar í klubbanum. Pápi, sum eisini var klubbalimur, var rættiliga hugtikin av Long. Ein dagin høvdu teir í klubbanum tosa um, hvussu ein »gentlemaður« kundi lýsast. Long kom at enda við teirri lýsing, at »ein gentlemaður er ein persónur, sum ikki trakkar á líktornini hjá einum øðrum.« Hetta helt pápi ljóða sera skilagott, og hann royndi eisini at fylgja hesum. Long var eisini virkin í tónleikar- lívinum í Havn. Tey hjá Long áttu tvey børn. Richard og Valborg. Tað var eingin ivi um, at hetta húskið varð roknað at vera uppi í teimum »fínu« í Havn. Børnini høvdu eisini góðar gávur. Richard byrjaði at lesa til lækna, men hann bleiv ikki liðugur. Tað varð sagt, at hann toldi ikki at síggja blóð. Men hann gjørdist so realskúlalærari og kom at hava stóran týdning fyri føroyska mentu- narlívið. Hann gjørdist eisini lands- stýrismaður í 1950 saman við mær sum løgmanni. Valborg giftist í Danmark, har hon fekk børn. Hon var millum tær fyrstu kvinnur, sum vóru virknar í Havnar Fimleikarfelag. Lesiklubburin Í Kilerkanalini búði eisini timbur- maðurin Christian J.M Christiansen, (1861-1924) vanliga kallaðir Ommu- kissa. Navnið kom av, at hann var føddur uttan hjúnalag og var uppvaksin hjá ommu síni. Pápi hansara var sýslumaðurin Daniel J. Danielsen í Søldarfirði, og hetta var alment kent. Sýslumaðurin var mammubeiggi Daniel J. Danielsen, Dollan, hvørs einastandandi lívs- søga, ikki minst frá Congo, júst er komin út í bók. Kona Ommukissa kallaðist Maria f. Jacobsen (1866- 1948). Hon var vinkona ommu mína. Hon plagdi vanliga at lesa upp, tá mamma hevði bindiklubb eina ferð um vikuna. Maria var ein sera intelligent kvinna. Hon hevði sum ung tænt hjá postmeistara Danielsen, sum var beiggi sýslu- mannin Danielsen. Klubburin var mikudagar. Tær komu saman í køkinum hjá okkum aftaná nátturða og pápi vanliga var farin til songar. Tað varð altíð lisið upp úr vikublaðnum »Hus og Hjem«, sum tær hildu í felag. Í blaðnum vóru røðir við skaldsøgum um kærleika og brotsverk. Mamma fjasaðist í køkinum, meðan Elsebeth Helena, mostir, bert sat og lurtaði. Eg haldi ikki, at tær nakrantíð høvdu nakað handarbeiði við. Tær livdu rættuliga við í skaldsøguni, sum var á skránni. Tað tyktist sum tær trúðu fult og heilt, at hetta vóru sannar søgur. Eg minnist eina ferð, eg fór framvið køkinum, meðan lisið var upp, hvussu tær gjørdu viðmerk- ingar so hvørt, sum hendingar fóru fram, sum »nei, sikke eitt beist at bera seg soleiðis at« ella »hatta hevði hatta búrbeistið gott av.« Mamma bjóðaði kaffi og køkur. Ommukissa og Maria áttu fýra synir. Jákup Baja (1888-1965) var bankastjóri á Tvøroyri. Hann var giftur við Andreu Arge (1891-1969). Tey vóru barnleys. Viggo (1892-1964) var giftur við Katrinu f. Petersen (1891-1959), sum hevði handilin Katrina Christiansen. Viggo var timburmeistari, men tók við handlinum, tá ið Katrina doyði. Børn teirra vóru Peter C., Maria og Haldor. Petur (1895-1923) var giftur við Vestinu Joensen (1892-1946). Tey áttu Peter F. Christiansen, kendur frá Dimmalætting. Hann doyði áðrenn sonurin varð føddur. Haldor doyði í 1924, bert 23 ára gamal. Allir fýra synir høvdu sera góðar gávur, men vóru eisini eitt sindur originalir. Borgharrastova So var tað eisini Borgharrastova. Tá eg var ungur búði her einkjan Anna við sínum trimum døtrum. Hon livdi av at hava pensjonat og at selja kleynur og bróstsukur, sum hon sjálv kókaði. Hetta smakkaði væl og kostaði 2 oyru stykkið. Tað vóru mest løgtingsmenn av bygd, og nakrir læraraskúlanæm- ingar, sum høvdu ráð til eitt slíkt innivist. Kristian Djurhuus: Kvinnurnar høvdu lesiklubb Hendan partin og teir komandi eigur Kristian Djurhuus einsamallur. Hann heldur áfram at lýsa havnarfólk, sum bæði er kend frá teirri tíðini, og sum vit hava hoyrt um í dag. Konur høvdu lesiklubb í staðin fyri bindiklubb. Men tað vóru eisini syrgiligar hendingar, sum tann, hesin partur byrjar við Christian Christiansen, Ommukissa, Maria og synirnirnir. Aftast f.v. Jacob og pápin Christian. Frammanfyri f.v. Haldor, mamman Maria, Petur og Viggo. Myndin er tikin umleið 1904 Myndaeigari: Viggo Christiansen Georg Long var eisini virkin í tónleikarlívinum í Havn. Henda tekning hjá William Heinesen lýsir Traber, Long, bakar Hansen og Dia við Stein spæla til konsert í “velgørenheds øjemed”