Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 15 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 Tað kostaði 3 kr um dagin fyri inni­ vist og mat. Tá fingu løgtingsmenn 4 kr. um dagin fyri vistarhald. Á hesum leiðum búði eisini Luddi í Dali og kona hansara Elsebeth. Her fekk eg eisini privata frálæru, áðrenn eg fór í kommunuskúlan. Saman við mær var systkinabarn mítt Lars Larsen úr Porkeri, sum var 5 ár eldri enn eg. Orsakað av vána­ ligum skúlaviðurskiftum í Porkeri var hann komin til Havnar at ganga í skúla. Døturnar hjá Ludda, sum vóru útbúnir lærarar undirvístu í skúlum í býnum, men tær skiftust um at undirvísa heima. Klæmint og Reynomma, »papp« omma og abbi hjá Jørgen Frants Jacobsen Millum tey menniskju sum standa klárast í mínum minni frá mínum barnaárum er Klæmint Jacobsen og kona hansara. Hana kallaðu vit brøður Reynomma. Hjúnini, sum vóru barnleys, høvdu eina vaksna fosturdóttir, Marin. Klæmint var ættaður úr Elduvík. Hann var mammubeiggi Marin. Tá ið hon misti mammuna, kom Marin til Havnar at vera hjá Klæminti og konuni. Marin giftist við Meinhard, son Jørgen Frants Jacobsen, skó­ makara. Teirra elsti sonur var Jørgen Frants Jacobsen, okkara kendi rithøvundur. Ein son kallaðu tey Klæmint. Reynabbi var faktor hjá handli­ num hjá Skibsted, sum abbi mín eisini arbeiddi fyri. Eg plagdi at koma við abba inn í handilin. Eg stóð uttan fyri diskin, og nøsin hjá mær rakk beint yvir diskin. Her luktaði so væl av øllum góðum sum kryddarí, sirop, rosinur, sviskur, bomm og annað. Her kendist eisini lukturin av tjøru og hamp frá pakkhúsunum nærindis. Handilin var í mínum eygum stórur og spenn­ andi, men veruliga var rúmið ikki størri enn 10x10 m. Hendi tað, at Klæmint fylgdi pápa mínum til dyrnar, tosaði hann altíð blídliga við meg og klappaði meg á høvdið. Ofta gav hann mær ein mola av kandisukur og bað meg ikki fáa tað í rangastrúpan. Tað, sum var so sera spennandi at síggja, var tá handilskvinnan høgdi sukur av sukurtoppinum. Sukurtoppurin var ¾ alin høgur, og diameturin niðast var um ½ alin. Til at høgga sukur varð nýtt ein serlig øks. Tað mátti høggast soleiðis, at minst møguligt fór til spillis. Klæmint var ein lítil maður. Hann var ílatin, sum vanligt var í Havn. Brúnur jakki, kot og langar buksur. Sum teir flestu menn tá í tíðini hevði Klæmint fullskegg, sum var væl røkt og gekk í ein spíss. Klæmint var í klæðum meira framkomin enn aðrir, eins og hjá embætismonnum og øðrum av danskari ætt. Reynomma var altíð líka blíð, tá ið eg kom við ta lítlu mjólkaspann­ ina, sum tók ein litur. Hon var altíð í myrkum klæðum. Arbeiðsgentan hjá henni var altíð í arbeiðsklæðum, men altíð sera nosslig. Hon fekk annars til endans tænastumedaljuna fyri trúfesti í arbeiðinum í 50 ár. Reynomma var serliga kend fyri síni evni at fáa kambfjaðrar burtur av hondunum. Hetta fekk eg eisini roynt. Men hetta var ikki pínuleyst. Hon brendi tær við sýru. Eftir tátíðar viðurskiftum varð heimið hjá Klæmint Jacobsen rokn­ að at vera eitt yvirklassaheim, og soleiðis føldi eg tað eisini, tá ið eg kom hagar. Men hvat var hetta hús í mun til tey hús, sum í dag verða bygd í Havn! Komið varð inn í eina fýrkantaða forstovu, har tað var atgongd til køkin, sum vendi móti tí steinsetta túninum, sum var felags fyri tey fýra húsini, sum vóru bygd um hetta tún. Frá forstovuni gekk ein hurð til eitt sovikamar og dagligstovuna, sum vendi móti Portugalinum. Frá køkinum var ein hurð inn í hina stovuna, sum vist varð nýtt til stovukamar. Frá forstovuni var eisini ein trappa upp á loft, har tað var eitt kamar hjá arbeiðsgentuni. Dagligstovan var vakurt møbl­ erað í gomlum stíli. Tað var nú ikki alt, sum eg sá. Eg var lærdur, at um eg kom inn í eini hús eini ørindi, skuldi eg ikki fara longur enn í forstovuna, uttan so at eg onkuntíð varð boðin innar. Hetta skuldi vera so uttan mun til, hvørji hús vit komu inn í. Í hes­ um túni búði eisini Andras Jacob­ sen (Dia við Stein). Tað var eisini her, at presturin Lukas Debes búði. Hetta er einasta steinsetta tún, eg havi sæð í Føroyum. Tá ið tað fyri nøkrum árum síðani vórðu lagdar kloakkir, varð funnin ein steinseting undir teirri núverandi, sum eingin visti nakað um. Glataðu spælimenninir Tann nevndi Dia við Stein hoyrdi til tey meira fátæku í býnum. Men hann var sera musikalskur og fekk eina eyka inntøku við at spæla violin til samkomur. Hansara fýra synir Hans, Mourentius, Jákup Pauli og Karl vóru allir tónleikarar og spældu ymisk instrumentir. Tað eru hesir brøður, sum verða lýstir í bókini hjá William Heinesen, Glataðu Spælimenninir. Her verður nakað nógv gjørt av, og hví teir skuldu vera »glataðir« haldi eg ikki, at teir vóru greiðir yvir. Hans var altíð saman við horn­ orkestrinum, tá ið tað fór við HB til Tvøroyrar at spæla ímóti TB. Hetta var tað mest lívgandi fyri HB, tá tað hevði fingið sítt árliga tap har suðuri! Tá so gamli Smiril fór norður aftur til Havnar við spælarunum, hoyrdist trompetblásturin hjá Hans eins væl og floytan á Smyrli. Pollan, kona Hans. sum var eini 8 ár eldri enn eg, var sera lívsglað, og tá ið hon ikki var nógv við barn, plagdi hon at vera við í spælinum hjá okkum ungu á Skansavegnum. 200 Miðvikur Ì hesum døgum eru tað fýra ár síðan Miðvikan byrjaði í Sosialinun. Hetta merkir, at tað eru komnar 200 greinir í hesi røð. Hóast tað ikki sær so nógv út hvørja ferð, so er samlað ein hópur av tilfari. Tilsamans eru tað bert í hesi røðini einar 2.000 bókatekst­ síður, sum snýr seg um nógv øki, líka frá Dímunar søgu til heimssøgu í Etiopia og Congo, har føroyingar hava verið í fremstu røð. Umframt eru einar 500 síður í røðini Hendur ið Sleptu. Hjá mær sjálvum hevur tað verið sera stuttligt at merkja, hvussu væl hesar frásagnir eru umtóktar av lesarunum. Tey eru eisini mong, sum siga seg einans halda ella keypa Sosialin av somu orsøk. Tað kann verða nevnt, at ein fittligur partur av hesi røð er komin út í bók. Hetta eru bøkurnar Mítt Etiopia, Dollin og Petur Alberg, har tað eisini er komið tilfar umframt tað, sum upprunaliga er prentað. Alt eftir undirtøkuni verður arbeitt við onkrari bók afturat. Pensjonatið Borgharrastova eru ljósu húsini ovalaga mitt á myndini Mynd Temmy Mortensen/Birgar Johannesen Fiskaturking hjá Restorff á Gulakletti. Vinstrumegin stendur Meinhard Jacobsen, versonur Klæmint Jacobsen, og pápi Jørgen Frants Jacobsen Mynd: Andreas Ziska Hjá Klæminti úti á Reyni. Tekning: Ingálvur av Reyni William Heinesen hevur ikki bert lýst spælimenninar við Stein skrivliga. Í hesi tekning øva Jan Restorff, Óla Jákup í Horni, Maurentius og Hans við Stein í bakarínum hjá Frants Restorff Í komandi parti fer Kristian Djurhuus at arbeiða á post­ húsinum. Har var eisini alt annarleiðis tá enn tað er í dag