mikudagur 2. mars 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
16
Sosialurin
Kjak
Úrslitið av tí fólkaatkvøðu,
sum hevði verið um dagin,
skuldi lesast upp á tele
grafstøðini í Havn, og radio
bylgjurnar hoyrdust langt
út um landoddarnar. Fólk
settu seg við nýspískaðum
blýantum at fylgja við og
skriva niður, so hvørt sum
tølini komu.
Spurningarnir vóru tveir.
Tann fyrri var um veljararnir
vildu taka undir við tí tilboði,
sum danska stjórnin hevði
sett fram tann 27. mars 1946,
sama vár, um hvussu Føroyar
skuldu stýrast saman við
Danmørk. Hin spurningurin
var, um veljararnir tóku
undir við loysing Danmarkar
og Føroya millum.
Uppteljingin var spenn
andi. Viðhvørt lá stjórnar
uppskotið fremst, viðhvørt
var tað loysingin, sum kom
framum. Ikki fyrr enn úrslitið
í teimum síðstu bygdunum,
teimum í Norðurstreymoyar
valdømi, um hálvgumtvey
tíðini kom út í luftina, var tað
greitt, at tað var loysingin,
sum hevði vunnið.
Frøin var almikil. Eg havi
tosað við ein mann, sum var
staddur í Aberdeen og var alt
ov ungur til at greiða atkvøðu.
Men hann segði, at tá teir
hoyrdu úrslitið, lupu teir upp
á dekkið at sláa ring, so glaðir
vóru teir. Herfyri kom eg at
tosa við sonin hjá einum
táverandi løgtingsmanni fyri
Sambandsflokkin. Hann var
sekstan ár tá og fylgdi væl við.
Hann mintist væl at pápi sín
segði við grannan, sum var av
fremstu loysingarmonnum:
Ja, nú verður leyst, men eitt
skulu tit vita, at í tí, sum nú
stendur fyri framman, fer
okkara partur ikki at liggja
eftir!
Hví fólkaatkvøða?
Fólkaatkvøðan kom í lag
av tí, at løgtingið tann 10.
mai hevði samtykt, at fyri
15. september skuldi Føroya
fólk á fólkaatkvøðu svara
teimum báðum umrøddu
spurningunum – um tað
vildi hava stjórnaruppskotið
ella loysing. Teir flokkar,
sum samtyktu uppskotið,
vóru
Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin. Til
samans høvdu teir 12 av
teimum 23 tingmonnunum.
Treytin fyri at fáa nakað
samtykt í tinginum var, at
meirilutin av tingmonnum
(tað vil siga minst 12) greiddu
atkvøðu fyri einum máli.
Tann sum ikki reisti seg
upp at atkvøða ja, atkvøddi
tí í veruleikanum nei. Hevði
bert ein av sambands og
javnaðarmonnum ikki reist
seg upp og atkvøtt fyri,
hevði eingin fólkaatkvøða
verið.
Fólkafloksmenninir
reistu seg ikki upp, bæði
Tórstein Petersen og Jóannes
Patursson atkvøddu tí í
veruleikanum nei fyri at
hava hesa fólkaatkvøðu.
Fyri at samtyktin skuldi
lýsast og harvið fáa gildi,
mátti hon undirritast av
amtmanninum. Hann spurdi
ráðismann sín, Knút Kristen
sen, sum var forsætisráð
harri í donsku stjórnini, hvat
ið rætt var hjá sær at gera.
Stjórnin legði spurningin
fyri politisku flokkarnar í
Danmørk, og teir hildu allir,
at samtyktin hjá Sambands
og
Javnaðarflokkinum
á
løgtingi skuldi setast í verk.
Hetta var als ikki nøk
ur sjálvfylgja. Í 1930 høvdu
Sambands
og
Javnaðar
flokkurin eisini samtykt á
løgtingi – við einari atkvøðu
í meiriluta – at hava fólka
atkvøðu um loysing. Tá sýtti
stjórnin fyri hesum. Men nú
var tað ikki bert stjórnin,
men allir danskir flokkar,
sum tóku ta støðu, at Føroya
fólk skuldi sleppa at siga,
um tað framvegis vildi hava
samband við Danmarkar ríki,
ella tað heldur vildi loysa
hesi bond og búgva í einum
sjálvstøðugum ríki.
Farið var tí undir fyri
reikingarnar
til
atkvøðu
greiðsluna.
Avgerandi ella
vegleiðandi?
Ein spurningur, sum beinan
vegin kom fram, var hesin:
Var fólkaatkvøðan avger
andi, ella var hon vegleið
andi? Eitt greitt svar upp
á
henda
spurning
varð
givið á vári 1946, longu
áðrenn fólkaatkvøðan var
samtykt í løgtinginum og
áðrenn donsku flokkarnir
tóku undir við henni. Ein
av fremstu rættarlærdu í
Danmørk, Alf Ross, gav tá
forsætisráðharranum
og
øllum teimum, sum tá sótu
í stjórnarskráarnevnd Dan
markar,
eitt
responsum
um fólkaatkvøður. Ein av
liminum í hesi nevnd var
Tórstein Petersen, einasti
fólkatingsmaður
Føroya.
Allir donsku flokkarnir vóru
umboðaðir í hesi nevnd.
Alf Ross segði teimum,
at møguleikarnir vóru tveir,
tá avgerðir skuldu takast.
Annaðhvørt var sagt, at
tað
vóru
fólksins
valdu
umboðsmenn, sum í lóg
gávutinginum tóku avgerðir
nar, ella var sagt, at fólkið
varð spurt um hvørja støðu
tað hevði til eitt mál. Her
kundi tað frammanundan
vera ásett, at fólksins avgerð
var bindandi. Men sjálvt
um tað var sagt, at úrslitið
av einari fólkaatkvøðu var
vegleiðandi, so var eingin
munur, tí í veruleikanum
hevði lóggávutingið skyldu
til at fylgja fólksins veg
leiðing. Hetta stóðst av tí, at
tá lóggávutingið hevði lagt
ein spurning fyri tjóðina,
so
var
tað
fullkomuliga
burturvið í einum demo
kratiskum samfelag at koma
afturumaftur og siga, at tað,
fólkið hevði sagt seg vilja,
kundi
lóggávuvaldið
lata
hánt um.
Góðtikin av Sambands-
og Javnaðarflokkinum
og donsku flokkunum
Henda
fólkaatkvøða
var
samtykt
av
løgtinginum.
Orsøkin var tann, at tað
hvørki visti út ella inn hvat ið
gerast skuldi. Sambands og
Javnaðarflokkurin
spurdu
Føroya fólk, hvat ið tað helt
vera rætt var hjá hesum
flokkum at gera. Donsku
politisku flokkarnir vildu
eisini fáa henda spurning
svaraðan.
Tá
úrslitið
so
kom, var svarið greitt, og tað
var, at Sambandsflokkurin,
Javnaðarflokkurin og allir
politisku flokkarnir í Dan
mørk høvdu skyldu til at
skipa so fyri, at Føroyar
loystu frá Danmarkar ríki.
Sum kunnugt eru treyt
irnar fyri tí sambandi, ríki
okkara hevur við Danmarkar
ríki, ásettar í bjørgvinarsátt
málanum, sum okkara stjórn
gjørdi við stjórn Danmarkar
tann 29. august 1450. Har
ganga bæði ríkini við til, at
tey skulu hava sama kong
og vera saman um kríggj og
frið, men annars skal hvørt
ríki sær stýra sínum egnu
viðurskiftum uttan at hitt
ríki á nakran hátt leggur seg
út í hvat ið gjørt verður.
Nú í 1946 vóru báðir
partarnir í hesum sáttmála
samdir um, at vit á eini demo
kratiskari
fólkaatkvøðu
sluppu at siga, um vit fram
vegis vildu vera í hesum
ríkjafelagsskapi, ella hvørt
ríkjafelagsskapurin
skuldi
upploysast.
Tá
vit
tóku
undir við tí seinna valkosti
num, hevði verandi stjórn,
við at hava givið hesi boð,
sambært Alf Ross eftir øllum
demokratiskum
reglum
skyldu til at virða okkara
avgerð og fáa í lag sam
ráðingar um hvussu felags
skapurin skuldi loysast upp.
Men enn hevur stjórnin
ikki fylgt tí ráði, sum Føroya
fólk gav henni tann 14.
september 1946, tí hon hevur
ikki tikið upp samráðingar
við okkum um at seta
úrslitið av fólkaatkvøðuni í
verk, soleiðis sum hon hevur
skyldu til at gera.
Einki føroyskt
statskvett
Fyrsta
undanførslan
hjá
stjórnini var, at tað var stats
kvett, tá løgtingið segði, at
tað vildi vera fólksins vilja
lýðið. Hetta er eitt ógvuliga
løgið uppáhald, tí sambært
bjørgvinarsáttmálanum hev
ur ríki okkara sum nevnt
loyvi til at skipa fyri sínum
egnu viðurskiftum. Í sam
bandinum
við
Danmørk
hava vit tí bæði lóggávuvald,
gerðarvald og dómsvald. Tað
løgtingið segði var bert, at
tað fór at útinna tað vald,
sum vit hava havt alla tíð
ina síðan 1450. Tað er jú sera
praktiskt fyri okkum at hava
stovnar, sum kunnu útinna
lóggávuvaldið, gerðarvaldið
og dómsvaldið, tá ið sam
ráðingar fara fram um sleppa
sambandssáttmálanum
frá 1450 og seta tann nýgga
loysingarsáttmálan í gildi.
Tá løgtingið segði, at tað
vildi nýta sín sjálvsagda og
sáttmálagivna rætt til at geva
ríki okkara sína egnu stjórn,
upploysti danska stjórnin við
undirtøku frá øllum teimum
donsku flokkunum løgtingið
og útskrivaði nýval. Her var
talan um eitt beinleiðis brot
á
sambandssáttmálan,
tí
eftir honum er tað okkara
lutverk at ráða fyri øllum
viðurskiftum innanríkis, og
tí sjálvsavt eisini, nær val
skal vera. Men eftir valið
fingu politisku flokkarnir í
Danmørk enn eina undan
førslu, tí í tí nývalda løgtingi
num fylgdu teir flokkar,
sum
høvdu
samtykt
at
halda fólkaatkvøðuna, ikki
ráðinum um at loysa Føroyar,
sum Føroya fólk hevði givið
bæði teimum og teimum
donsku flokkunum tann 14.
september 1946.
Er fólkaatkvøðan
ikki avoldað møsn?
Men hví viðgera hetta, sum
hendi fyri so nógvum árum
síðani? Hví ikki heldur taka
upp tey mál, sum leika á í
dagsins politikki?
Svarið á henda spurning er,
at orsøkin til at Føroyar í dag
klára seg so illa, at ein triðing
ur av landsmonnum okkara
noyðast at liva uttanlands,
er tann, at stjórnmálamenn
okkara líka til nú hava tikið
skeivar avgerðir. Tað er bert
við nágreinliga at kanna hvat
veruliga er hent, at tað ber
til at finna fram til, hvat er
gjørt skeivt í gjár, í fjør og fyri
sekstifimm árum síðani. Hetta
er fortreytin fyri, at vit í dag
kunnu gerast før fyri at taka
rættar avgerðir, sum flyta sam
felag okkara inn á framaleið.
Eyðsæð er, at tað var
ein ógvuliga skeiv avgerð,
sum Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin eins og
donsku flokkarnir tóku í 1946
um at lata hánt um vegleiðing
Føroya fólks og forða fyri,
at Føroyar sluppu at loysa
frá ríkjafelagsskapinum við
Danmarkar ríki.
Stuðul og
fólkaatkvøða
Men tann mest áhugaverdi
spurningurin er tó: Hví í
Fólkaatkvøða og ólógligur stuðul
Zakarias Wang
Fyri brátt sekstifimm árum síðani, eitt leygarkvøld mitt í september 1946, sessaðust
fólk um alt Føroya land framman fyri radiotólunum. Hvussu lítil ein bygd enn
var, so var ið hvussu er okkurt hús, sum hevði eitt slíkt tól, og nú komu mangir
grannar á gátt at lurta við. Vanliga var tað norðmanninum, tey lurtaðu eftir,
men hetta kvøldið var heilt serstakt. Ein føroysk sending var at hoyra
framhald á síðu 33