Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mars 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 43 - 2. mars 2002 Nr. 43 - 2. mars 2002 13 VIÐMERKINGAR Johnny Jacobsen Í tí alneyðuga orðaskiftin- um um skipanina av okkara høvuðsvinnu er hugtakið ‘tilfeingisrentur’ eitt aftur- vendandi hugtak. Eitt nú verður hugtakið nevnt í grein hjá Bjarta Mohr í Sosialinum mikudagin 20. februar 2002, ið er eitt aftursvar til kronikk hjá Búskaparráðnum. Í greinini verður nevnt, at modellið við tilfeingisrentum er elli- gamalt og einans brúkt í Sovjetsamveldinum. Hetta er ikki rætt, tí modellið við tilfeingisrentum hevur einki við Sovjetsamveldið at gera. Hugtakið í búskaparfrøðini Tað var ein danskur bú- skaparfrøðingur, Jens Warming, sum í 1911 á fyrsta sinnið vísti á, at eitt náttúrligt tilfeingi sum fiskastovnarnir kunnu veita eina tilfeingisrentu til sam- felagsbúskapin. Tó var tað ikki fyrr enn í 1950’unum, at búskaparfrøðiliga granskingin í altjóða høpi veruliga tók evnið upp til viðgerðar. Tá var tað bú- skaparfrøðingurin Anthony Scott, sum í eini grein uppstillaði ein myndul, ið lýsti samanhengin millum gongdina í fiskastovnunum og samfelagsbúskapinum. Síðani hevur búskaparfrøð- in verið á einum máli um, at náttúrliga tilfeingi kann veita eina tilfeingisrentu. Men júst møguleikin fyri positivum tilfeingisrentum ger tað neyðugt hjá mynd- ugleikunum og/ella vinnuni at gera eina felags skipan av gagnnýtsluni av fiska- stovnunum. Tí annars vilja tilfeingisrenturnar verða ‘burturfiskaðar’ í eini kapprenning eftir tí virðis- mikla tilfeinginum. Tilfeingisrentan er allýst sum meirvirðið, ið fiska- tilfeingið hevur útyvir kostnaðin (bæði til arbeiðs- hendur og skip) fyri at fáa tilfeingið uppá land. Sostatt er tilfeingisrentan tengd at bæði verðinsmarknaðar- prísinum fyri fisk, prísinum fyri innsatsin (hýra og skipaprísir) og støðuni hjá fiskastovnunum. Uttan eina felags skipan av gagn- nýtsluni av fiskastovnunum — t.e. við opnari og kostn- aðarleysari atgongd til fiskastovnarnar — vilja tað altíð koma nýggj skip til, so leingi tilfeingisrentan er positiv. Endin er, at fiska- stovnarnir verða niðurfisk- aðir, inntil veiðukostnað- urin fyri síðsta kg er á stødd við landingarvirði pr. kg — tilfeingisrentan er burtur- fiskað. Tilfeingisrentur í Føroyum Í Føroyum hava myndug- leikarnir valt at skipa fiskivinnuna við eini fiski- dagaskipan við langtíðar loyvum. Her er atgongdin til fiskastovnarnar avmark- að til nøkur reiðarí/skip, sum vóru í vinnuni, tá ið skipanin bleiv innførd. Hesi reiðarí hava soleiðis fingið tillutað fiskiloyvir. Á hvørj- um árið verður samlaða talið av fiskidøgum ásett, sum síðani verður býtt eftir einum føstum lutfallið til tey, ið hava fiskiloyvi. Tá ið eitt fiskiloyvi verð- ur selt — við ella uttan skip — verður tí tann væntaða tilfeingisrentan í alla framtíð (ella so leingi loyv- ið er galdandi) avgerðandi fyri prísin á loyvinum. Eru ongi útlit til nakað meir- virðið, vil prísurin á loyvunum verða null, ann- ars vil hann vera positivur. Í dag verða fiskiloyvir til partrolarar á landleiðini handlað fyri milliónaupp- hæddir — tað valda sostatt bjørt útlit fyri hesa vinnu. Um fiskidagaskipanin verður varðveidd sum hon er — við ella uttan brúks- skyldu — í nøkur ár afturat, og øll fiskiloyvini hava skift eigara, soleiðis at eitt nýtt ættarlið av loyvishav- arum rindar tí fyrsta gylta ættarliðnum tilfeingisrent- una út í reiðum peningi, so sita vit eftir við eini skuld- artyngdari fiskivinnu eins og í Íslandi. (Í Íslandi hava myndugleikarnir eisini innført eina skipan við langtíðar loyvum, har er tað tó við kvotum uppá nøgd- ina.) Skipanin av fiskivinnuni kundi verið gjørd øðrvísi og betri enn í dag. Bú- skaparráðið hevur gjørt sær tann ómak at koma við einum ítøkiligum upplegg- ið til, hvussu hetta kann gerast. Sum teir sjálvir skriva, so er uppleggið óiva ikki uttan lýt, men tað er eitt gott útgangsstøði. Tað er tí ein ógvuliga ósaklig og átaluverd viðgerð at krevja formannin í Búskapar- ráðnum frákoyrdan fyri hetta upplegg. Sum ein skilamaður segði, kann tað bert samanberast við ‘berufsverbot’ í Týsklandi í 1930’unum. Íslendsk kanning er bú- skaparfrøðiligt sjusk Í áðurnevndu grein verður eisini víst til ein íslendskan professara í búskaparfrøði, sum skal hava víst, at sam- felagsliga rokningin av at innføra skipanina hjá Bú- skaparráðnum verður stór. Hesin professari eitur Ragnar Árnason, og hevur hann í januar í ár almanna- kunngjørt eina frágreiðing um álegging av avgjaldið á íslendsku fiskivinnuna. Frágreiðingin bleiv eisini einsíðugt umrødd í Útvarpi Føroya í farnu viku, og vil eg tí her nýta høvið til at vísa á, at tað eisini í Íslandi eru tvær síður av orðaskift- inum. Frágreiðingin var fíggja av tí íslendska reiðarafelag- num. Hon hevur fingið ein lemjandi kritikk í íslendsku fjølmiðlunum frá fleiri íslendskum búskaparfrøð- ingum frá m.a. íslendska tjóðbankanum og íslendska fróðskaparsetrinum. Eg havi sjálvur lisið frágreið- ingina, og kann eg bert taka undir við kritikkinum, tí tær búskaparligu fortreyt- irnar fyri niðurstøðunum eru fullkomiliga skeivar. Eitt nú verður støði tikið í einum myndli av einum ‘afturlatnum’ búskapi, t.e. einum búskapi sum ikki verður ávirkaður av gongd- ini í altjóða búskapinum. Tað er púra greitt, at í ein- um slíkum myndli vil eitt avgjald á fiskivinnuna hava eitt heilt annað árin enn í einum opnum búskapi sum tí íslendska ella tí føroyska. Fundarfólkið og vit fýra, sum á uppstillingarfund- inum hjá Norðstreymoyar Javnaðarfelag vóru kosin til valevni floksins til løg- tingsvalið, fegnast um at kommunurnar í okkara øki ganga undan í átroðkandi tiltøkum fyri teimum gomlu og í tiltøkum fyri at styrkja vinnuliga grundar- lagið í økinum. Slóðbrótandi døgnrøktar- skipan í Vestmanna Í Norðstreymi verður nú farið undir slóðbrótandi virksemi til frama fyri eldrarøktina í kommununi. Vestmanna Kommuna tek- ur hetta stigið, tí lands- stýrið, sum eigur ábyrgdina á økinum, ger onki Í valskrá okkara vísir Javnaðarflokkurin á, hvussu neyðugt tað er at vit beinanvegin taka stig til at útbyggja heimarøktina við eini døgnrøkt við tilkalli- skipan. Tí vit kunnu ikki longur lata tað vera so, at fleiri og fleiri eldri liggja einsamøll og óhjálpin heima, tá heimahjálpin fer eftir seinastu dagligu vitj- anina. Ein døgnrøkt við tilkalliskipan vil tí økja um tryggleikan og møguleikan at verða verandi í egnum heimi undir forsvarligum umstøðum. Hóast øll á- sanna, at hetta er neyðugt stig at taka, so hava landsins myndugleikar – sum hava fullu ábyrgdina av heimarøktini - onki gjørt við tað. Tí fegnast vit um, at nú verður farið undir slíka døgnrøktarskipan í Vest- manna kommunu. Bygdar- ráðið hevur leingi troðkað á, fyri at fáa bøtt um viðurskiftini hjá teimum gomlu, sum hava tørv á røkt út um tað, sum heima- hjálpin kann veita. Ellis- og røktarheim er jú onki har í økinum (ætlanin um heim- ið í Sundalagnum fevnir ikki um Vestmanna og Kvívíkar kommunur), og eldrasambýlið kann als ikki klára røktartørvin – og er heldur ikki ætlað til tess. Vestmanna Kommuna hevur tikið stig til – og sett ávísa upphædd av - at seta eina døgnrøkt á stovn í samstarvi við Heimarøkt- ina, fyribils sum ein royndarskipan í eitt ár. Tað eru jú nógvir praktiskar uppgávur at loysa í smb. við slíka tilkalliskipan, og vit hava jú ongar royndir frammanundan av slíkum virksemi. Tørvin kennir man heldur ikki, ella hvussu nýtslan fer at verða. So tað er ongin ivi um, at hetta slóðbrótandi tiltakið hjá Vestmanna kommunu fer at verða til gleði og gagns hjá teim eldru, fyrst í kommununi sjálvari og síðani aðrastaðni við í landinum. Javnaðarflokk- urin fer at gera alt fyri at ein slík skipan kann setast á stovn um alt landið. Ellis- og røktarheim í Norðstreymi Ferð eftir ferð er staðfest, at tað er ein ovurstórur átroðkandi tørvur á ellis- og røktarheimsplássum. Ferð eftir ferð er ávíst, hvussu ómetaliga stórar trupul- leikar hetta skapar fyri tey gomlu og fyri teirra av- varandi og fyri almanna- og heilsuverkið. Hóast hesin bráfeingistørvurin á ellis- og røktarheimsplássum er gjørdur upp til eini 160 nýggj pláss, so er ikki eitt einasta pláss bygt tey seinastu 4 árini, henda samgongan hevur rátt fyri borgum. Tí fegnast vit um, at nakrar av kommununum í Norðstreymi hava tikið sær um reiggj og eru gingnar saman við øðrum kommunum í Sundalag- num um at loysa hesa stóru uppgávu. Tær hava í áravís arbeitt við málinum og strongt á, m.a. við at átaka sær alla fyrireikingina og tann stóra partin av fíggingini. Nú er so klárt at fara undir at byggja nýggja ellis- og røktarheimið í Streymnesi. Takkað verið stríðið teirra er nú eisini skapt eitt nýtt fíggingar- mynstur fyri bygging av ellis- og røktarheimum, soleiðis at eisini aðrastaðni í landinum kunnu komm- unur nú fara undir líknandi tiltøk sum hjá hesum undangongu kommunum í Norðstreymi. Javnaðar- flokkurin vil gera sítt fyri at veita kommununum trygd fyri, at landskassans partur av íløgum og rakstri skal verða játtaður. Vit stuðla Kvívíkar og Vestmanna kommunum viðv. vinnulívsfelagnum Í 1999 stovnaðu feløg og einstaklingar Vestmanna Vinnulívsfelag, við tí fyri eiga at styrkja vinnuliga grundarlagið í økinum, við at styrkja fortreytirnar fyri øktum og nýggjum vinnu- ligum virksemi. Kvívíkar og Vestmanna kommunur gjørdust eisini limir í hesum felag, við ávísum limagjaldið (150 kr. fyri hvørt fólkið í kommununi). Til tess at fremja endamál sítt hevur Vinnulívsfelagið síðani stovnað eitt fígging- arfelag. Kommunurnar hava tó als onga ávirkan á hetta felag og onki umboð í nevndini. Nú krevur Føroya Lands- stýri, at Kvívíkar og Vest- manna kommunur taka seg úr Vinnulívsfelagnum, vís- andi til §50 í nýggju kommunustýrislógini, sum setir avmarkingar fyri luttøku hjá kommununum í vinnuligum virksemi. Táið Kvívíkar og Vestmanna kommunur vísa kravboðun- um frá landsstýrinum aftur, tekur Javnaðarflokkurin fult undir við kommun- unum. Vit halda ikki at landsstýrið hevur heimild í lógini til at skerja kommu- nala virkisfrælsið á henda hátt. Og vit halda at landsstýrið fremur grovan mismun millum kommun- ur, táið hesar kommunur í Norðstreymi fáa forboð móti at vera limir í einum vinnulívsfelag, meðan fleiri aðrar kommunur veita vinnuligum fyritøkum beinleiðis stuðul, m.a. við íløgum í virkisbygningar, frystigoymslur, pakkhús og nógv annað, sum síðani verður latið fyritøkunum fyri lítið og lætt. Javnaðarflokkurin held- ur, at virkisrætturin hjá kommununum er ein av av- gerandi fortreytunum fyri tí sosiala trivnaðinum og vinnuligu menningini í bygdunum um alt landið. Vit mótmæla tí at lands- stýrið roynir at skerja og køva virkisrættin hjá Kví- víkar og Vestmanna komm- unum á henda hátt, og vit stuðla kommununum í mótstøðu teirra móti órætt- vísu harraboðunum frá landsstýrinum. Skuldi tað verið neyðugt við broyting- um í sjálvari kommunu- lógini hesum viðvíkjandi, so er Javnaðarflokkurin eisini sinnaður fyri taka tað stigið. Á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, tann 24. febr. 2002 Fundarluttakararnir og valevnini: Soffi Egholm, Gunnvá Mortensen, Hans Jákup Simonsen og Hans Pauli Strøm Tilfeingisrentur í búskaparfrøði — ein rættleiðing Kommunurnar í Norðstreymi bróta slóð fyri eldrarøkt og vinnuframa Annita á Fríðriksmørk At sleppa at verða heima hjá foreldrunum alt tað fyrsta árið, er eitt krav, sum børn okkara eiga at fáa rætt til. At lata annað av foreldr- unum verða heima hjá barninum alt tað fyrsta árið við løn, er eitt krav, sum børn okkara eiga at hava rætt til. At lata barnið verað heima hjá mammuni og/ ella pápanum alt tað fyrsta árið til barninum stendur í boði tilboð um skipaða barnaansing eigur at verða ein ómissandi rættur hjá øllum børnum okkara. Tí eiga vit at skipa so fyri: at barnsburðarfarloyvið verður longt úr 6 mánaðum upp í eitt ár, at tá tað fyrsta árið er liðið hava børnini krav uppá skipaða barnaansing. Arbeiðsmarknaðurin hevur verið fyri eini ga- loperaðari menning sein- astu 30 árini. Men fløsku- hálsanir hava alla tíðina fylgt við. Fløskuhálsar sum eitt nú: barnsburðarfar- loyvi, barnagarðar, frítíðar- skúlar, eldrarøkt osfr. Ì høvuðsheitum viðurskifti har kvinnan hevur sitið við ábyrgd. Ein eyðsýndur fløsku- hálsur er, at vit óbeinleiðis hava noytt bæði foreldrini út á arbeiðsmarknaðin, áðrenn skipað farloyvi og barnaansing er fingin til vega. so leingi tey bleytu virðini ikki eru fingin í skipaða legu, er arbeiðsmarkn- aðurin framvegis í djúp- um byrjunartrupulleik- um Samstundis, sum kvinnan hevur sitið við hesi ábyrgd, krevja bæði arbeiðsmark- naður og samfelagsviður- skiftini annars, at kvinnan er úti á arbeiðsmarknaðin- um. Men so leingi tey bleytu virðini ikki eru fingin í skipaða legu, er arbeiðsmarknaðurin fram- vegis í djúpum byrjunar- trupulleikum. Tí børn okkara og tey gomlu eiga at hava mennandi og virðilig kor at liva í, og tað hava tey ikki so leingi samfelagið ikki raðfestir hesi økini. Barna- og eldraár eru ár, sum telja umleið helvtina av einum mannalívið. Ti eiga vit at ansa eftir, at tað ikki bara er arbeiðsmarkn- aðartíðin, sum hevur týdn- ing, men eisini árini frammanundan og aftaná. framhaldandi búskaparvøkstur er treytaður av barnaansing /barnsburðarfarloyvið, bústaðarmøguleikum og eldrarøkt. Onki samfelag er sterkari enn tað veikasta liði. Og soleiðis er eisini her heima. Okkara samfelag hevur verið fyri stórum búskapar- vøkstri seinastu 4 árini, og tað einasta, sum kann steðga framhaldandi bú- skaparvøkstri er vantandi barnaansing/barnsburðar- farloyvið, vantandi bú- staðartrupulleikar og vant- andi eldrarøkt. Tí eru tað hesi viðurskifti, sum kom- andi samgonga eigur at leggja størstan dentin á. Sitandi samgonga hevur lagt størstan dent á at ment almanna- og heilsuøki og mentunar- og skúlaøki, um- framt at hendan samgonga fyri fyrstu ferð í upp- gangstíðum hevur lagt dent á týdningin at leggja til síðis og halda aftur í góðum tíðum. Tí er raðfestingar- politikkurin hjá hesi samgongu fyrimyndarligur. Ikki fyrr enn nú eru lunnar lagdir undir at menna ein tryggan búskap. Og treytin fyri at barnsburðarfarloyvi, barnaansing og eldrarøkt verða raðfest og koma í eina trygga legu, er at búskapurin er støðugur og sjálvberandi. Tað nyttar onki at hava ein búskap, sum gjarar út í góðum tíðum og hálar inn í ringum tíðum. Tá verða tað altíð tey bleytu virðini, sum eru við skerdan lut í ringum tíðum. Tí eigur raðfestingin hjá eini komandi samgongu, sum byggir á herðarnar á sitandi samgongu, at halda fram við at menna tey bleytu virðini, soleiðis at barnsburðarfarloyvi verður longt úr 1/2 árið til eitt ár, at skipað barnaansing er eitt krav frá tí barnið er eitt ár, at eldrarøktin verður ment og at bústaðarpoli- tikkur verður settur í kortið. Slíkt vildi tikið burtur teir størstu fløskuhálsarnar í okkara samfelagið í dag. Jógvan Arge Valevni tjóðveldis- floksins til løgtingsvali Tað er øvut, at alt ræðið á Føroya Kirkju liggur suðuri í Keypmanna- havn, og at fjarskotnir danskarar rinda prest- unum í Føroyum løn fyri at boða føroyingum í Føroyum Guðs orð. Skúlin og kirkjan hava allar dagar verið horna- steinar í føroyskum tjóð- skaparstríði. Frá fyrsta degi hava tey, sum hava stríðst fyri at varðveita og menna okkara tjóðskaparligu eyðkenni, lagt dent á, at skúlin og kirkjan gjørd- ust føroysk, og at hesir báðir týðandi samfelags- stovnar komu á før- oyskar hendur. Tøkini eru tikin við mikið stríð og strev. Fyrsta stóra takið var, at føroyskt mál fekk inni- vist í kirkjuni og í skúl- anum. Um hesar spurn- ingar var stundum eitt eljustríð, sum kostaði teimum, sum undan gingu, bæði størv og umdømi. Føroyskir sálmar, før- oyskar bíbliutekstir, før- oyskar prædikur, før- oyskir sangir, føroyskar bókmentir og føroyskar skúlabøkur, sum menn og kvinnur fóru undir av sínum eintingum, stuðl- aðu upp undir gongdina. Tógvið stríð Framstigini eru gjørd so líðandi. Eitt nú dittaði Føroya Landsstýri sær fyri fjórðingsøld síðani til at taka umsitingina av skúlanum í Føroyum upp á seg. Tað var eitt ódnartak, tí føroyingar høvdu onki havt við hetta at gera framman- undan. Nú á nýggjárinum vóru vit komin so langt fram á leið, at føroyskir myndugleikar eftir løg- tingssamtyktini um sjálvstýri Føroya fólks eisini tóku upp á seg at gjalda skúlan, sum vit nú ráða einsamøll fyri. At hetta hevur verið eitt tógvið stríð sæst kanska einabest av, at skúlin er ikki vorðin føroyskur fyrrenn næstan 115 ár eftir, at Jóannes bóndi yrkti sín tiltikna stríðsljóm ”Nú er tann stundin komin til handa/ á hesum landi/ at vit skulu taka lógvatak saman/máli til frama/. Tað er enn sum áður púra nattúrligt, at eitt land hevur alt ræðið á sínum skúlaskapi og rindar fyri at útbúgva síni børn og sín ungdóm. Men við hesum er verkið ikki lokið. At stjórna skúlanum setir krøv til skúlaverkið og tey, sum har starvast. Tað setir eisini krøv til politiska valdið at stinga út í kortið, hvussu skúlin best tænir tí føroyska samfelagnum. Tað er setningurin nú. Eiga at gjalda kirkjuna sjálvi Kirkjan er ikki føroysk enn, men landsstýrið er farið undir samráðingar við danskar myndug- leikar um at fáa hana á føroyskar hendur. Eitt og hvørt samfelag við virðing fyri sær sjálvum eigur at seta sín dám á málsøki sum hetta, og í Føroyum hava summar samkomur lagt dentin júst her. Tað er øvut, at alt ræðið á Føroya Kirkju liggur suðuri í Keyp- mannahavn, og at fjar- skotnir danskarar rinda prestunum í Føroyum løn fyri at boða føroy- ingum í Føroyum Guðs orð. Tað er okkara egna sak at bera so í bandi, at Guðs orð verður boðað í okkara egna landi. Nú er tann stundin skjótt komin til handa. Føroyskur skúli og føroysk kirkja Áki Andreasen Fólkaflokkurin situr í sam- gongu, einari samgongu, sum fyri skjótt fýra árum hefti tað virðiliga vøru- merki á seg ”at vinna Før- oyum fullveldið”. Hetta fyribrygdið, sum er hitt dýramatasta fyri øll sjálvstøðug lond, hetta fyri- brigdið, sum skapar virðing úti í heimi — hetta fyri- brigdið, sum ristir allan iva av sær, sum vit føroyingar kenna so væl frá tí ”ríkis- felagsskapi”, sum sam- bandsflokkarnir hava sum einastu vón fyri nakrari framtíð í Føroyum, hetta var tað, sum nú skuldi farast í holt við. Vit, sum halda at einar frælsar Føroyar eru tað einasta rætta, vit riðu á einum aldutoppi og livdu mitt í verðini, tá sam- gongan kunngjørdi fyri føroya fólki, hvat var hennara fremsta endamál. Men eitt sum eg mangan havi hugsað um síðan er, at eg m. a. tosaði við nógv eldri fólk, sum minnast tað politisku søguna, og felags fyri hesi var, at niðurstøðan var tann sama: við Fólka- flokkinum slapst ikki langt, tí tá á stóð glapp hann undan; ”nei, nei” segi eg ”tað er ein farin tíð, tá flokkar kúvenda, og so var tað sjálvandi fólkaatkvøðan — nei nú er tað álvara!” Gjørdar avtalur Tíðin gekk, samráðingar, sum endaðu í einari full- komnari niðurgerð av okk- um føroyingum, gjørdist gerandiskostur, har ein donsk stjórn skeyt okkara tjóðarrættindi í senk við lóðri frá føroysku sam- bandsflokkunum — og tá stóð á!!! So kom veljarakanning- in, sum skrikti fulveldis- teppið undan Fólkaflokk- inum, og sambandsmenn- irnir í ”hinum føroyska Fólkaflokkinum” sluppu framat — og hava verið har síðan, teir Breckmann, Djurholm og Niclasen — og tá glapp!!! Løgmaður — ein vakthundur! Síðan kom ein neyðsemja og fylgjandi eitt uppskot um sjálvstýri Føroya fólks; tað var betur enn rein- dyrkað samband sjálvandi; men afturímóti upprunaliga fullveldisuppskotinum kann ikki sigast annað enn, at broddurin bleiv tikin av, og fullveldisdagurin út- skotin meir enn gott er. Orsøkin var einføld: ”Hin Føroyski Fólkaflokk- urin”, kundi ikki halda seg til gjørdar avtalur, remb- ingarnar innanfloks blivur ov stórar, sambandskreft- irnar gjørdu seg galdandi, tí teir høvdu sjálvandi ong- antíð roknað við at nøkur fólkaatkvøða skuldi hald- ast, og tá tað so kortini sá út til at gerast veruleiki, vóru góð ráð dýr - so dýr, at Fólkaflokkurin valdi at blaka ein týðandi part av sínari stevnuskrá á sjógv, og síðan hava undan- førslurnar verið eins nógvar sum tingmannatalið hjá flokkinum. Føroya Løgmaður hevur hevur so verið nýttur sum vakthundur hjá sínum egna flokki, og við løgmansem- bætinum hevur hann vart Fólkaflokkin, og annras deilt ávaringar út til høgru og vinstru, tá víst hevur verið til upprunaligar avtalur. Tað besta er, at fólka- floksfólk kappast um at rópa seg fadrar at nú- verandi sjálvstýristilgongd, hóast hon bæði er orðða og løgd fram av formanni Tjóðveldisfloksins! Hvat er sjálvstýrisleiðin hjá Fólkaflokkinum? Nú løgtingsvalið av álvara stundar til kemur týðuligari og týðuligari til sjóndar, at Fólkaflokkurin hevur ein álvarsligan trupulleika. Hesin hevur einki við Tjóðveldisflokkin at gera, sum annars hevur fingið ábygdina av tí, sum ikki gekk, løgmaður kann ikki ávara móti hesum trupul- leika — tað kundi hann sjálvandi, men so var hann helst ikki fólkafloksmaður longur, her kann ikki tosast um samgongustev, tí hesin trupulleikin veksur innan úr Fólkaflokkinum. Síðsta dømi er eitt útspæl um eitt ”samveldisuppskot”, hvat tað so er; men trupulleikin er í veruleikanum einfald- ur: Fólkaflokkurin, sum hevur einar sjálvstøðugar Føroyar við í sínari stevnuskrá, hevur fram- standandi limir bæði á Løgtingi og landstýri, sum eru svornir sambandsmenn, teir ynskja ikki fullveldi, teir prýða seg við nøkrum ”kráku yvirtøkum”, men tá veruligu tøkini skulu takast, tá frælsi skal vinn- ast, tá á stendur, tá gelppur ”Hin Føroyski Fólkaflokk- urin” á grát mítt elskaða land. VIÐMERKINGAR Fólkaflokkurin – tann ”gongda” sjálvstýrisleiðin? Barnsburðafarloyvið og barnaansing úr hond í hond skapar tryggleika C M Y K 13 12