leygardagur 2. mars 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 2. mars 2002
15
POLITIKKUR
Rúnar Reistrup
Óseriøst. So fáorðað er lýs-
ingin av tí, sum hendi í
samgonguni hósdagin, fáar
tímar undan seinastu freist
at lata lógaruppskot inn til
løgtingið. Lýsingina eiga
bæði løgmaður og vinnu-
málaráðharrin. Tað, sum
hendi var, at anlegslógin
fyri Norðoyartunnilin í
síðstu løtu varð løgd fyri
tingið, hóast semja fram-
manundan var í samgong-
uni um at tað var best at
bíða til næstu tingsetu, tí
uppskotið var ikki liðugt.
–Hatta er ikki júst nakað
sum fremur virðingina fyri
politisku skipanini, sigur
Bjarni Djurholm, vinnu-
málaráðharri um avgerðina
at senda uppskotið í tingið í
allarseinastu løtu.
–Avgerðin bleiv tikin av
reint politiskum orsøkum,
sigur Anfinn Kallsberg,
løgmaður.
Av reint lokalpolitiskum
orsøkum kanska?
–Ja, tað kanst tú gott siga.
Hetta er politikkur í hægsta
geari.
Ella valtaktikkur í hægsta
gerari...
–Ja, eisini tað. Eg vil ikki
risikera at sita eftir við
svartaperi í hesum her.
Hevði eg ikki lagt uppskot-
ið fram, so er stórur møgu-
leiki fyri at onkur annar
landsstýrismaður
hevði
gjørt tað, og so kundi tað
verið brúkt ímóti mær
politiskt í ólukkumát, sigur
ein opinskáraður Anfinn
Kallsberg, løgmaður, um
avgerðina at senda upp-
skotið um anlegslóg fyri
Norðoyartunnilin í tingið í
síðstu løtu.
Ymsar fatanir
Sjálv forsøgan um anlegs-
lógina fyri Norðoyartunnil-
in, sum í varð borin í løg-
tingsskrivstovuna hósdagin
beint áðrenn seinastu freist
at leggja fram tingmál, er
ein søga, ið er uppfatað
ymiskt av teimum ymsu
landsstýrismonnunum.
Tað var sjálvur løgmaður,
ið sendi lógaruppskotið inn
til løgtingsskrivstovuna, tí
Bjarni Djurholm, vinnu-
málaráðharri,
ið
hevur
ábyrgdina av málinum,
noktaði at seta sítt navn
undir.
Bjarni Djurholm, vinnu-
málaráðharri, og Karsten
Hansen,
fíggjarmálaráð-
harri, eru so at siga ikki
samdir um nakað viðvíkj-
andi gongdini í málinum.
–Tað var full semja á
landsstýrisfundi um at upp-
skotið ikki skuldi leggjast
fram í tí ófullfíggjaða líki,
tað var í. Men í síðstu løtu
kúvendi Karsten Hansen og
legði trýst á løgmann fyri at
fáa uppskotið í tingið kort-
ini. Tá vóru tveir tímar eftir
til freistin var úti, og av tí at
uppskotið ikki var lógar-
tekniskt eftirkannað, kundu
hvørki eg ella umsitingin í
Vinnumálastýrinum leggja
navn til tað, er frágreiðing-
in hjá Bjarna Djurholm, um
hví hann noktaði at bera
uppskotið í løgtingið.
Bjarni bleiv firtin
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri, sær gongdina
øðrvísi
–Bjarni Djurholm vildi
hava uppskotið lagt fram í
tí líki, sum tað er nú, men
tað fekk hann ikki semju
fyri á landsstýrisfundi. Tá
eg so royni at fáa uppskotið
lagt fram, verður Bjarni
Djurholm firtin og fer beint
niðan í útvarpið og sigur, at
uppskotið ikki er klárt at
leggja fram, er frágreiðing-
in hjá Karsteni Hansen um
sama mál.
–Karsten ánar ikki hvat
hann tosar um. Landsverk-
frøðingurin,
nevndin
í
partafelagnum fyri Norðoy-
artunnilin og Vinnumála-
stýrið hava arbeitt við full-
um trýsti í tveir mánaðir,
men náddu ikki á mál. Eg
segði á landsstýrisfundi, at
vit náddu hertil og ikki
longur í hesum valskeið-
num, og landsstýrisfundur-
in valdi tá at bíða við upp-
skotinum. Tí bleiv uppskot-
ið ikki sent í lógardeildina
til eftirkanningar, og av tí
sama var tað als ikki klárt,
tá Karsten Hansen knapp-
liga fekk vildi hava tað í
tingið kortini, er aftursvarið
hjá Bjarna Djurholm.
Broytt komandi
tingsetu
Nú liggur eitt lógaruppskot
um anlegslóg fyri Norðoy-
artunnilin á løgtingsskriv-
stovuni, men tað verður
ikki avrit av hesum, sum
tingmenn fáa á borðið í
komandi viku. Uppskotið
er nevniliga ikki lógartekn-
iskt forsvarligt og tískil
verður arbeitt hart í umsit-
ingini komandi dagarnar
fyri at orða uppskotið av
nýggjum, so ta kann leggj-
ast fram á tingi.
Ikki ein einasti tinglimur
tykist at vera ímóti upp-
skotinum um at gera undir-
sjóvartunnil undir Leirvíks-
fjørð, og tí er væntandi, at
uppskotið fær positiva við-
gerð.
Men í verandi líki umfat-
ar uppskotið um anlegslóg
fyri Norðoyartunnilin bert
sjálva tunnilsgerðina. Vega-
gerð og annað uttan fyri
sjálvan tunnilin náddi ikki
at gerast partur av upp-
skotinum, og tí verður eitt
tað fyrsta uppskotið á ting-
borði komandi tingsetu
helst ein broyting av lógini,
so hon fer at umfata alt ar-
beiðið í sambandi við
tunnilsgerðina.
–80 prosent av uppskoti-
num er klárt. Restin mang-
lar. Hevði tað ikki verið
Valskriði í samgonguni
–Uppskotið var ikki lógar-
tekniskt eftirkannað. Tí
kundu hvørki eg ella umsit-
ingin í Vinnumálastýrinum
leggja navn til tað, sigur
vinnumálaráðharrin.
Løgmaður vil ikki sita eftir við svartaperi á
komandi løgtingsvali og valdi tí at geva eftir,
tá Karsten Hansen og samgongulimir úr
Norðoyar valdømi løgdu trýst á hann fyri at
fáa eitt hálvliðugt og lógartekniskt
óforsvarligt uppskot um undirsjóvartunnil
undir Leirvíksfjørð í tingið sum valagn.
–Hevði eg ikki lagt uppskotið
um Norðoyartunnilin fyri
tingið, so kundi tað blivið
brúkt ímóti mær, sigur løg-
maður.
15
14
Nr. 43 - 2. mars 2002
Tað verður fýrverk,
ábit og leskidrykkir
til børn og vaksin, tá
ið flogbóltskvinnurn-
ar hjá TB fáa føroya-
meistarasteypið og
gullheiðursmerki
handað í ítróttar-
høllini á Tvøroyri í
morgin
HÁTÍÐARHALD
Áki Bertholdsen
Tá ið flogbóltskvinnurnar
av Tvøroyri í morgin spæla
sín seinasta dyst í ár, verður
tað eitt farvæl til kapping-
arárið, sum tað sømir seg
einum røttum greipuvinn-
ara.
Í morgin tekur TB ímóti
ÍF í seinasta seinasta dyst-
inum í hesum kappingar-
árinum og í tí sambandin-
um verður skipað fyri stór-
um hátíðarhaldi í Ítróttar-
høllini í Trongisvági.
Dysturin verður klokkan
15, men sama, hvussu úr-
slitið av dystinum verður,
er tað longu greitt, at TB
kvinnurnar eru Føroya-
meistarar.
Men tað er í morgin at
kappingarárið endar og tí-
skil verður tað aftaná dystin
í morgin, at umboð fyri
Flogbóltssamband Føroya
fara at handað TB kvinnun-
um føroyameistarasteypið
og gullheiðursmerkini sum
sjónliga prógvið um úrslitið
í ár og tá kunnu tær form-
liga kallað seg meistarar.
Men hjá TB kvinnunum
byrjar morgindagurin fyrr
enn so, tí á miðdegi hevur
TB bjóða spælarum, mót-
støðuliði, venjarum, nevnd-
arlimum, býráði, dómarum,
umboðum fyri Ítróttarsam-
band Føroya og øðrum,
morgunmat í matstovuni í
Ítróttarhøllini.
Og tá ið steyp og heiðurs-
merki eru handað, bjóðar
TB øllum áskoðarunum í
høllini landgongubreyð við
viðskera og afturvið tí,
bjóðar Restorffs bæði børn-
um og vaksnum okkurt at
drekka.
Og sum rosinan í pylsu-
endanum fer Gamlaárs-
nevndin at skjóta fýrverk
uttanfyri høllina, flogbólts-
kvinnunum til heiðurs.
Um kvøldið hevur Bý-
ráðið bjóðað TB-spælarun-
um døgverða.
Virgar Djurhuus, venjari
hjá TB, sigur, at hann vón-
ar, at nógvir áskoðarir úr
allari oynni koma í høllini
at hátíðarhalda dagin sam-
an við TB kvinnunum.
Og tað er sanniliga nakað
at hátíðarhalda, tí umframt
FM-heitið, hevur TB eisini
vunnið steypakappingina.
Hetta er fyrstu ferð, at
fremsta deildin hjá TB í
flogbólti vinnur nakað sum
helst. men tá ið tað skuldi
vera, løgdu tær ikki fingr-
arnar ímillum.
Men at tað júst var hesum
ættarliði av flogbóltskvinn-
um, at tað skuldi fella í lut
at skriva ítróttarsøgu á
Tvøroyri, er kanska ikki av
tilvild, tí tær flestu av teim-
um hava spælt saman, síð-
ani tær vóru sjey ára gamlar
og tær eru tí væl saman-
spældar. Tær hava eisini
vunnið alt, sum er at vinna
øll árini, bæði gentur 12,
gentur 14, gentur 16 og
unglingar, sum av teimum
hava vunnið bæði 3. deild,
2. deild og 1. deild, men tær
hava
ongantíð
vunnið
meistaradeildina, fyrrenn
nú, tær settu seg á ovastu
trúnuna.
Útlendskan venjara
Tá ið kappingarárið byrj-
aði, duldi tey, sum stíla fyri
fyri flogbóltinum á Tvør-
oyri, at tey settu sær høg
mál fyri í ár og summi
teirra vóru so ósmæðin at
siga, at í ár skuldi tað vera,
at TB skuldi upp á ovastu
rók.
Málsetningurin
hevur
eisini hildið í ríkiligt mát -
næsta ár ætla tey at koyra á
aftur.
Tað var ikki við góðum
vilja, at Virgar Djurhuus
varð venjari hjá kvinnunum
í ár, men hann tók við sum
ein neyðloysn, tá ið italski
venjarin, sum kom til TB
seinasta heyst, fór av land-
inum aftur.
Og hóast tað gekk so væl
í ár, sum nakar kundi krevja
og vænta, heldur hann
framvegis fast við, at hann
verður ikki at venjari aftur
næsta ár, uttan at hann
verður »noyddur« til tað,.
– Eg verið ikki venjari
næsta ár, uttan so, at ongin
annar fæst til starvið, sigur
hann.
Hann sigur, at hann hevur
verið flogbóltssvenjari í 18
ár. Hann følir seg rætt og
slætt útbrendan og heldur,
at hann hevði havt gott av
einum steðgi. Tí kundi ein
fremmandur venjari eisini
givið honum íblástur ímeð-
an hann løddi battaríini frá
síðulinjuni í eina tíð.
TB hevur eisini samband
við ein fremmandan venj-
ara. Talan er um ein útlend-
ing, sum býr í Føroyum, og
tað er sumt, sum bendir á,
at tað verður hann, sum
skal lyfta arvin eftir Virgar,
tí báðir partar eru áhugaðir
fyri samstarvi.
Men enn er als onki av-
gjørt og spyrst onki burtur-
úr og eydnast ikki at fáa ein
annan, skilst, at Virgar
verður at tosa við......
Berjast fyri bronsuni
Hóast TB longu er føroya-
meistari, kunnu áskoðar-
arnir vænta at tað verður
spennandi í ítróttarhøllini í
morgin, tí dysturin hevur
alstóran týdning fyri ÍF.
Vinna tær, tryggja tær sær
samstundis bronsuna í ár.
Men tapa tær í morgin,
fellur avgerðin ikki fyrenn
á seinasta leikdegi, sum
verður næsta vikuskiftið, tá
ið ÍF skal vestur í Vágar at
spæla ímóti Drátti, sum er
eitt stig aftanfyri.
Hvannaberg úr Vági
fekk bara eitt hálvt ár
í føroyska fiskiflot-
anum, tí nú er hann
farin á heysin
HÚSAGANGUR
Áki Bertholdsen
Tað var við stórum vónum,
at Jákup Olsen í Vági,
Eyðun Johannesen á Tvør-
oyri, og onnur, seinasta
summar keypti rækjutrol-
aran Hvannaberg úr Íslandi.
Men sigast kann ikki, at
vónirnar hava hildið, tí nú
er Hvannaberg longu farin
á heysin og sostatt er fyrsti
rækjutrolarin farin undir
hamaran.
Tað er norski bankin,
Finansbanken, sum fíggjar
Havnnaberg, ið nú hevur
kravt hann seldan á tvings-
ilssølu. Nær tað verður, er
ikki greitt, men rættarfund-
ur verður seinni í hesum
mánaðinum.
Hvannaberg hevur ligið
við bryggju í Havn, síðani
hann kom aftur av einum
fullkomiliga miseydnaðum
túri í Barentshavinum og
nú er tað so greitt, at hann
loysir ikki aftur, fyrrenn
hann hevur ligið undir
hamaranum.
– Vit skuldu betala 1,5
millión í rentum og avdrátt-
um hálvan februar, men
bankin var hvørki til at
høgga ella stinga í. Hann
vildi ikki hoyra talan um at
útseta gjaldið og kravdi tí
bátin undir hamaran, sigur
Jákup Olsen.
Rækjutrolarin
kostaði
annars ikki meiri enn 14
milliónir at keypa og tí
søgdu eigararnir tá ið hann
kom, at tað skuldi ganga
óvanliga illa, skuldi tað ikki
eydnast at fáa hann at bera
seg.
Men tað hevur eisini
gingið óvanliga illa og bát-
urin fekk so vánaliga byrj-
an, sum hugsast kundi.
– Fyrst gekk tað fýra
mánaðir frá tí at vit keyptu
bátin í mars, til hann slapp
til fiskiskap fyri skipasýni
og øðrum pappírum, ið
skuldi útvegast. Norski
bankin, sum seldi bátin,
kravdi hann á skipasmiðju í
Skagen og tað mundi ikki
blivið liðugt og tískil slapp
hann ikki til fiskiskap, fyrr-
enn í august. Sostatt fall
fyrsti avdrátturin longu áðr-
enn hann slapp til fiskiskap
og hevði fovunnið eitt oyra.
– Men harafturat mis-
eydnaðist
fiskiskapurin
fullkomiliga, tí hann fisk-
aði ikki fyri meiri enn 2,7
milliónir í fjør.
Fyrst lá hann leingi við
kei við skaða og tá ið hann
slapp útaftur, fekk hann
ikki fiskað fyri ísi og vána-
ligum veðri.
Heimaftur komin fyri jól,
vóru trupulleikar við mot-
orinum, og í tí sambandin-
um setti skipasýnið krøv til
ymsar umvælingur, sum nú
eru gjørdar á Tórshavnar
Skipasmiðju.
– Sostatt var tað ein sam-
anrenning av vánaligum
líkindum,
maskinskaða,
vánaligum rækjuprísi sein-
føri hjá almennum mynd-
ugleika og einum banka,
sum hvørki var til at høgga
ella stinga í, sum gjørdi, at
fíggjarliga
grundarlagið
varð tikið undan bátinum.
– So tá ið rentur og av-
dráttir aftur fullu nú hálvan
februar, vóru ongir pengar
at gjalda við og sostatt var
bara ein vegur og tað var
beint undir hamaran, sigur
Jákup Olsen.
Vónar at vágbingar
liggja framvið
Jákup Olsen harmast um, at
báturin skuldi fara. Sjálvir
ivast hann í um gomlu
eigararnir fara at royna at
fáa bátin aftur.
Men hann vónar, at
vágbingar, ella aðrir suður-
oyingar, fara at liggja fram-
við.
– Nú er Hvannaberg í
sera góðum standi, tí nú er
maskina og alt tikið í botn
og umvælt, so nú er talan í
hvussu so er um eitt gott
skip, sum kundi loyst til
fiskiskap í morgin, um so
skuldi verið.
– Somuleiðis hevur hann
víst í illveðri, at hann eisini
er sera sjógott skip.
– Tað hevði verið harmi-
ligt, skuldi hann farið av
landinum aftur, tí nú haldi
eg, at hann man vera fræg-
asti djúpvatnstrolari, sum
er í landinum.
– Somuleiðis hevur hann
tann fyrimun framum aðrar
djúpvatnstrolarar, at hann
hevur frystilast, so hann
kundi eisini fiska rækjur
ein part av árinum.
Hann vísir eisini á, at
vágbingar eiga eitt fiski-
loyvi til djúpvatnsfisk, sum
Sancy hevði. Avtalað er
gjørd við teir, sum áttu
Sancy um at knýta kvotuna
at Hvannaberg og tað hevur
Landsstýrið góðkent.
– Sostatt er talan um ein
bát við nógvum møgulei-
kum, sigur Jákup Olsen.
Umframt djúpvatnsloyvi
hjá Sancy, hava eisini
hvalbingar eitt fiskiloyvi til
djúpt vatn, sum ikki er í
brúki og Jákup Olsen vónar
í hvussu so er, at báturin
verður verandi í oynni.
– Er tað onkur, sum leitar
eftir einum trolara, kundi
hetta verið ein skjót og góð
loysn, sigur Jákup Olsen.
Flogbóltskvinnur á Tvøroyri
siga farvæl við buldri og braki
Í morgin spæla TB kvinnurnar í flogbólti sín seinasta dyst í hesum kappingarárinum. Hann verð-
ur á Tvøroyri og tá fáa tær eisini steyp og gullheiðursmerki handað. TB vónar nógvar áskoðarar
úr allari oynni í høllina at hátíðarhalda dagin saman við liðnum
Fyrsti rækjutrolarin farin undir hamaran
Rækjutrolarin, Hvannaberg, úr Vági, er longu farin undir
hamaran. Hann varð keyptur til Føroya í mars í fjør men síðani
hevur tað gingið so illa, sum tað yvirhøvur kundi og so var
ongin vegur aftur, sigur Jákup Olsen
C
M
Y
K
14