leygardagur 2. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 43 - 2. mars 2002
Nr. 43 - 2. mars 2002
17
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Kvinnur
betri
Ein norsk kanning vís-
ir, at fyritøkur, sum
hava kvinnur í nevnd-
ini, klára seg betri
fíggjarliga
enn
tær
fyritøkur, sum bara
hava menn í nevndini.
Tey, sum hava gjørt
kanningina fyri hand-
ilsháskúlan í Bergen,
siga, at munurin kemst
neyvan av, at kvinnur-
nar í nevndunum eru
skilabetri enn menninir,
men tey halda, at
kvinnur yvirhøvur duga
betur at síggja nýggjar
møguleikar og at nýta
teir.
Annars vísir kann-
ingin, at kvinnurnar eru
ikki serliga væl um-
boðaðar í norska vinnu-
lívinum. Bara 28 pro-
sent av fyritøkunum
hava eina ella fleiri
kvinnur í nevndini.
Færri
flúgva
Talið á teimum, sum
ferðast um flogvallirnar
í Íslandi, var nóg minni
í januar í ár enn í sama
mánað í fjør. Tey, sum
flugu millum Ísland og
umheimin, vóru 2,9
prosent færri í tali í
januar í ár enn í januar í
2001, meðan talið á
teimum, sum millum-
lendu í Íslandi á veg um
Atlantshavið, var heili
34 prosent minni.
Matur
dýrur
Sviar kæra seg um, at
matvørurnar
eru
ov
dýrar.
Atfinningarnar
hava verið so nógvar í
seinastuni, at stjórnin í
Stockholm
hevur
nú
gjørt av at gera nakað við
trupulleikan, samstundis
sum ætlanin er at kanna
kappingarviðurskiftini
hjá matvøruhandlunum.
Svenska
kappingar-
ráðið er komið eftir, at
sviar rinda 20 prosent
meiri fyri mat enn fólk í
hinum ES-londunum, og
sambært ráðnum kemst
helmingurin av hesum
muni av vantandi kapp-
ing millum handlarnar.
Men svensku brúk-
ararnir hava okkurt at
gleða seg til. Týska mat-
vøruketan Lidl ætlar at
byggja handlar í hundrað
svenskum kommunum,
og tað fer væntandi at
geva svensku matvøru-
handlunum
nakað
at
hugsa um, skrivar Afton-
bladet.
Úr Norðurlondum:
Velja
kortini
Í Noregi hava politik-
arar og onnur rópt
varskó, tí seinastu árini
hava alt ov fáir norð-
menn verið á vali, tá
stórtingsval hevur ver-
ið, men nú vísir ein
nýggj bók, at tað eru
fáir veljarar, sum sita
heima fleiri val á rað.
Kanningin í bókini
umfatar tey trý stór-
tingsvalini frá 1989 til
1997, og hon vísir, at
tað var bara eitt prosent
av veljarunum, sum
sótu við hús allar
tríggjar
valdagarnar.
Áhugin fyri kommunu-
valunum
er
nakað
minni. 12 prosent av
veljarunum vóru ikki á
kommuvali í 1995 og
heldur ikki í 1999.
Kunnu
arbeiða
Danski
ráðharrin
í
innflytaramálum, Ber-
tel Harder, hevur nú
gjørt av, at útlendingar,
sum bíða eftir at fáa
uppihaldsloyvi í Dan-
mark, kunnu sleppa til
arbeiðis í bíðitíðini.
Tað hevur ikki borið
til fyrr, men í seinastuni
hevur ráðharrin fingið
fleiri áheitanir um at
lata tey bíðandi sleppa
til arbeiðis, tí í nógvum
førum er talan um fólk
við góðari útbúgving,
og sum tørvur er á á
danska arbeiðsmarkn-
aðinum. Her verður m.
a. hugsað um læknar,
verkfrøðingar og fólk
við KT-útbúgvingum.
Ferjueldur
Norska ferjan "Prin-
sesse Ragnhild" noydd-
ist at leggja stilt í Katte-
gat fríggjanáttina, tí
eldur var í maskinrúm-
inum. Ferjan, sum var á
veg úr Oslo til Kiel í
Týsklandi, var stødd
sunnan fyri donsku
oynna Anholt, tá menn
varnaðust eldin.
Danska
sjóverjan
hevði eitt av sínum
skipum á staðnum, men
tað eydnaðist norsku
manningini at sløkkja
eldin, og "Prinsesse
Ragnhild" helt síðani
leiðina
fram.
965
ferðafólk vóru við skip-
inum umframt mann-
ingina, sum taldi 160.
Á einari bandupp-
tøku, sum almenn-
ingurin nú hevur
fingið atgongd til,
hoyrist, at Richard
Nixon ætlaði at tveita
eina kjarnorku-
bumbu niður yvir
Norðurvietnam í
1972
USA
Árni Joensen
Bandupptøkan
er
ein
samrøða millum Richard
Nixon, forseta og fremsta
trygdarpolitiskaráðgeva
hansara, Henry Kissinger.
Á bandinum sigur Nixon,
at hann vil sleppa at tveita
eina kjarnorkubumbu niður
yvir Norðurvietnam.
- Eg vil heldur nýta
kjarnorkubumbuna, og eg
leggi einki í, um sivilfólk
doyggja av amerikanskum
bumbum, sigur Richard
Nixon á bandinum, men
Kissinger mælir forset-
anum frá at taka eitt so
ógvusligt stig.
Bandið av samrøðuni
millum teir báðar er bert
eitt av umleið 500 bondum,
sum amerikanski almenn-
ingurin nú hevur fingið
atgongd til. Millum hini
bondini,
sum
viðvíkja
forsetatíðini hjá Richard
Nixon, eru upptøkur í sam-
bandi við vitjan forsetans í
Kina, seinastu árini av
Vietnam-krígnum, Water-
gate-gøluni og spurning-
inum um, hvør skuldi taka
við sum ovasti í FBI eftir
tann máttmikla J. Edgar
Hoover.
Amerikanskir eygleið-
arar siga, at bandupptøk-
urnar frá forsetatíðini hjá
Nixon fara uttan iva at vátta
uppfatanina av Richard
Nixon sum einum forseta,
sum legði seg eftir at nýta
sítt vald til fulnar, sama um
framferðin var lóglig ella
ikki, og at hann legði lítið í,
at onnur gjørdust offur fyri
framferð hansara.
Fyri fyrstu ferð,
síðani ófriðurin í
Miðeystri byrjaði í
september í 2000,
hevur ísraelski
herurin hersett heilar
palestinskar flótta-
fólkalegur.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Bert fáar tímar eftir at
ísraelska stjórnin hevði
sagt seg vera sinnaða at
tosa
við
saudiarabiska
krúnprinsin ella embætis-
menn hansara um tað
nýggja friðaruppskotið, eru
útlitini fyri einari loysn á
kreppuni skotin langt burt-
ur, eftir at ísraelski herurin
hevur hersett tvær pale-
stinskar flóttafólkalegur.
Palestinski trygdarovast-
in, Jibril al-Rajoub, segði í
gjár, at tað seinasta ísra-
elska átakið hevur eittans
endamál, og tað er beina
fyri øllum royndum at fáa
frið í lag.
Fyri nøkrum vikum síð-
ani hersetti ísraelski herur-
in palestinska býin Tulka-
rem, men hermenninir fóru
ikki inn í flóttafólkaleguna
í býnum. Mannarættinda-
felagsskapir hava eisini
mælt Ísrael frá at søkja at
teimum palestinsku flótta-
fólkalegunum, tí í tílíkum
álopum er stórur vandi fyri,
at ósek sivilfólk lata lív.
Soleiðis varð eisini, nú
Ísrael hersetti flóttafólka-
legurnar við Jenin og
Nablus. Tíggju palestinar
og ein ísraelskur hermaður
lógu eftirá. Við teimum
hava 1006 palestinar og
288 ísraelsmenn latið lív,
síðani ófriðurin byrjaði
tann 28. september í 2000.
Ísraelska herleiðslan sig-
ur, at víðgongdir palestinar
nýta
flóttafólkalegurnar
sum skjól, og at tað tí var
neyðugt at herseta tær
báðar legurnar. Politiska
andstøðan í Ísrael er ikki
samd við herleiðsluni. And-
støðuleiðarin, Yossi Sarid,
segði í gjár, at hersetingin
var tann reini ørskapur.
Ísraelski mannarættinda-
felagsskapurin BTselem,
sum verður roknaður at
vera rættiliga óheftur í
stríðnum millum ísraels-
menn og palestinar, sigur,
at sum er er torført at fáa
eygað á nakra vón um frið,
heldur tvørturímóti.
Nixon ætlaði at nýta kjarnorkubumbu
Friðarvónin druknað
í kúluroki
Ísraelsk hernaðarakfør á veg inn í flóttafólkaleguna Balata í býnum Nablus
LAKSUR
Heri á Rògvi
Tað er mest tann roykti
laksurin upp á breyð ella
kanska feski laksurin í
ovninum, sum føroyingar
kenna best, men tað eru al-
skyns rættir, ið kunnu fáast
burturúr laksinum.
Hósdagin fingu nakrir
føroyingar í øllum førum
møguleikan til at smakka
laks tilgjørdan á nógvar
ymiskar mátar.
Tað var í sambandi við
eitt skeið fyri alarar, ið
Skrætting
skipaði
fyri
saman við Aquasamart, at
boð vórðu send eftir einum
norskum meistarakokki. Á
skeiðnum vóru um hálvtrýs
luttakarar. Hesir fingu so
allir saman við umboðum
frá fjølmiðlunum høvi til at
royna nakrar, á okkara leið-
um, øðrvísi laksarættir.
Eitt sjálvtøkuborð varð
við bæði heitum og køldum
laksarættum. Laksur var
berandi røðvaran í øllum
teimum ymsu rættunum.
Rættirnir spentu seg rætti-
liga víða. Millum tey mest
forkunnugu um okkara
leiðir var japanski rætturin
sushi. Av øðrum rættum
kunnu nevnast laksapaté og
ein rættur við nudlum og
laksi. Tað skal sigast, at
maturin smakkaði óføra
væl, og tað kendist eisini
sum øllum dámdi óføra
væl. Luttakararnir vóru eitt
sindur trekir við at fara at
fáa sær í fyrstuni, men tá
gongd kom í varð mestsum
ikki steðga á aftur. Afturvið
góðu laksarættunum var
okkurt gott drekkandi, har-
ímillum eisini saki, ið er
japanskt rísvín. Luttakarar-
nir vóru á einum máli um,
at hetta vóru frálíka góðir
rættir, ið teljast millum tær
meira forkunnugu rættirnar
um okkara leiðir. Hóast tað,
so varð allur laksurin, ið
varð nýttur, føroyskur. Tað
var eitt lítið samdøgur
síðani, at laksurin varð
slaktaður, og hetta er á
markinum, tí laksurin skal,
sambært norska meistara-
kokkinum,
hava
verið
slaktaður minst eitt sam-
døgur undan at hann verður
hagreiddur til matvøru.
Á landsliðnum
Norski meistarakokkurin,
sum stóð fyri laksarættu-
num á Hotel Føroyum hós-
dagin, eitur Kjetil Gunder-
sen. Hann starvast hjá Gas-
tronomisk Industry í Oslo.
Gastronomisk
Industry
hevur kokkar, ið ferðast
kring allan heim fyri at læra
seg at gera fleiri og meira
spennandi rættir.
Sjálvur arbeiðir Kjetil
sera nógv við laksi sum
ráðvøru, og hann móttekur
eisini uppskriftir og im-
pulsir úr øllum heiminum.
Sjálvur ferðast hann mest í
Norðurevropa, og nú er
hann eisini komin henda-
vegin.
–Ætlanin er fyrst og
fremst at vísa, hvussu laks-
ur verður tilgjørdur aðra-
staðni. Eg havi roynt at
gjørt eitt rímiliga breitt úr-
val av laksarættum, sum eg
metti kundi verið spenn-
andi fyri føroyingar, sigur
Kjetil Gundersen.
Hann letur ógvuliga væl
at føroyska laksinum, ið
hann heldur standa mát við
laks aðrastaðni í heiminum.
–Í Norra hevur tað verið
tungt við at fáa selt laks,
men so kom glið á søluna
av sushi, og hetta hevur
skapt ein stóran eftirspurn-
ing. Hóast kokkarnir eru
vorðnir troyttir av sushi, so
eru fólk sera glað fyri tað.
Tað er ofta soleiðis, at
kokkarnir eru eitt sindur
frammanfyri tíðarrákið. Í
størru býunum í Norra er
tað útboðið eisini vorðin
rættiliga internationalt, har
gestirnir kunnu fáa eitt
sindur av hvørjum, sigur
Kjetil Gundersen.
Sjálvur hevur Kjetil eis-
ini góðar royndir sum
kokkur, og hann hevur eis-
ini verið á norska kokka-
landsliðnum, ið gjørdist
nummar trý við OL-kapp-
ingina í 2000. Fyrsta pláss-
ið fór til Svøríki, og hetta
hóvaði ikki grannunum úr
Norra.
Meðan hann hevur verið í
Føroyum, hevur hann roynt
eitt sindur av mati á føroy-
skum matstovum, og tær
fáa eitt gott skoðsmál frá
norska meistarakokkinum.
–Støðið í Føroyum er
sum í Oslo. Tað er kanska
eitt sindur meira gammel-
dags í Føroyum og lítið
fjøllbroytt, men tað er gott,
sigur Kjetil Gundersen.
Um onkur hevur hug til
at kunna seg meira um upp-
skriftir og annað ber til at
hyggja á www.seafood.no.
–Støðið í Føroyum er sum í
Oslo. Tað er kanska eitt sind-
ur meira gammeldags í Før-
oyum og lítið fjøllbroytt, men
tað er gott, sigur Kjetil
Gundersen, sum hósdagin
borðreiddi við alskyns laksa-
rættum til føroyskar alarar.
Mynd: Heri á Rògvi
Laksaát
Ein norskur meistarakokkur borðreiddi við forkunnugum
laksarættum til føroyskar alarar, ið vóru á skeiði. Føroyskur laksur
stendur einki aftanfyri laksin uttanlands, sigur kokkurin, sum
eisini er á norska kokkalandsliðnum. Væl smakkaði
Leskiligt sær tað út, og tað
smakkaði eisini óført. Eitt
veruligt laksagildi.
Mynd: Heri á Rógvi
Ungmannafelagið
Samband skifti á
aðalfundi seinasta
vikuskiftið formann-
in og tveir aðrar
nevndarlimir
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Á ársaðalfundinum hjá
Ungmannafelagnum Sam-
band leygardagin 23. febru-
ar blivu tríggir nýggir limir
valdir inn í nevndina. Hesi
eru Olav Enomoto, Jóhan
Petur Johannesen og Eyðna
Vidtfeldt.
Michael Jensen, ið hevur
verið formaður í fýra ár,
stillaði ikki uppaftur til for-
manssessin. Í hansara stað
kom Olav Enomoto, Vest-
manna.
Nevndin
fekk
tveir
nýggjar nevndarlimir, eftir
at Finnur Jensen og Durita
Hansen í ár stóðu fyri valið.
Eyðna Vidtfeldt og Jóhan
Petur Johannesen eru nýgg-
ir nevndarlimir, og fram-
manundan sita Maud Poul-
sen og Karina Fagralón í
nevndini
Nevndin er skipað soleiðis:
Olav Enomoto, formaður
Jóhan Petur Johannesen,
næstformaður
Karina Fagralón,
kassameistari
Maud Poulsen, skrivari
Eyðna Vidtfeldt,
nevndarlimur
Tiltakslimir eru:
Finnur Jensen og
Michael Jensen
Formaður Sambandsfloks-
ins, Lisbeth L. Petersen, var
við á fundinum, har hon
legði upp til orðaskifti um
løgtingsvalið, ið stendur
fyri durðum.
Felagið fyrireikar seg til
løgtingsvalið, ið óiva verð-
ur sera spennandi, eisini
fyri tey ungu. Sjey limir í
Ungmannafelagnum Sam-
band eru millum valevni
Sambandsfloksins til løg-
tingsvalið, skrivar felagið í
tíðindaskrivi.
–Ungmannafelagið
vil
framvegis leggja dentin á at
fáa enn fleiri ung frammat í
politikki, sigur Olav Eno-
moto, formaður.
Ungmannafelagið Samband nýggjan formann
Olav Enomoto hevur tikið
við sum formaður fyri
Ungmannafelagið Samband.
Mynd: Álvur Haraldsen.
C
M
Y
K
17
16