leygardagur 2. mars 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 • leygardagur • 2. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Kanska hava sigrarnir
onkuntíð verið meira
sannførandi og
kanska hevur spælið
til tíðir verið betri,
men tað kann vera
tað sama. Kvinnurnar
hjá VÍF hava annað
árið á rað ognað sær
greipuna
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Hetta varð staðfest, tá VÍF
hóskvøldið vitjaði í Klaks-
vík og vann fjórða sigurin
av fýra møguligum á
Stjørnuni hetta kappingar-
árið.
Venjarin var eftir
Upptaktin til dystin kundi
tó neyvan verið verri fyri
oddaliðið. Nógvi kavin,
sum hevur órógva bæði
fólk og fæ og ikki minst
hondbóltsdystir, gjørdi sítt
til, at ferðin til Leirvíkar,
haðani Dúgvan fór, gjørdist
heldur strævnari enn van-
ligt.
Ein trafikkproppur við
Hvalvík gjørdi, at leik-
ararnir vórðu seinkaðar til
Leirvíkar, og tó at skiparin
á Dúgvuni bíðaði, so
eydnaðist
ikki
at
fáa
venjaran, Jørleif Kúrberg,
og strikuspælarar, Randi
Kúrberg, við til Klaksvíkar
í fyrstu syftu. Saman við
fleiri øðrum vórðu tey aftur
seinkaði undir Gøtueiði, so
tey máttu bíða til næsta
fart.
Dragnaði fyri steðgin
Fyrstu løtuna var eisini líkt
til, at hetta órógvaði tað
annars so stinna liðið úr
Vestmanna. Í álopspartin-
um bar millum lítið og
einki til, og tó at tær stóðu
væl í verjuni, so var tað
Stjørnan, sum spakuliga
dró frá hesa løtuna. Mun-
urin var kanska ikki so
stórur, men høvdu tær á
heimaliðnum hildið høvdið
eitt sindur kaldari hesa
løtuna, og hevði málverjin
hjá VÍF ikki verið Manuela
Stan, so kundi leiðslan
eisini verið størri, men tað
varð so av ongum.
Ístaðin tók VÍF seg
spakuliga aftur, og tá so
bæði Simona Dziugyte og
Joan M. Joensen fóru út at
hvíla sge, gjørdist heldur
tunnligt hjá heimaliðnum.
Ella var tað eisini tað, at nú
var VÍF-venjarin loksins
komin í høllina. Hvussu var
og ikki, so gjørdi VÍF eitt
veruligt hál seinastu løtuna
undan steðginum, har 6-6
broyttist til 7-10 á mál-
talvuni.
Stórtap hótti
Vendin hesa seinastu løtuni
mundi uttan iva vera eitt
gott sálarligt skump rætta
vegin hjá VÍF, og fyrstu
helvtina av seinna hálvleiki
sást brádliga, hví tær hava
verið so einaráðandi í før-
oyskum kvinnuhondbólti
hesi bæði seinnu árini.
Tó at tær kanska gjørdu
dekan ov nógv mistøk í
álopsspælinum, so munaði
hetta snøgt sagt einki hjá
Stjørnuni. Verjan hjá VÍF
var snøgt sagt átøk kin-
verska múrinum hesa løt-
una. Har var snøgt sagt
eingin vón hjá heima-
liðnum at spæla seg ígjøg-
num, og so kundi VÍF veru-
liga skrúva ferð á kontra-
hondbóltin. Einfalt, effek-
tivt og vakurt varð mótstøð-
an hesa løtuna spæld niður
og norð, og var tað ikki fyri
bjargingarnar hjá Agnes í
Stjørnu-málinum, so kundi
talan verið um stórtap hjá
Stjørnuni.
Snaraði 180 stig
Hetta hendi tó ikki. Ístaðin
tók dysturin eina merkis-
verda vend. Kanska helt
VÍF, at gullið var heima.
Kanska vóru tað nervar,
sum brádliga gjørdu seg
galdandi, ella kanska var
tað reyða kortið til Randi
Kúrberg, sum gjørdi, at VÍF
misti takið.
Sum so kann orsøkin
gera tað sama, tí brádliga
fekk Stjørnan ferð á. Tær
megnaðu nú at spæla seg
inn um VÍF verjuna fleiri
ferðir á rað, og í verjuni
trýstu tær ferð eftir ferð
VÍF gera mistøk. Eina mest
tí tær samstundis valdu at
mansverja bæði Ioanu og
Sóley. 7-15 var støðan, tá
16 minuttir vóru leiktir av
seinna hálvleiki, men fýra
minuttir fyri leiklok var
munurin 14-16.
Bjargingin hjá VÍF kom
tó, tá Jacklin Durhuus vann
sær brotskast í gjøgnum-
brotsroynd.
Hetta
setti
Ioana í netið, og so loysnaði
aftur. Stjørnan misti trúnna
uppá, at tað kundi bera til,
og við enn tveimum málum
eftir skjótálop kundi Nico-
lina staðfesta. Ikki bara
sigurin men eisini gull-
merkini. Og tey eigur VÍF
so væl og virðiliga uppi-
borið. Tær hava alt árið
verið besta liðið í landin-
um, og talan skal verða um
eina sensatión av teimum
stóru, um stigaposin ikki
verður so rokandi fullur, tá
seinasti dysturin er leiktur.
Tillukku VÍF!
Dysturin í tølum
Stjørnan-VÍF 14-19
(7-10)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Dziugyte
4(2), Joan M. Joensen 3,
Bára Skaale 2, Una Olsen
2, Andrijana Milodanovic
2(2), Anna Kristina Sam-
son 1
VÍF:
Ioana Rápa 6(3),
Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4,
Jacklin Durhuus 3, Nico-
leta Radu 3, Sóley Mikkel-
sen 1, Fríða Marjunardóttir
1, Alis Høghamar 1
Brotskøst: Stjørnan 7, VÍF
3
Útvísingar: VÍF 2
Diskvalifikatión: VÍF 1
(Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Eyðun Samuel-
sen. Høvdu gott tamarhald
á, hóast talan ofta gjørdist
um nærdystir.
Stjørnan-VÍF 14-19 (7-10):
Greipan er heima
VÍF eru greipuvinnarar. Hetta varð staðfest hóskvøldið, tá tær
eisini vunnu fjórða landskappingardystin móti Stjørnuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað var fyrst og fremst í krútsterku verjuni, at sigurin hjá VÍF varð grundlagdur
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 43 - 2. mars 2002
Tórbjørn Jacobsen
viðgongur, at tað
nyttar lítið at spyrja
danskar ráðharrar
um ríkisfelagsskapin
og støðuna hjá
Føroyum og Grøn-
landi. — Men vit
kunnu ikki gera
annað enn spyrja og
vísa á okkara støðu og
sjónarmið, sigur
føroyski fólkatings-
maðurin
TJÓÐSKAPARSTRÍÐ
Magnus Dam
Keypmannahavn
Enn einaferð fór Tórbjørn
Jacobsen sum av torvheið-
um út úr Fólkatingssalin-
um, eftir at hann hósdagin
gjørdi enn eina roynd at
vísa á, at ríkisfelagsskap-
urin er alt annað enn ein
felagsskapur við trimum
javnsettum londum.
Í síðstu viku var tað
Anders Fogh Rasmussen,
forsætisráðharri, sum var í
hólmgongu við Tórbjørn
Jacobsen,
og
hósdagin
skuldi løgmálaráðharrin,
Lene
Espersen,
svara
spurningum frá føroyska
fólkatingsmanninum.
Tórbjørn
Jacobsen
royndi at vísa á, at tað er
andsøgn millum veruleikan
og grundlógina, sum sigur,
at tað eru trý javnsett lond í
danska ríkinum, Føroyar,
Danmark og Grønland.
Londini eru ikki javnsett,
og tað er skeivt av stjórnini
at tvíhalda um hetta. Hví
verður hesin pástandurin
endurtikin ferð aftaná ferð,
spurdi Tórbjørn Jacobsen
løgmálaráðharran.
Tórbjørn Jacobsen vil
vera við, at londini eru ikki
líka, tá ið veruleikin er
tann, at Føroyar og Grøn-
land ikki sleppa at umsita
ávís málsøki, so sum uttan-
ríkis-, verju- og trygdar-
politikkin hjá Føroyum og
Grønlandi. Hesi málsøki
verða umsitin í Danmark,
og tí er skeivt at tosa um trý
javnsett lond, vísti Tórbjørn
Jacobsen á.
Tórbjørn hevur
misskilt
Men Tórbjørn Jacobsen
hevur misskilt eitthvørt,
fekk hann at vita frá danska
løgmálaráðharranum.
At eitt nú verjupolitikk-
urin verður umsitin í Verju-
málaráðnum í Keypmanna-
havn merkir ikki, at hann
verður umsitin av einum
myndugleika,
sum
er
danskur burturav. Verju-
málaráðið er ikki ein
serligur danskur myndug-
leiki, men ein ríkismyndug-
leiki, sum er felags fyri all-
ar tríggjar partarnar í ríkin-
um. Landafrøðiliga liggur
hann í Keypmannahavn,
men talan er um ein ríkis-
myndugleika, vísti løg-
málaráðharrin á.
- Fólkatingið er eisini ein
ríkismyndugleiki, hóast tað
liggur í Keypmannahavn,
og Føroyar hava ávirkan á
lóggávuna
um
verju-,
trygdar- og uttanríkispoli-
tikk við sínum umboðum í
Fólkatinginum. Tí standi eg
við, at Føroyar, Grønland
og Danmark eru javnsettir
partar í ríkinum, svaraði
Lene Espersen.
Fyri Tórbjørn Jacobsen
er svarið ikki nøktandi, tí
hann hevur eina aðra fatan
av tingunum. Men hann
hevði kortini ikki væntað
sær annað svar frá ráðharr-
anum.
Sum gummi
- Tú kemur ikki nærri, tá ið
tú setur tílíkar spurningar.
Tað er sum gummi —
líkamikið hvønn spurning
tú setur, ella hvussu tú setur
hann,
so
kann
svarið
toyggjast, so ráðharrin ikki
kemur at siga ov nógv.
Tórbjørn
Jacobsen
royndi hósdagin at seta
fleiri uppfylgjandi spurn-
ingar, og tað sama gjørdi
fólkatingsmaðurin Kjeld
Albrecthsen úr Eindarlist-
anum, sum vildi hava løg-
málaráðharran at viðganga,
at Føroyar og Grønland ikki
hava somu rættindi í ríkin-
um sum Danmark. Eitt nú
fáa londini ikki innlit í tær
verjuavtalur, sum Danmark
hevur gjørt við USA, og
sum viðvíkja bæði Føroy-
um og Grønlandi.
Men løgmálaráðharrin
var hvørki til at høgga ella
stinga í. Meira var ikki at
siga, og Tórbjørn Jacobsen
kundi ikki annað enn taka
hetta til eftirtektar.
Halda lív í
- Hjá okkum, sum hava
eina øðrvísi hugsan um
støðuna enn stjórnin, er
ikki annað at gera enn at
spyrja meira og vísa á okk-
ara støðu. Tað eru tey am-
boðini vit hava sum fólka-
tingslimir, og tey mugu vit
brúka, sigur Tórbjørn Ja-
cobsen.
Hann er fullgreiður yvir,
at hann neyvan nakrantíð
fer at fáa ein danskan ráð-
harra at taka undir við
nógvum av sjónarmiðun-
um, sum Tjóðveldisflokk-
urin hevur, men heldur tað
kortini vera týdningarmikið
at halda lív í kjakinum.
- Tá ið alt kemur til alt, so
stendur og fellur endaliga
avgerðin um framtíðar-
støðu Føroya við viljanum
hjá fólkinum. Tú fært ong-
antíð stjórnina at viðganga
nakað, sum inniber, at
Danmark má lata nakað frá
sær, staðfestir Tórbjørn Ja-
cobsen.
Sum at sláa í eina dýnu
- Tá ið alt kemur til alt, so stendur og fellur endaliga avgerðin um framtíðarstøðu Føroya við viljanum hjá fólkinum. Tú fært
ongantíð stjórnina at viðganga nakað, sum inniber, at Danmark má lata nakað frá sær, staðfestir Tórbjørn Jacobsen
C
M
Y
K
18
BERG MOTORS
Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35
BERG MOTORS
Mazda 323 S 2,0 Diesel LX
Gráur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.84.000, árg. 06/98
Mazda 323 F 1,5i GLX
Grønur, 5 hurðar, 5 gear,
Km.44.000, árg. 05/99
Renault Megane 1,4e
Grønur, 5 hurðar, 5 gear,
Km.34.000, árg. 08/98
94.000,-
Renault Megane 1,4e
Grønur, 5 hurðar, 5 gear,
Km.58.000, árg. 04/97
120.000,-
Renault Megane 1,6e
Reyður, 5 hurðar, 5 gear,
Km.60.000, árg. 12/96
80.000,-
Mazda E2200 PanelVan Høgt tak
Reyður, 5 hurðar, 5 gear,
Km.110.000, árg. 05/97
75.000,-
Mazda B2500 PlusCab SDX 4x4
Bláur, 2 hurðar, 5 gear,
Km.35.000, árg. 02/00
140.000,-
Peugeot Partner 1,9 TD
Gráur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.71.000, árg. 03/00
110.000,-
90.000,-
Mazda 323 S 1,5i LX
Reyður, 4 hurðar, 5 gear,
Km.68.000, árg. 05/97
Fiat Multipla 1,6
Gráur, 5 hurðar, 5 gear,
km 39.000, árg. 01/00
138.000,-
Ford Escort 1,8TD St.Car
reyður, 5 hurðar, 5 gear,
Km.50.000, árg. 08/97
110.000,-
Mazda 929 S 2,2i GLX
Bláur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.145.000, árg. 03/89
28.000,-
Sýnaður
05/01
Sýnaður
02/00
Renault Megane 1,6e Sedan
Beige, 5 hurðar, 5 gear,
Km.60.000, árg. 12/96
80.000,-
Honda Civic S 1,4 IS
Hvítur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.76.000, árg. 12/98
98.000,-
Sýnaður
04/02
Sýnaður
09/00
Sýnaður
09/00
105.000,-
Mazda 323 S 1,3 LX
Reyður, 4 hurðar, 5 gear,
árg. 1987
10.000,-
120.000,-
Mazda 323 S 2,0 Diesel LX
Grønur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.84.000, árg. 01/98
90.000,-
Volvo 440 GLT
Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km.84.000, árg. 04/92
2 sett av dekkum á orginal felgum
SERTILBOÐ 48.000,-
Sýnaður
12/00
Sýnaður
02/01