leygardagur 2. mars 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 2. mars 2002
21
Í einum fyri Neistan
óvanliga málríkum
dysti vunnu tær bláu
tryggan sigur á
Sóljuni, og halda
sostatt framvegis
kósina móti silvur-
merkjunum
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Aðru ferð í ár spældu bestu
neistakvinnurnar
lands-
kappingardyst í Gunda-
dalshøllini, men hesa ferð
var úrtøkan heldur betri enn
seinast, tá tær greitt vóru
við undirlutan móti Stjørn-
uni.
Mótstøðuliðið hesa ferð
var Sóljan, sum alt árið
hevur stríðst í botninum av
stigatalvuni, og mett eftir
dystinum hóskvøldið, fer
hetta stríð at standa við
fram til kappingarlok.
Gjørdu skjótt av
Tað var nevnliga heilt skjótt
greitt, at Neistin ikki ætl-
aði, at nakað stórvegis roks
skuldi vera um, hvønn veg
stigini skuldu fara. Meðan
gestirnir bert funnu málið
ta einu ferðina fyrstu 10
minuttirnar, so hevði Neist-
in skorað átta ferðir, og so
var tann dysturin sum so
avgjørdur. Tað hoyrir tó til
søguna, at Sóljan sam-
stundis brendi tvey brots-
køst, men tað skal tó ikki
taka nakað frá neistaavrik-
inum.
Sum vera man, so førdi
tryggja leiðslan við sær, at
tær á heimaliðnum fóru at
taka nakað lættari upp á
uppgávuna. Allar fingu
møguleikan at royna seg,
og atlit varð tikið til stóru
uppgávuna nú sunnudagin,
tá útidysturin móti ný-
klæktu meistarunum úr
Vestmanna
verður
á
skránni.
Soleiðis var gongdin
eisini í seinna hálvleiki, har
Neistin
ikki
fekk
økt
stórvegis um munin. Hin-
vegin var heldur ongan tíð
vandi fyri, at sigurin skuldi
gleppa teimum av hondum.
Spenningurin heldur
Við sigrinum slapp Neistin
upp á næst ovasta sessin í
deildini, men spurningurin
er so, hvussu leingi tær
verða verandi á hesum.
Vandin fyri at missa er
eingin
sunnudagin,
tá
Stjørnan hevur frí, meðan
Neistin hittir VÍF. Hinvegin
verður spenningurin stórur
annað
vikuskiftið.
Tá
kemur Stjørnan til Havnar,
og soleiðis sum kappingin
hevur háttað seg, so er líkt
til, at tað verður vinnarin av
hesum
dystinum,
sum
ognar sær silvurmerkini.
Hjá Sóljuni er tað sjálv
tilveran í bestu deildini,
sum stendur upp á spæl
komandi dystirnar. Fyrst
kemur StÍF á vitjan, og eftir
at Sóljan síðani vitjar í
Vági, er tað Kyndil, sum
kemur á Giljanes. Hartil
skal útsetti dysturin móti
StÍF helst eisini avgreiðast
onkursvegna, og fyrst og
fremst eru tað hesir tríggir
dystirnir, sum fara at gera
av, hvørt Sóljan komandi
árið skal spæla í aðru deild,
ella um hesin lutur verður
latin antin Kyndli ella StÍF.
Tað kann væl vera, at
spenningurin um ovasta
sessin er farin, men í botn-
inum er enn einki avgjørt.
So langt ífrá.
Dysturin í tølum
Neistin-Sóljan 29-21
(15-8)
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabø
6, Mildrið Jacobsen 6,
Gunnleyg Berg 5(2), Birita
Wardum 4, Susan Brockie
3, Súna Mørk 2, Ata
Høgnadóttir 1, Rakul
Augustinussen 1, Kára á
Dunga 1
Sóljan: Asta Petrauskiene
11, Marjun Johansen 4,
Jana Jacobsen 2, Heidi
Maria Akselsen 2, Petra
Thomassen 1, Fía Selma
Nielsen 1
Brotskøst: Neistin 3, Sóljan
3
Útvísingar: Neistin 1,
Sóljan 1
Vestmenningar
vunnu eisini seinnu
grannauppgerðina
móti KÍF í enda-
spælinum, og aftur
hesa ferð var mun-
urin eittans mál
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Talan varð nærum um
rokdyst, tá VÍF tíðliga í
endaspælinum
tryggjaði
sær tvey stig móti koll-
firðingum í einum sera
spennandi dysti, sum varð
avgjørdur
við
seinasta
skotinum í dystinum.
Hóskvøldið hittust liðini
aftur, og tó at talan ikki
varð um seinasta skotið,
sum varð avgerandi, so var
talan aftur um ein sera
spennandi dyst, sum eisini
hevði nakað av dramatikki
við.
Stóð nógv á
Tað var nevnliga sera, sera
javnt allan dystin. Vest-
menningar vóru kanska
teir, sum byrjaðu betri, men
tað var tó rættiliga skjótt, at
kollfirðingar fingu fatur á
tærra endanum. Serstakliga
sótu skotini hjá teimum
báðum
útlendingunum,
Durica og Iljan, væl, og
áðrenn nakar veruliga vardi
tað,
vóru
kollfirðingar
brádliga á odda.
Hetta skuldi eisini vísa
seg at vera ein leiðsla, sum
skuldi halda megin partin
av dystinum. Vestmenning-
ar stríddust at koma inn
aftur í dystin, men hvørja
ferð teir fingu togað nakað
inn, svaraðu kollfirðingar-
nir aftur. Ikki fyrr enn
kollfirðingarnir fyrst fingu
Vagn Johannesen tveittan
heilt út, og síðani fingu
eina vanliga útvísing stutt
eftir, fór at bera til hjá
oddaliðnum. Teir megnaðu
at koma framum, men
framvegis stóð nógv á. Eitt
og tvey mál var munurin
tað, sum eftir var av dystin-
um, og fram móti dystar-
enda gjørdist rættiliga heitt,
tá Rógvi Nielsen fekk
beinleiðis reyða kortið.
Leiðslan helt tó allan vegin
á mál, og enn einaferð
kundu vestmenningar fegn-
ast um ein tepran sigur,
meðan kollfirðingar hin-
vegin enn eina ferð kundu
iðra seg um eitt eins tepurt
tap.
Ein restar
Við sigrinum tryggjaðu
vestmenningar sær, at tað
nú veruliga er lagt upp til
eina sanna veitslu, tá Neist-
in kemur á vitjan um viku-
skiftið. Sum er, so kann
Neistin røkka 30 stigum,
men
verður
talan
um
heimasigur hjá VÍF, so
verður hetta minkað niður í
28, samstundis sum VÍF tá
hevur 29 stig.
Við øðrum orðum, so
merkir ein sigur til VÍF
sunnudagin, at teir eins og
kvinnuliðið verða meistarar
annað árið á rað, og so
munnu bæði spælarar og
áskoðarar leggja vertin á, at
tað mangan hevur riðið um
snarið, tá á pappírinum
lættir dystir hava verið
leiktir. VÍF er mest sum
hvørja ferð farið av vøllin-
um við báðum stigunum,
og fram um alt, so eru tað
hesi, sum telja.
Dysturin í tølum
KÍF-VÍF 29-30 (16-13)
Málskjúttar:
KÍF: Durica Tomic 9(3),
Iljan Topic 7, Kristian
Madsen 5, Eddie Joensen
2, Vagnur Johannesen 2,
Rógvi Weihe 2, Jákup Dam
1, Petur Martin Poulsen 1
VÍF: Sámal Joensen 12(5),
Áki Olsen 5, Agnar Joen-
sen 3, Piti Negru 3, Petur
Fr. Joensen 2, Daniel Rápa
2, Harald Bjørgvin 1,
Ragnar
Zachariasen
1,
Rógvi Nielsen 1
Brotskøst: KÍF 4, VÍF 3
Útvísingar: KÍF 2, VÍF 2
Diskvalifikatión: KÍF 1,
VÍF 1 (Báðar beinleiðis
reytt)
Dómarar úr Neistanum/
Kyndli: Kristian Johansen
& Niels Viggo Niclasen.
Skelkurin var stór-
ur í Hull, tá venjar-
in seinastu trý
árini, Brian Little,
saman við tveim-
um hjálparvenj-
arum segði seg úr
starvinum
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Í Hull søgdu teir, at tað
kom sum ein bumba, tá
venjarin segði seg úr
ábyrgdarstarvinum fyri
besta fótbóltsliðnum.
Brian Little hevur havt
ábyrgdina av Hull lið-
num síðani í apríl 2000.
Hann er kendur venjari í
Onglandi. Teir í Hull
hava kent tað sum ein
forrætt, at venjarin hjá
teirra liði hevur verið
ein, sum áður hevur havt
ábyrgdina
av
Aston
Villa, Leicester, Wolver-
hampton og Stoke. Men
nú er Brian Little ikki
venjari hjá Hull.
Á fundi við formannin
í felagnum, Adam Pear-
son, hósdagin, boðaði
Brian Little frá, at hann
fer úr starvinum. Somu
boðini komu frá hjálpar-
venjarunum báðum.
Hull formaðurin segði
í tíðindaskrivinum, sum
varð sent út eftir fundin,
at hann var sera vón-
brotin av hesum. At
hann ikki hevur skundað
undir uppsøgnina kom
til sjóndar í mikudagin,
tá hann avgjørdur nokt-
aði fyri, at tað í nevndini
varð hugsað um at siga
venjaranum úr starvi.
Skeiva vegin
Í Hull hava teir ásannað,
at møguleikin fyri bein-
leiðis uppflyting í trið-
bestu deildina er fokin.
Teir hava vónað, at tað
kortini skuldi eydnast at
vinna uppflyting í enda-
spælinum, men gongdin
hevur ikki verið sannfør-
andi síðstu.
Mett verður at dropin,
sum fekk bikarið at flóta
yvir hjá venjaranum,
var, tá teir fríggjakvøld-
ið taptu 1-0 á heimavølli
móti einum av botn-
liðunum. Kappingarárið
byrjaði sannførandi hjá
Hull. Venjarin brúkti
800 túsund pund til
nýggjar spælarar, og
úrtøkan var stór. Men so
fór at ganga hinvegin.
Kring ársskiftið spældu
teir sjey dystir á rað
uttan at vinna, og nú eru
teir smokkaðir niður á
sjeynda plássið.
Tað var Brian Little,
sum 14. juni í fjør keypti
Julian
Johnsson
frá
Sogndal og til Hull. Í
kapping við sjey aðrar
eydnaðist tað Juliani
beinanvegin at sannføra
venjaran um, at hann átti
at vera sjálvskrivqaður
til annað sentrala mið-
vallarplássið.
Juilian er sáttmála-
bundin við Hull í meira
enn enn eitt ár afturat.
Hvussu tað nú verður
við
fasta
plássinum
verður upp til nýggja
venjaran at gera av. Ofta
plaga nýggir venjarar
vilja sleppa at seta dám
á liðið, sum teir fáa
ábyrgdina av. Tí kann
roknast við, at Hull fer
at selja onkrar spælarar,
og at aðrir spælarar fara
at verða keyptir til fe-
lagið. Men nú fáa vit at
síggja,
hvussu
tað
verður við tí. Fríggja-
dagin var ikki greitt,
hvør nú fer at hava
ábyrgdina av Hull lið-
num, men sagt varð tó,
at
ungdómsvenjarin,
Billy Russell í fyrstu
atløgu tekur sær av
venjingunum.
KÍF-VÍF 29-30 (16-13):
Aftur tepurt
Venjarin hjá
Hull hevur
sagt upp
Neistin-Sóljan 29-21 (15-8):
Hava nú silvurið í hondini
Tað var enn eina ferð um reppið, men endin varð kortini, at
VÍF vann grannauppgerðina, og nú er guli herurin bert ein
dyst frá gullmerkjunum
21
20
Nr. 43 - 2. mars 2002
Hóast hann sat eftir í
Leirvík, so ivaðist Jør-
leif Kúrberg ikki í, at
VÍF kvinnurnar vóru
nóg stinnar at standa
seg einsamallar
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Sum tað framgongur aðra
staðni í blaðnum so var Jør-
leif Kúrberg ikki komin
vegin fram til Klaksvíkar,
tá VÍF hóskvøldið fór undir
dystin, sum ætlandi skuldi
tryggja teimum gullmerk-
ini.
Tá vit eftir dystin fingu
orðið á Jørleif, ásannaði
hann, at tað ikki var serliga
hugaligt, soleiðis at sita og
bíða, uttan at fáa gjørt nak-
að sum helst við støðuna.
–Nei. Tað var so einki
serligt. Tað stuttliga við tí
var, at eg helt dystin akkur-
át vera byrjaðan, tá vit so
komu í høllina. At í mesta
lagi eitt korter var leikt. Tá
dómararnir so stutt eftir
steðgaðu spælinum, skund-
aði eg mær at rópa leikarar-
nar yvir til mín, tí eg helt,
at talan var um time-out,
men tá var to so longu
hálvleikur.
Ikki bangin
Hóast hann soleiðis ikki
fekk givið nøkur ráð til
leikararnar undan dysti-
num, so bar venjarin ongan
ótta fyri, at talan skuldi
gerast um tap.
–Eg helt, at har eru so
nógvar rutineraðar gentur á
liðnum, og tað skuldu tær
nokk eisini klára. At Agga
so eisini hjálpti til við út-
skiftingini, hjálpti eisin til,
og tað vísti seg eisini at
ganga, segði seinkaði venj-
arin at enda.
Tær megnaðu tað
Jørleif Kúrberg var seinkaður um Leirvíksfjørð, men hóast
hetta, so bar hann ongan ótta fyri, at genturnar ikki skuldu
vinna dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Nógv av hondbólts-
tosinum fer at snúgva
seg um Vestmanna
hetta vikuskiftið, men
fleiri aðrir týdningar-
miklir dystir eru eis-
ini á skránni
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Fult umfar er í hondbólti
um vikuskiftið, og nú fer av
álvara at stunda til kapping-
arlok.
Sjónligasta tekinið um
hetta verður helst í Vest-
manna. Har hava tey longu
fingið staðfest, at kvinnur-
nar eru tær bestu í landi-
num, og sunnudgain skulu
menninir so ætlandi gera
teimum kynstri eftir, tá
Neistin kemur á vitjan. Ein
sigur her ger VÍF til meist-
arar, og so er einki at ivast í,
at bæði Bryggjan og la Car-
reta verða stúgvandi full.
Umframt teir báðar dyst-
irnar millum VÍF og Neist-
an, so verða eisini fýra aðrir
dystir á skránni, og serstak-
liga
í
teimum
báðum
kvinnudystunum er tað alt
annað enn gull og skreyt-
lutir, sum eru fremst í huga-
num.
Á Giljanesi bresta Sóljan
og StÍF saman, og fyri báð-
ar partar er her talan um ein
dyst, sum kann hava lív-
bjargandi týdning, um stig
fáast til høldar. Soleiðis er
eisini hjá Kyndli, sum á
heimavølli tekur ímóti VB.
Júst hesin dysturin var í
grundspælinum tann, har
Kyndil sýndi, at tær kunnu
megna annað enn leiklutin
sum botnlið, og skulu tær
sleppa úr hesum leikluti, er
av alstórum týdningi, at tær
nú endurtaka sigurin á VB.
Hjá monnunum eigur
Kyndil somuleiðis heima-
vøll, tá teir skulu royna seg
móti hovyíkingum. Her
hevur Kyndil staðið seg væl
betri í endaspælinum, og
mugu tí metast sum favorit-
tar, men ein grannauppgerð
er tó ein grannauppgerð, og
tí kann einki takast fyri giv-
ið.
Tað kann tað heldur ikki í
Runavík, har Tjaldur tekur
ímóti StÍF. Her er somu-
leiðis talan um grannaupp-
gerð, og við óstøðugu av-
rikunum, sum liðini hava
víst í ár, er at kalla alt hugs-
andi, og skal nakað takast
fyri víst, so er tað helst, at
tað neyvan verður keðiligt.
Tá spæliloyvi hevur
verið í Føroyum í trý
ár á rað, verður spæl-
ari ikki longur taldur
við útlendingakvotuni
KAPPINGARREGLUR
Jóannes Hansen
Møguleikin fyri at hava út-
lendskar spælarar í liðnum
verður nú størri hjá føroy-
sku fótbóltsfeløgunum, enn
áður hevur verið hildið.
Allar 22 atkvøðurnar á
aðalfundinum hjá Fótbólts-
sambandinum, sum varð
hildin í Norðurlandahúsi-
num síðsta leygardag, tóku
undir við hesum.
Nevndin í FSF mælti
aðalfundinum at taka undir
við
uppskotinum.
Tað
gongur út uppá, at mark-
ingin ella definitiónin av,
hvat ein útlendskur leikari
er, skal broytast.
Áður hevur staðið í grein
18, at sum útlendskur leik-
ari verður roknaður persón-
ur, ið ikki hevur fast til-
knýti til Føroyar, og sum
ikki hevur fastan bústað í
Føroyum seinastu trý árini
frammanundan, at umsókn
um loyvisbræv verur latin
Kappingarnevndini.
Nú verður skoytt uppí, at
útlendskur leikari, sum
burturav hevur havt spæli-
loyvi at leika í Føroyum í
minsta lagi í trý fylgjandi
kappingarár, og sum her-
eftir 4. kappingarárið á rað
søkir um spæliloyvi, kemur
ikki undir reglurnar um út-
lendskar leikarar.
Onkuntíð hava ivamál
staðist av, hvussu tað skal
skiljast við fasta bústaði-
num, tá spælarar hava veirð
í Føroyum frá fyrst í febru-
ar og til fyrst í oktober,
meðan
familjurnar
hjá
teimum fyri tað mesta hava
verið í landinum, sum teir
hava verið ættaðir úr.
Í
viðmerkingini
til
broyttu ásetingina sigur
FSF, at reglan bert er gald-
andi, tá ein spælari hevur
spælt í Føroyum í trý kapp-
ingarár á rað, og at um-
sóknin um spæliloyvii 4.
árið verður latin FSF sum
eitt framhald av hesum
samanhangandi tíðarskeiði.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at tað ber ikki til at
uppsamlað tíð frá undan-
farnum kappingarárum, har
spælarin við hvørt hevur
verið í Føroyum og onnur
tíðarskeið hevur verið í út-
lendskum feløgum.
Fleiri fáa ágóðan
Í 1999 samtykti FSF aðal-
fundurin, at hámarkstalið á
útlendskum
spælarum
skuldi økjast úr tveimum
og upp í fýra. Broytingin
hevði við sær, at útlend-
ingatalið í bestu deildini
hækkaði í 1999 og 2000.
Men í fjør fór tað at ganga
hinvegin. Tá vóru tjúgu
fremmandi spælarar í bestu
føroysku deildini, meðan
talið í 2000 var tredivu.
Feløgini, sum í 2001
høvdu flestar útlendskar
spælarar á liðnum vóru VB,
B68 og FS Vágar. Vágbing-
ar høvdu fýra útlendskar
spælarar, og toftamenn og
vágamenn høvdu tríggjar
útlendskar spælarar í part.
Í fjør vóru tað bara B36
og HB, sum ongar útlend-
skar spælarar høvdu á besta
liðnum. Havnarliðini hava í
fyrireikingunum til kom-
andi kappingarárið gjørt
sáttmálar við útlendskar
spælarar.
Fleiri útlendskir spælarar
hava spælt fótbólt í Føroy-
um seinastu trý árini, og
summir teirra hava veirð í
heimlandinum í vetrar-
steðginum. Vit kunnu t.d.
nevna Krzystof Popczyn-
ski, sum hevur verið í Vági,
og sum nú er í Gøtu. Marek
Wierzbicki, sum man vera
tann útlendski spælarin,
sum hevur verið longst í
Føroyum, Andrzej Pacek,
sum kom til Klaksvíkar í
1999, og sum í fjør var í
B36 og EB/STreymi, Mar-
lon og Marcello í B68 og
Iulian Florescu, sum ehvur
verið á Sandi, og sum nú
hevur gjørt avtalu við B36.
Útlendingarnir rúmari ræsur
Gullveitsla í Vestmanna
Vestmenningar kunnu
staðfesta næsta gullmerkið
innan fýra dagar, um tað
eydnast monnunum at vinna
dystin móti Neistanum
sunnudagin
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
03.03
14.30
Sóljan-StÍF
03.03
14.30
Kyndil-VB
03.03
14.30
VÍF-Neistin
1. deild menn
03.03
16.00
Kyndil-H71
03.03
16.00
Tjaldur-StÍF
03.03
16.00
VÍF-Neistin
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
02.03
13.00
Mjølnir-TB
03.03
13.00
TB-ÍF
Meistaradeild menn
03.03
14.00
SÍ-Fleyr
03.03
15.00
ÍF-Mjølnir
C
M
Y
K
20