Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 20 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Klokkan er ikki meiri enn farin av níggju henda regntunga miku­ morgunin í farnu viku. Eivind hevur longu verið í handlinum eina løtu, tí í dag veit hann av royndum, at nýggj vøra kemur úr Havnini ­ hesaferð frá heilsøluni hjá Poul Michelsen. Kvikliga hevur Niels Jacob frá PM Heilsøluni sett vøruna á eitt rulliborð. Líka so kvikliga tekur tann royndi og væl­til­árs­komni handilsmaðurin tær, og byrjar beinanvegin at seta mjólkina í køl aran og at prísa tað sum prís­ ast skal. Sum við øllum øðrum størvum hevur ein í 69 ár bæði upplivað góðar búskaparligar tíðir og minni góðar búskaparligar tíðir. Hetta hevur kortini ikki nervað Eivind í arbeiði sínum. – Tað er sjálvandi eitt sindur strævið at hava ein handil á bygd. Man kundi jú altíð ynskt at sølan var størri, sigur hann álvarsamur. – Tað vísir seg tíverri at vera so, at fólk keypir ov nógv burturi. 14 ára gamal Hóast Eivind er farin langt upp um eftirlønaraldur, fer hann fram vegis hvønn Guds skapta dag glaður og hugaður til arbeiðis. – Eg kenni faktist ikki til annað, sigur gamli handilsmaðurin. ­ Eg byrjaði longu her sum 14 ára gam­ al. Seinastu 69 árini hevur hetta tí verið hansara gongd: Til arbeiðis hvønn morgun og síðani heim aftur á kvøldi. Men tá hann so er komin heim, so er hann komin heim. – Ja, tað er ein kunstur. Men henda kunstin havi eg tíbetur lært, sigur hann, sum saman við einum av synum sínum rekur einasta handilin í heimbygdini. Bara handil Tað vóru tíðir, tá tað vóru fleiri handlar í bygdini. Hesin handilin byrjaði fyri skjótt 150 árum síðani, og hevur síðani verið á skiftandi hondum. Millum hesar teljast ein sum kall­ aðist Jóan Pauli úr Vestmanna og sum hevði handilin frá 1880’unum til hann doyði í 1942, tá beiggi Eivind keypti handilin. Hetta var somuleiðis sama árið sum Eivind byrjaði í handlinum sum bert 14 ára gamal. Og tá beiggin seinni flutti til Danmarkar, tók Eivind yvir handilin ­ og her er hann enn, og hevur ongar ætlanir um at setast hendur í favn. Fyri 30 árum síðani fluttu teir í hetta handilshølið, her teir nú eru. – Nei, hugurin at arbeiða hevur altíð verið góður. Eg havi ongatíð verið til skips ella gjørt annað hesi árini, men havi stórtrivist í handlinum. Og tað geri framvegis. Stúri Í dag er gongdin hon, at fleiri av smærru bygdarhandlunum hava trupult við at klára seg í kappingini við teir stóru. Eivind fylgir sjálvandi væl við, hvønn prís ið aðrir handlar hava. Men hann letur seg ikki ávirka av tí. – Fólk vita hvat eg havi, og eg havi bara mínar føstu prísir. Tað verður so ikki broytt, slær hann fast. Hann roynir í sínum lagi at fáa handilin at bera seg við rímiligum prísum, vinsælum umhvørvi og góðari tænastu. – Eg trívist sjálvur sera væl her og gleði meg hvønn dag at kunna sleppa til arbeiðis. Faktist stúri eg fyri tí degnum, tá eg ikki longur kann fara í handilin. snorri@sosialurin.fo Tá ein fer til hús eftir loknan arbeiðsdag, so skal man ikki taka arbeiðið heim við sær - hvørki í høvdinum ella við pappírum. Um eg setti meg at spekulera uppá handilin tá, so hevði eg jú arbeitt altíð. Og tað kann einki menniskja halda til í longdini Eg trívist sjálvur sera væl her og gleði meg hvønn dag at kunna sleppa til arbeiðis. Faktist stúri eg fyri tí degnum, tá eg ikki longur kann fara í handilin HANDILIN - Tað er bara hugurin sum ger tað, at eg framvegis eri her í handlinum, sigur 83 ára gamli Eivind Petersen, handilsmaður í Oyndarfirði. - Eg gleði meg at fara til arbeiðis hvønn einasta dag. Tað er í øllum førum ikki nakað sum eg stúri fyri. Eg stúri fyri