Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 Sosialurin Oyggjablaðið Stong, tá tú stongir Saman við soninum, eru tað teir báðir feðgarnir sum reka einasta handilin í Oyndarfirði. Hesi árini hann hevur verið í handlinum, hevur Eivind lært seg eitt: At kobla full komiliga úr, tá tað skal ger ast. Ein gamal handilsmaður á Hellunum lærdi seg nakað ógvuliga týdningarmikið. Hann segði við hann: “Eivind, tá tú stongir, so stong alt væl og virðiliga inni”. - Eg visti ikki rættiliga hvat hann meinti við, og spurdi hann tí, hví hann segði so. Tá var tað hetta, at tá ein fer til hús eftir loknan arbeiðsdag, so skal man ikki taka arbeiðið heim við sær - hvørki í høvdinum ella við pappírum. - Tað hevur bjargað mær, at tá eg eri komin til hús, so er alt vekk. Um eg setti meg at spekulera uppá handilin tá, so hevði eg jú arbeitt altíð. Og tað kann einki menniskja halda til í longdini, sigur hann. Einasti handilin í Oyndarfirði er grundarlagið undir tí, at bygd­ ar fólkið kann fáa gerandis vørur sínar her hvønn einasta dag. Umframt vørur sum mjólk, breyð og viðskera, ber eisini til at keypa smærri gávulutir og annað sum fólk hevur brúk fyri av og á, til dømis sokkar, vikubløð, tráður og líknandi, ­ slíkt sum ein altíð sleppur av við. Eitt sleppur hann tó ikki av við ­ daggomul breyð. Hann fær breyð úr Runavík fýra ferðir um dagin, og tey keypa fólk, men ikki breyð frá degnum fyri. Handilin er opin frá klokkan 9 á morgni og fram til middags, og síðani aftur frá klokkan 13:30 til 18. Leygardag er opið frá klokkan 9 til 14. ­ Tey flestu koma tó aftaná døgurða, sigur Eivind Petersen. Flest seinnapartin 69 ár Eivind Petersen (83) hevur verið í handlinum í samfull 69 ár, men er líka hugagóður enn. - Eg stúri fyri degnum, tá eg skal steingja, sigur hann at stEingja