Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 22 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Tað skal nógv reint og sóttreinsað vatn til at reka eitt fiskavirki í dag. Hesa vætuna er ikki neyðugt at stúra fyri henda mikudagin í farnu viku. Uttanfyri oysir regnið niður í stríðum streymum, men innan­ veggja á virkinum látast tey sum einki. Herinni, hevur veður, vindur og avfall ikki so nógv at siga hesa løtuna. Ístaðin eru Marjun og hini á virkinum meiri upptikin av at klára dagsins setning. Í dag hava tey sett sær sum mál at arbeiða tey tonsini av toski 4 undan, sum eru komin til virkið. Tey møttu klokkan 8 í morgun, og fara helst til hús aftur klokkan 4 í dag. Men treyðugt so, ­ “uden mad og drikke, duer helten ikke”. Tíð er eisini at njóta ein góðan bita á virkinum. Eitt av starvsfólkunum, hevur nevniliga sum ábyrgd at gera eitt lekkurt kalt borð til hini. Og nú klokkan er farin at nærkast middegi, eigur Marjun túrin at fara í pausu. – Ja, hetta er í fínasta slag. Her er altíð okkurt lekkurt at fáa, sigur Marjun, sum hevur arbeitt her hjá Greipuni tað seinasta árið. Trívist Mikudagin var Marjun farin til arbeiðis klokkan 8, og hevði hon henda fyrrapartin gjørt tvey ymisk arbeiði, hóast klokkan bert var hálvgum tólv. Frammanundan hevði Marj un millum annað arbeitt hjá trygd­ ar felagnum Ansni í Havn og í Eysturoynni, men hevur eisini arbeitt í fiski, eitt nú á Bakkafrost á Glyvrum. Men hetta seinasta árið hevur hon arbeitt her í Oyndarfirði. Og her trívist hon væl. – Eg hevði einki arbeiði tá, og eg visti, at tey manglaðu arbeiðsfólk. Og so spurdi eg meg fyri, og fekk so arbeiði, greiðir Marjun frá. Om igen Á mongum virkjum var tað so, at byrjaði tú fyrst at skera flak ella at pakka, so var væntandi, at tú komst at hanga í hesum restina av arbeiðstíðini. Men her hjá Greipuni í Oyndar­ firði er øðrvísi, enn tað var áður: Skipanin er tann skilagóða, at starvs fólkini skiftast í arbeiðinum – tað er: at tey skera flak í eina tíma, og pakka síðani tann næsta. Og so om igen. – Hetta dámar mær sera væl, tí so verður ein líkasum ikki hangandi í tí sama alla tíðina, sigur Marjun. Skiftandi arbeiðið ger eisini sítt til, at Marjun dámar so væl at vera her. – Mær leingist í øllum førum ikki eftir nøkrum øðrum arbeiði. Her er fínt at vera, slær hon fast. snorri@sosialurin.fo FISKAVIRKI – Eg skilji ikki rættiliga tey, sum siga, at tað er óinteressant og eingin framtíð í at arbeiða á einum fiskavirki, sigur 25 ára gamla Marjun Andersen Jacobsen úr Gøtu. Hon telist millum tey 25 starvsfólkini hjá “Greipan” í Oyndarfirði. – Mær dámar tað í øllum førum sera væl, og kundi ikki hugsað mær nakað annað. Tað er fram­ Tíð í fiski ÓSKILJANDI Marjun Andersen Jacobsen hevur arbeitt hjá Greipuni í Oyndarfirði í eitt ár. – Eg skilji ikki tey sum siga, at hetta skal vera eitt óinteressant arbeiði, sigur hon Eg haldi, at tað er fantast­ iska flott av Marjun, at hon arbeiðir her hjá okkum. Eg meini, – hon fer úr Syðrugøtu hvønn dag, skal fyrst avlevera eitt barn til stovn í Leirvík og síðani leggur hon leiðina higar