mikudagur 2. mars 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Man venur
seg við tað
Marjun Jacobsen má hvønn
morgun koyra teir 22
kilometrarnar úr Syðru
gøtu og allan vegin til
Oyndarfjarðar.
Hetta hevur nú gjørt so
ofta, at hon nærum ikki
hugsar um tað longur at
hon skal eftir skarðinum
til arbeiðspláss sítt í
Oyndarfirði.
Tað er faktist slett ikki so
ringt at koyra higar, slær
hon fast. Man venur seg
skjótt við tað.
Hinvegin krevur tað eisini,
at ein hevur ein góðan
og tryggan bil, sum eisini
startar hvønn einasta dag,
bæði vetur og summar.
Hóast veturin hevur verið
harður og kaldur, hevur
hetta ikki forðað Marjuni
stórvegis í at kunna
koyra millum heimið og
arbeiðsplássið.
Eg haldi, at tað hava bert
verið einir tveir dagar,
har eg ikki eru komin
higar orsakað av ringum
koyrilíkindum, sigur Marjun.
Hon verður nærum avbrotin
í setninginum, tí eitt av
starvs fólkum hennara vil
fegin geva henni nøkur
rósandi orð á vegnum.
Eg haldi, at tað er fantast
iska flott av henni, at hon
arbeiðir her hjá okkum.
Eg meini, hon fer úr
Syðrugøtu hvønn dag, skal
fyrst avlevera eitt barn til
stovn í Leirvík og síðani
leggur hon leiðina higar.
Eg hugsi um, at hon kundi
eins væl arbeitt á fiska
virkinum í Gøtu, sum hon jú
koyrir framvið áðrenn hon
kemur her. Vit eru ógvuliga
glað fyri at hava Marjuna
her. Hon er ófør.
REGLULIGT
Hóast Marjun Andersen Jacobsen skal
koyra úr Syðrugøtu higar hvønn einasta
dag, er hon altíð til arbeiðis, hóast veðrið
kann vera so sum so. - Eg havi bara
forsømt einar tveir dagar, sigur hon
Hóast Greipan liggur í Oyndar
firði, heldur tað ikki fólki aftur
í at koma higar til arbeiðis
hvønn einasta dag. Heldur ikki
á vetrartíð, tá tað líkasum hoyrir
við til koyrilíkindini hjá Land s
verki, at hált og glerstoytt er á
Oyndarfjarðarvegnum.
Her á virkinum koma fólkini so
trúliga úr øllum heraðshornum.
Onkur kemur úr Syðrugøtu, onkur
av Toftum, meðan onnur koma úr
Lamba, og heilt úr Kollafirði.
– Tað er eitt gott við hesum, at
vit eru ymsa staðni frá. So lærir
ein fleiri fólk at kenna.
– Og eg veit ikki, – vit koma
sera væl út av tí við hvønn annan,
og prátið gongur ordiliga væl
millum okkum, sigur Marjun við
einum brosi.
Úr øllum heraðshornum