Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 Sosialurin Oyggjablaðið Vanliga duga børnini væl at halda gang, men her í dagstovninum skal eisini vera høvið til eina friðarliga løtu. Nú tíðindatænastan er á vitjan kunnu Lilja og Ísak ikki bara sær fyri at forvitnast eina løtu friður ur aktivitetur lu Mørk fyri børnini: Her kunnu tey yngru spegla sær í teimum eldru, meðan tey eldru læra at taka sær av teim­ um yngru. ­ Tað vísir seg at rigga avbera væl, siga starvsfólkini. Tey allarflestu av teimum 14 børn unum koma úr bygdini, meðan eitt teirra kemur allan vegin úr Skála firði. Matur Eins og nógva aðrastaðni, fara eisini fólk úr Oyndarfirði í onnur støð at arbeiða. Hava tey børn í barnagarðsaldri, er møguleiki at lata tey upp í hendurnar á starvs­ fólk unum longu klokkan 7:30 um morgun in. Tá byrja børnini at spæla saman, fram til umleið klokkan hálvgum tíggju, tá “rundan” er á skránni. Og síðani gongur dagurin við ymisk um virksemi. Her sita børnini saman og hugna sær við søgu, sangi, virksemi, eins og frukt verður býtt út til teirra. Er veðr ið til vildar, verður farið út í garð in at spæla. ­ Men soleiðis sum veðrið er í dag, við bæði regni og vindi, er ikki hug sing ur um at fara útum. So í dag halda vit okkum innanveggja, siga starvsfólkini. Henda mikudagin kundu børn­ ini longu tíðliga fyrrapartin gleða seg til, og ikki minst lukta seg fram til, eitt serligt punkt á skrán ni: Døgurðan, sum í dag var saman­ settur av “kylling og chips”. Jú, eingin ivi um at børnini trívast og hugna sær her í dag­ stovn inum. Í dag eru tey 14, men spurn ing urin er altíð, um tey megna at halda talinum eftir summar frítíðina. snorri@sosialurin.fo Av og á hevur dagstovnurin brúk fyri eini hentari hond frá einum handverkara. Húsavørðurin Hallur er komin á gátt og hevur fingið nøkur ting sum hann skal taka sær av. Men Ísak, Árni, Emma og Dina eru tó fegin um, at hann gevur sær tíð til tey eina løtu uMVÆLiNG