mikudagur 2. mars 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað er sunnudagur, og kirkjufólkið í
Oyndarfirði ger seg klárt at fara til
gudstænastuna.
Í dag er lestur á skránni, og ein
av deknunum hevur fyrireikað seg
frammanundan til dagsins lestur,
og hevur haraftrat funnið fram til
hóskandi sálmar.
Nakað undan gudstænastuni
er Sigmund eisini til reiðar at fara
oman í gomlu bygdarkirkjuna, sum
um góð tvey ár kann hátíðarhalda
175 ára vígsludag sín.
Hann hevur fingið sálmarnar
frá dekninum í hesum førinum, og
ynskir líka at spæla teir einaferð
ígjøgnum, áðrenn gudstænastan
byrjar.
– Eftirhondini kenni eg teir
flestu sálmarnar og tey flestu løgini.
Men sjálvandi, er altíð gott líka at
taka teir fram einaferð aftrat, sigur
Sigmund Rasmussen.
Urgan hann spælir uppá, hevur
fýra røddir og eina manual, og er
“Made in Faroe Islands” – ein av
mongum urgum hjá Verlandi Jo
hansen í Havn. Men seinni í mán
aðinum fær kirkjan eina elek
tron iska urgu við 28 røddum og
tveim um manualum, og sum kemur
allan vegin úr Pennsylvania í USA.
– Tað gleða vit okkum til, slær
Sigmund fast.
13 ára gamal
Sigmund hevur sum longu nevnt
spælt urgu síðani hann var ungur
drongur. Tað var pápi hansara,
Adolf Rasmussen sum tók sær av
hesum týðandi arbeiðinum at læra
sonin at spæla eftir nótum.
Tað var eisini pápan, ið hann
avloysti sum urguleikari bert 13
ára gamal, tí hesin, ið arbeiddi sum
rørleggjari, var komin til skaða í
einum fingri.
– Eg var byrjaður at spæla orgul
soleiðis spakuliga longu sum seks
ára gamal, og tá eg var 13 ára gamal,
kundu eg loysa av á orgulbeinkinum
í kirkjuni, greiðir Sigmund frá.
Síðani tá hevur hann verið fastur
urguleikari við kirkjuna, men tey
seinnu árini hevur verið neyðugt
við avloysarum. Og her hava nógvir
mans roynt seg.
Millum hesar kunnu nevnast
Marner Gaard og Harald Petersen
sum býr í Klaksvík, sum tað hevur
verið neyðugt at heita á við ávísum
millumbilum.
– Eg sigli úti við eini skipan,
har eg eri 10 vikur burturi og 10
vikur heima. Og tá eg so eri burtur,
plagar Petur Martin Johannesen úr
Klaksvík at spæla her í kirkjuni.
Syngja væl við
Uppgávan
hjá
urguleikaranum
er sjálvandi at leiða sálmasangin,
men ein onnur uppgáva er eisini at
spæla præludium og postludium.
– Eg royni onkutíð at finna onn
ur løg til sálmarnar, men tað er
kanska longri ímillum nú. Hinvegin
royni eg at hava okkurt nýtt præ
ludium til gudstænasturnar, vísir
Sigmund á.
Trupulleiki hansara, um ein kann
siga tað so, er at møguleikarnir at
venja umborð á skipi eru ikki til. Tí
gongur rættiliga long tíð ímillum,
har hann ikki fær vant.
– Men tá eg eri heima, tá spæli
eg nógv – ofta fleiri tímar um dagin,
vísir hann á.
Sigmund kann tó fegnast um, at
kirkjufólkið í Oyndarfirði syngur
væl við til gudstænastuna.
– Er nógv fólk í kirkju, so gongur
sálmasongurin sera væl.
snorri@sosialurin.fo
Spælt urgu alt s
URGULEIKARI – Tá man hevur spælt orgul í 43 ár, so er ein sjálvandi í eini ávísari venjing. Men tað er
kortini neyðugt at halda spælið viðlíka hvønn einasta dag, sigur 56 ára gamli Sigmund Rasmussen, ið
virkar sum urguleikari við Oyndarfjarðar kirkju. - Tá eg eri í landi, spæli eg nógv heima við hús.
Eftirhondini kenni eg teir
flestu sálmarnar og tey flestu
løgini. Men sjálvandi, er altíð
gott líka at taka teir fram
einaferð aftrat