mikudagur 2. mars 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Seinastu í 70’unum fekk Oynd
ar fjarðar kirkja nýggja urgu, ið
hevur verið í nýtslu heilt upp til
henda dag.
Men um ein mánað hevur
gamla urgan tænt fyri seg, tí tá
fær kirkjan eina nýggja elek
tronisku urgu frá Allen Organ
Company í USA. Hetta er ein
urga av sama slagi sum longu
nú verður brúkt millum annað
í sam komuhúsunum Betesda í
Klaks vík, Siloa í Fuglafirði, Berøa
í Runavík og í Nes kirkju.
Fyrimunurin við hesi urguni er,
at hon í roynd og veru ikki krevur
ein urguleikara. Hon er soleiðis
skipað, at her kunnu sangirnir
verða spældir inn og síðani brúkt
ir aftur til gudstænastu, bert við
at ein persónur trýstir á nakrar
ávísar knøttar og síðani á START.
Nýggja urgan verður sett
upp frammi í kóri, til høgru fyri
altarið, samstundis sum tveir há
talarar verða settir upp hvørju
megin altarið.
Tann stóri spurningurin er, um
tann fasti urguleikarin verður
heima, tá hetta hendir, tí óvist
er um hann ikki longu er farin
umborð aftur um hetta mundið.
– Um eg ikki nái tað hesaferð,
so fari eg í øllum førum at spæla
uppá hana, eins og vanligt, tá
eg komi aftur. Tað síggi eg fram
til, sigur Sigmundur spentur á
málinum.
ítt lív
Frá pípu til
elektronikk
SÁLMASANGUR
Sigmund Rasmussen letur væl at sálmasanginum í Oyndarfjarðar kirkju. - Er
nógv fólk í kirkju, gongur sangurin serliga væl, sigur hann
UPP ALT
Sum urguleikari hevur Sigmund Rasmussen spælt eitt ótal
av sálmum gjøgnum tíðirnar. Tað eru kortini ein sálmur, ið
honum dámar væl, fyri ikki at siga allarbest - sálmurin “Upp
alt, ið Harrin hevur gjørt”. - Hetta er ein fantastiskur sálmur.
Lagið er sera gott, og orðini eru uppaftur betri, sigur hann
Tá eg eri heima, tá spæli
eg nógv – ofta fleiri tímar
um dagin