mikudagur 2. mars 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vøran
skal út
óansæð
Veður
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Millum teir sløku 300 bilarnar sum
í miðal koyra eftir Oyndar fjarð ar
veg num, er stóri og guli last bil urin
hjá PM Heilsøluni í Havn.
Tríggjar ferðir um vikuna
legg ur Niels Jacob leiðina úr
Havn á hesa drúgvu farleiðina,
full settur við mjólka úr dráttum,
frukt,
kølivørum
og
øðrum
heilsøluvørum. Aðrar dag ar er
hann í Sandoynni í somu ørind u m.
Uppgávan hjá mær júst í
dag er stutt sagt at fáa alla hesa
vøruna til Sundalagið, vestara
armin á Skála fjørði num og Oynd
ar fjørð, greiðir hann frá.
Nú eru tey so smátt farin at
fyri reika summarið á Gjáargarði
við Gjógv, so har havi eg eisini
verið í morgun. So tú skilir, at
hetta er ein rími liga long ruta sum
skal koyrast, og tað í øllum veðri.
Millum teir mongu handlarnar
sum hann vitjar er eisini handilin
hjá Eivindi Petersen í Oyndarfirði,
sum verður umrøddur í aðrari
grein í blaðnum.
Hálvgum fimm
Hóast rutan hjá Niels Jacobi inn í
Eystur oynna er tann drúgvara, so
skal hann eisini regluliga við vøru
til Sandoynna tvær til tríggjar
ferð ir um vikuna.
Ja, eg eri í Sandoynni teir dag
ar nar, sum eg ikki eri her í Eystur
oynni tað vil siga týsdag og hós
dag, og annanhvønn leygardag.
Tá fari eg við Teistanum klokkan
hálv g um átta um morgunin og
farið yv ir um aftur tríggjar tímar
seinni.
Fyrimunurin við tí er, at tá be
høv ist eg ikki at fara upp fyrrenn
klokk an hálvgum fimm, har eg
ann ars má upp fyrri enn tað. Tað
vil siga, at tá kann eg sova eitt
sind ur meiri enn ein tíma longur.
Tað er tað reina luksus, sigur hann
brosandi.
Uppí hesa rutuna hoyrir barna
garð ur in og Heilbrigdið á Vel ba
stað, Teist in sjálvur og aðrir kund
ar í Sand oyn ni.
Afturkomin til Havnar fer
hann bein leiðis niðan til MBM
eftir mjólk sum skal oman á lagrið,
so at teir har kunnu byrja at pakka
bilin sum skal til Suðuroyar.
Langur dagur
Tað er við Niels Jacobi sum hjá so
mongum øðrum, til dømis bakar
um, at teir fara til arbeiðis árla á
morg ni og fáa tí tíðliga frí.
Hann plagar at royna at vera
aft ur á arbeiðsplássi sínum um
mid dags leitið, tá starvsfólkini fáa
sær ein bita saman. Men tað er
ikki altíð at hann røkkur tað.
Tað kann henda, at eg skal
eftir meiri mjólk, ella eg skal til
Kolla fjørð eftir frystigóðsi, ella
onkur ann ar akuttur ordri er
komin inn, ja, so blívur klokkan
sjálvandi meiri enn tað.
Tá kunnu dagarnir blíva
langir, vís ir hann á.
Eitt dømi um hetta var mána
dag in í farnu viku, tá var báturin
við fruktini og øllum bløðunum
seink að ur, orsakað av veðri. Tá var
ikki annað hjá Niels Jacobi og hin
um at gera enn fyrst at leggja leið
ina norðureftir aftur við einum
parti av vørunum, og seinni um
dag in á somu rutu við restini.
Henda dagin var hann ikki við
hús fyrrenn klokkan gekk til seks.
Tá vóru gingnir útivið 14 tímar,
síða ni hann fór til arbeiðis.
Eg skal bara heilsa og siga, at
tá var eg ótrúliga moyrur. Tá var
gott at koma til hús.
Vit koyra
Júst hetta við veðrinum hevur
eisini eina avgerandi ávirkan á
ger and is dag hansara sum bilførari
hjá PM.
Ein vakran summardag gongur
alt sum eitt spæl, men ein myrkan
og kaldan vetrardag krevur tað
mun an di meiri at skula koyra mill
um bygdir við stórum lastbili.
Um vit altíð fara avstað? Ja,
sjálvandi gera vit tað. Er tað koyr
andi og líkindini annars eru til
tað, so fara vit út við okkara vøru,
eisini her til Oyndarfjarðar. Og
sum tú sjálvur hevur roynt tað,
so er tað OK í dag, men ein ringan
vetrardag er tað ikki bara sum at
siga tað.
Í vetur hevur verið rættiliga
hált og keðiligt veður, og tá kann
rut an lættliga taka tríggjar ella
fýra tímar longur. Tá er ikki altíð
eins hugaligt, má eg siga, tá ein í
kul da, myrkri og regni skal út til
hand lar nar við vørunum.
Tað kann tó ikki vika við tann
veru leika, at hann trívist undir
hes um umstøðum. Og hví skuldi
hann ikki eisini tað á síðuni á bili
hansa ra stendur nettupp: Trívast
í kulda!
snorri@sosialurin.fo
ÚTKOYRING Ein treyt fyri at kunna arbeiða sum bilførari á heilsøluni hjá Poul Michelsen
er, at ein er morgunmaður. - Eg fari oftast upp klokkan 3:00 - altso um morgunin. Men skal
ein náa út við allari vøruni til øll støðini, má tað bara vera so, sigur Niels Jacob Heinesen,
ið er ein av fleiri bilførarum hjá PM. - Eg havi arbeitt her síðani í juni mánaði í fjør, og
hetta dámar mær sera væl. Serliga tá ein hittir so fitt fólk sum Eivind í Oyndarfirði