Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 30 Sosialurin Oyggjablaðið Sum ein feria Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Tað er ikki altíð, at hagtølini siga allan sannleikan. Serliga ikki, tá talan er um hvagar fólk flyta. Meðan nógv velja at flyta til høvuðsstaðin, finnast fólk í Havn sum ganga ímóti hesum streymi. Eitt dømi um hetta eru hjúnini og havnarfólkini, Martin og Borghild á Fløghamri sum síðani 2002 hava búð í Oyndarfirði. – Nógv hava undrað seg um tað, og hava sagt, at tey als ikki orka so mikið sum at hugsa tankan um at skula búgva nakra aðrastaðni enn í Havn. – Men tey flestu halda tó, at tað er frískt at vit búgva her. Av gerandi var tó fyri okkum tá, at vit altíð høvdu møguleika at koyra til Havnar og ikki verða bundin at øðrum. Og vit trívast sera væl her, sigur Borghild. Saman við manninum Martin, og gentunum Eyðrið sum fylti 9 ár mánadagin, 6 ára gomlu Dinu og 3 ára gomlu Annie, skapar hon ein tilveru á bygd við familju, arbeiði og frítíð: Maðurin arbeiðir uttanlands í oljuvinnuni eftir fastari skipan. Børnini ganga øll á sama staði, tann elsta í skúla og hinar báðar í dagstovninum á Lítlu Mørk. Og Borghild sjálv sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, hevur mill um annað arbeitt á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, men sum nú arbeiðir innan økis- psykiatriska toymið við tænastu í Eysturoynni. – Tað er sjálvandi eitt sindur eins ligt onkuntíð, men ein lærir uppá ein máta at vera her í Oyndarfirði. Mær dámar henda serstaka friðin á bygd, og hevði heilt sikkurt saknað hann, um eg aftur skuldi flutt til ein bý at búgva, slær Borghild fast. Ikki flyta Borghild var 25 ára gomul, tá hon fyrstu ferð búsettist her í bygdini, ið ikki beinleiðis liggur við alfaraveg. Hvørki hon ella maðurin hava nak að tilknýti til bygdina. Hon og maðurin hava framm - anundan gingið á land bún- aðarskúla í Noregi, og tá eitt festi varð leyst í Oyndarfirði í 2002 tóku tey av tí. Nakað seinni keyptu tey sær eisini eini gomul, men sera hugnalig hús beint við fjørðuna. At byrja við vóru tey tvey í tali, men síðani komu genturnar. Tann fyrsta fyri júst níggju árum síðani. – Hetta er okkara heim, og hetta fer altíð at verða ein partur av okk ara lívi, sigur Borghild avgjørd. Og fyri børnini er eingin ivi um, at Oynd arfjørður er teirra heimbygd. – Og sum er, hava vit ongar ætl anir um at fara nakran veg. Hetta er eitt satt paradis at búgva í, sigur Borghild. Til Grønlands Tað eru longu liðin níggju ár, síð- ani Borghild flutti norður higar. Men tey hava kortini ikki búð her alla tíðina. Eftir at Borghild hevði lisið seg lidna sum sjúkrarøktarfrøðing og hevði arbeitt í eina tíð, kom hugurin at royna sína vitan á heilt øðrum staði. Tí tóku tey avgerð um at flyta til Nuuk í Grønlandi í eitt ár, har Borghild hevur arbeitt á medisinsku deild á Drotn ing Ingrids Hospital í Nuuk og komu aft ur beint und an jólum í fjør. Hóast Borg- hild var burtur úr bygd ini í fjør, hevur tað kort ini ikki vikað við hugs an ina at flyta aft ur til heim staðið í Oynd- ar firði og tey søguligu húsini, nevnd “í Billu- stovu”, sum vórðu bygd í 1899 og sum tey hava umvælt rættiliga nógv. Einki res – Hetta er ein ótrúlig bygd, tí her er so friðar ligt, so vakurt og eitt so fantastiskt stað hjá bæði børnum og vaksnum. Tá man er komin heim frá arbeiði, er tað næstan so, at man tímir ikki avstað aftur. – Bygdin er merkt av friði, og tí er heldur einki res at merkja her. Enn eru børnini so lítil, at tað mest hevur verið tann elsta sum hevur havt tørv á at fara burtur í aðra bygd til ítrótt ella onnur tiltøk. Tann tíð fer helst at koma. – Men her er tað bara so, at skalt tú nakrastaðni so mást tú koyra. Tað má man bara innstilla seg uppá. – Tíbetur finnast nøkur tiltøk her, til dømis kunnu bæði børn og vaksin ganga til guitar og klaver undirvísing, og er áhugi, ber tað heilt víst til at skipa fyri øðrum tiltøkum eisini. snorri@sosialurin.fo BÚSETING – Tað er fantastiskt at búgva her, serliga um summarið, tá náttúran kring bygdina veruliga kemur til sín rætt, sigur 34 ára gamla Borghild á Fløghamri úr Havn, men sum nú býr í Oyndarfirði. - Hjá okkum er heldur ikki neyðugt at fara aðrastaðni at ferðast. Tað er sum ein feria at búgva her.