Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 Sosialurin Oyggjablaðið at búgva her 2 dagar Ein daglig avbjóðing hjá fólkinum í Oyndarfirði ella í grannabygdini Hellurnar, er farvegurin til umheimin. Skulu tey av bygdini mugu tey upp um skarðið, og tá hetta liggur rættiliga høgt í landslagnum er ofta bæði hálka, kavi og vindur eftir vegnum. - Tað eru kanska tveir dagar um árið, at tað veruliga ikki er koyrandi. Nógvir aðrir ringir dagar eru tó, tá ein bara má avstað. Um ein ikki kundi bitið veðurlíkindini og koyrilíkindini í seg, høvdu tey flestu ikki farið av bygdini. - Ja, so hevði tað helst verðið til tað, at ein misti nógvar arbeiðsdagar, sigur Borghild, sum fegnast um, at vegurin til Oyndarfjarðar verður altíð væl grivin. Nógv hava undrað seg um at vit hava búsett okkum her, og hava sagt, at tey als ikki orka so mikið sum at hugsa tankan um at skula búgva nakra aðrastaðni enn í Havn HEIMSTAÐIÐ Familjan á Fløghamri býr í húsunum í Billustovu. - Og her trívast vit væl, sigur Borghild, sum her er avmyndað saman við familju síni - manninum Martin, og gentunum Eyðrið, Dina og Annie og hundinum við sjáldsama navninum Hæddur