mikudagur 2. mars 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
32
Sosialurin
Oyggjablaðið
62 km til
høvuðs-
staðin
Skalt tú til Oyndarfjarðar, so mást
tú veruliga vilja at fara higar. Hetta
er ikki ein bygd, sum tú bara soleiðis
koyrir framvið.
Vegurin millum Fjarða bindur
aðrar bygdir saman, men ætlar tú
tær til Oyndarfjarðar er neyðugt at
velja tað: Ein má av høvuðsvegnum
inn á Oyndarfjarðarvegin.
Tá fólk koma á vitjan hjá Borg
hild og Martin, so hendir tað ofta
at tey ringja fyrst og spyrja, um
tey eru inni. So sleppa tey undan at
koyra tann laaanga vegin til húsini
í Billustovu, uttarlaga í bygdini.
Fyrimunurin við tí er, at tá fólk
koma higar á gátt, so njóta tey friðin
og steðga tí leingi. Tað er líkasum
at dagurin fer bara, tá ein fyrst er
komin higar til Oyndarfjarðar, vísir
Borghild á.
Ein fyrimunur við at búgva í
Oyndarfirði er, at bygdin hevur
handil, sum verður umrøddur
aðrastaðni í blaðnum.
– Ja, tað er deiligt at bygdin
hev ur ein handil. Vit keypa tað vit
kunnu her, fyri at stuðla handlinum,
men sjálvandi tey stóru innkeypini
gera vit aðrastaðni, á veg til hús
eftir loknan arbeiðsdag.
– Men tað er eisini deiligt við
ein um handli, um ein knappliga
stendur og manglar okkurt. Ella
um børnini hava hug at keypa sær
okk urt, so er stuttur vegur niðan til
Eivind, vísir Borghild á.
– Fyri nøkrum árum síðani
keyptu vit okkum eitt gamalt
4manna far sum Niklas í Koltri
hevur bygt, og um summarið rógva
vit ella sigla vit við segli út á okkurt
gott mið, sum er okkum fortalt, at
fiska eitt kók. Og tað er fantastiskt
at kunna fiska stóran og góðan
tosk, nærmast beint uttanfyri
køksvindeygað.
Hóast tað eru nógvir fyrimunir
við at búgva í Oyndarfirði, so er
Borg hild eisini fult greið yvir vans
arnar.
– Ein av hesum er vandin fyri
at missa eitt sindur av tí dagliga
samskiftinum við vinfólkini. Eg
meini, her er jú einki SMS, har ein
kann renna seg inn í tey soleiðis
mestsum av óvart.
– Men eg veit ikki. Eg hoyri eisini
frá fólki í Havn, at man sæst ov lítið
kortini. Tað er næstan so, at man
hevur nokk í tí sum man sjálvur
ger, vísir Borghild á.
Tá tey eru í Havn royna tey at
vitja so nógv av familjuni og vin
fólkunum sum til ber, ella tey bjóða
teimum norður at vitja.
– Men tú kanst sjálvandi skjótt
rokna út, at tað er ógjørligt at vitja
øll hvørja ferð, tá vit bæði hava
okkara familjur og vinfólk í Havn.
Pluss og
minuss
framtíðin
Eitt av børnunum hjá Borghild gongur í skúlanum í Oyndarfirði. Spurningurin er, hvussu leingi hesin skúlin verður opin aftrat, um ein skal fylgja politiskum ynskjum.
- Um skúlin letur aftur, so fer tað at ávirka hugin hjá barnafamiljum at búseta seg her. Tí vóni eg ikki, at tað hendir. Okkara børn tey trívast í øllum førum í skúlanum