mikudagur 2. mars 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
Sosialurin
Kjak
allari verðini fekk stjórnar
uppskotið yvirhøvur nakra
undirtøku? Hvat var tað,
sum viðhaldsmenninir hjá
stjórnaruppskotinum førdu
fram, sum fekk fekk nakran
veljara at taka undir við tí, og
hvat er tað, somu kvinnur og
menn og flokkar føra fram
tann dagin í dag?
Vit vita øll svarið: Tað er
stuðulin úr Danmørk. Tann,
sum lesur orðaskiftið upp
undir fólkaatkvøðuna í tá
tíðar bløðum sær skilliga,
at tá eins og nú verður sagt,
at hesin stuðul er av tí góða
fyri okkum. Tey, sum hava
minstu hilling fyri økonomi
vita sjálvandi at hetta er
tvætl, men higartil hevur tað
eydnast stuðulsfjepparunum
at villleitt ein nóg stóran part
av tjóð okkara til at halda, at
samfelagið er vorðið betri
fyri av tí, at vit hava fingið
stuðul, og hevur hetta givið
teimum politiskt vald.
Tann hvøkkur, sum danska
stjórnin fekk í 1946, lærdi
hana, at tað var umráðandi at
vaksa enn meir um stuðulin
til Føroya og harvið keypa
sær undirtøku, og fyri ikki
um at tala undirdíkja hin
partin av ríki okkara, sum er
Grønland, við stuðli.
Stuðulin hevur havt somu
avleiðingar her sum alla aðra
staðni. Hann verður veittur
teimum, sum valdið hava, og
hann førir mutur við sær. Vit
hava fingið ein yvirklassa,
sum válkar sær í stuðlinum.
Nakrir
gerast
beinleiðis
stuðulsfjepparar, og fylla
fjølmiðlarnar við lygusøgum
um, at stuðulin er av tí góða,
ikki bert fyri teir sjálvar, sum
jú er satt, men eisini fyri alt
samfelagið, og fær sannført
nøkur í undirklassunum
um at hann eisini er góður
fyri tey. Samstundis nýta
stuðulsmóttakararnir
tað
politiska vald, sum hesar
veitingar geva teimum, til at
eyðræna tey sum lægri eru á
tignarstiganum, soleiðis at
livikorini hjá smámanninum
í Føroyum eru enn verri enn
nakra aðra staðni í Norður
londum. Stuðulin er tí eingin
lívgevi, men er beinleiðis
sorl av øllum framtaks
møguleikum í einum ríki.
Hví ikki taka
stuðulin av donsku
fíggjarlógini?
Men so sterkur er orðrómurin
til frama fyri stuðli, at hóast
føroyski sjálvstýrisvongurin
mestsum alla tíðina síðani
1946 hevur havt umboð á
tí fólkatingi, sum sendir
okkum hetta eitur, er ikki
so mikið sum eitt pinkalítið
uppskot komið frá nøkrum
av hesum umboðum um
at
fólkatingið
skal
taka
stuðulin
av
fíggjarlógini.
Einasta orsøkin til hetta má
vera, at teir ikki halda hetta
vera
politiskt
opportunt.
Teir hava hildið at veljararnir
hava verið so heilavaskaðir,
at atkvøðumissur stóðst av
at seta fram eitt so skilagott
uppskot.
Stuðulin
brandólógligur
Burtursæð frá tí fíggjarliga
høpisloysi, sum stuðulin um
boðar, so er hann eisini ólóg
ligur.
Bjørgvinarsáttmálin
sigur jú, at annað ríki ikki
skal leggja upp í innanhýsis
viðurskiftunum
í
hinum
ríkinum.
Men stuðulsveitingingin
er beinleiðis uppílegging í
viðurskiftini í tí javnsetta
deilríkinum, og er í stríð
við henda altjóða sáttmála,
sum ásetur tær reglur, sum
eru galdandi okkara ríki
og Danmarkar ríki millum.
Hesum brotsverki fyri at
takka hevur tað eydnast at
mutra seg til ein meiriluta
á
løgtingi,
sum
gongur
donsku politisku flokkunum
til handa við ikki at vera
fólksins vilja lýðin. Hetta
brotsverk fór fram fyri 1946
eins og hetta ár. Tá var stuðul
latin. Men hvat við øllum tí
eitri, sum hevur fossað inn
í okkara samfelag hvønn
einasta dag síðani? Bæði tað
sum tá varð gjørt og tað, sum
er hildið á hvønn dag síðani
er eins stórt brotsverk. Hevði
hetta brotsverk ikki verið
framt, og løgtingið sloppið
til at tikið avgerðir uttan
hesa
ólógligu
útlendsku
uppílegging, er einki at ivast
í, at tað hevði verið fólksins
kláru vegleiðing lýðið, so
sum tjóðin gav tí tann 14.
september 1946. Løgtingið er
tí ikki legitimt og umboðar
ikki tað vanliga fólkið, demos,
men er ikki demokratiskt og
umboðar bert teir fáu stuðul
sgøðingarkálvarnar.
Tað,
sum
neyðugt
er
hjá okkum, er at avdúka
brotsgerðina, støðga henni
og fáa demokrati í lag her á
landi, so løgtingið fer at taka
rættar avgerðir, sum fara
at bøta um lívskor fólksins.
Hetta ber væl til. Vit hava eitt
gott fólk í einum góðum landi,
og taka vit røttu avgerðirnar
uttan ólógliga uppílegging
uttanífrá, stendur ein ljós
framtíð okkum fyri stavn.
Fólkaatkvøðan í 1946 er tí
ikki ein fjar søga, men er
dagsaktuellur politikkur, og
skulu vit koma nakra leið
fram móti tí máli, at øll tey,
sum her eru fødd, skulu liva
við sømd í føðilandinum,
er alneyðugt hjá okkum at
fylgja tí leiðbeining, tjóðin
tá gav, og sum skjótast fáa
demokrati í landi okkara, so
vit gerast eitt sjálvstøðugt
ríki í heimssamfelagnum.
Nú
er
Høgni
Hoydal
desperatur.
Í einum lesarabrævi er
hann harðliga ímóti, at lesandi
føroyingar og grønlendingar í
Danmark fáa ein skattafrá
drátt á 71.000 kr., meðan filipin
arar, kinverjar, belgiumenn
og øll onnur útlendsk lesandi
í Danmark eru skerd niður á
41.900 kr. í frádrátti.
Skil tað hann, ið skilja tað
kann. Hetta er maðurin, sum
sigur seg verja áhugamálini
hjá føroyingum kring allan
heim.
Tann rætta forsøgan
Fólkatingsmaðurin
hjá
Tjóðveldi roynir í lesarabrævi
sínum at reingja veruleikan
og – sum hann er vanur – at
fremja eitt karaktermorð,
hesuferð móti undirritaða.
Í stuttum er fakta í
málinum hetta:
Danska stjórnin hevur
tikið avgerð um, at tann
generelli skattafrádrátturin
til øll útlendsk lesandi í
Danmark (formliga heitið er
“Gæstestuderendefradrag”,
sum í Føroyum hevur gingið
undir navninum “Føroya
frádráttur”) skal skerjast úr
71.000 kr. árliga niður í 41.900
kr. árliga.
Tað er ein erliga sak, at
danska stjórnin vil skerja
ein frádrátt til filipinarar,
kinverjar, týskarar o.o.. Sum
fólkatingsmaður úr Føroyum
havi eg onga meining um
hetta.
Hinvegin eri eg ímóti, at
ein skerjing av “Gæstestud
erendefradrag”
skal
raka
føroyingar og grønlendingar.
Tí havi eg gjørt eina
týðandi semju við donsku
stjórnina.
Henda
semja
verður í næstum gjørd til lóg
í Danmark. Semjan ber í sær,
at ein nýggjur frádráddur
skal setast inn í donsku
álíkningarlógina.
Hesin frádrátturin skal
fevna um føroyingar og
grønlendingar, sum lesa í
Danmark, og hann skal bera í
sær, at føroysk og grønlendsk
lesandi skulu ikki í sama pott
sum onnur sum kinverjar,
týskarar, filipinarar o.o.
Frádrátturin, sum verður
settur inn í álíkningarlógina,
verður nevndur Rfrádráttur
(Ríkisfelagsskapsfrádrátt
ur). Hví? Jú tí hann fevnir um
føroyingar og grønlendingar,
sum bert fáa henda frádrátt,
tí Føroyar og Grønland eru
við í Ríkisfelagsskapinum.
Eitt náttúrligt og logiskt
heiti.
Saman um tikið: Nýggi
Rfrádrátturin
gevur
les
andi føroyingum og grøn
lendingum munandi meira
í skattafrádrátti, enn onnur
fáa. Hví? Tì Ríkisskapurin
gevur henda rætt.
Líktornið hjá Hoydal
At Høgni Hoydal úr Norður
atlantsbólkinum á Fólkatingi
er ímóti, at lesandi úr Norður
atlantshavi fáa ein kontantan
fyrimun í form av einum
góðum skattafrádrátti,
At hann eisini er ímóti,
at Rfrádrátturin eitur Rfrá
dráttur, er eisini høvuðpínan
hjá manninum sjálvum.
Hetta kann Høgni Hoydal
berjast við inni við seg sjálvan
og kanska fortelja teimum
lesandi, tá hann hevur funnið
uppá onkra forkláring. Ella
burturforkláring.
Tað, sum helst nívir fólka
tingsmannin hjá Tjóðveldi
mest av øllum, er, at hann
sær, hvussu væl Ríkisfelags
skapurin virkar.
Ikki nokk við, at Ríkis
felagsskapurin hevur vart
Føroyar og alla uppsparing
hjá
føroyingum
í
einari
heimsfevnandi
búskapar
kreppu, sum eitt nú skræddi
teppið undan Íslandi.
Nú fáa lesandi føroyingar
í Danmark ein nýggjan kon
tantan fyrimun av Ríkis
felagsskapinum.
Innast inni
Hetta er ræðuligt hjá Høgni
Hoydal. Hann plagar í berari
misskiltari nationalismu at
nevna Ríkisfelagsskapin eina
“mytu”. Men nú fær hann
annað at síggja. Nú dagar
sannleikin fram, og tað fellur
ikki í krammið hjá honum.
Tað er púra upp til fólka
tingsmannin hjá Tjóðveldi
at dæmonisera onnur og
undirgrava arbeiði teirra.
Hetta toli eg væl, tí vit vita
øll, hvussu hann arbeiðir.
Hópin av fólki – ikki minst
tey lesandi sjálvi – eru fegin
um nýggja Rfrádráttin.
Man ikki Høgni Hoydal
onkunstaðni langt inni í sær
sjálvum vera glaður fyri,
at lesandi føroyingar í Dan
mark fáa betri fíggjarligar
umstøður?
Tað mugu vit vóna.
Hann kann bara ikki siga
tað alment.
Innast inni er Høgni Hoydal
glaður fyri R-frádráttin
Edmund Joensen
Løgtings- og fólkatingsmaður
fyri Sambandsflokkin
Onkunstaðni langt inni í sær sjálvum er Høgni Hoydal glaður fyri, at lesandi føroyingar í Danmark
við R-frádráttinum fáa betri fíggjarligar umstøður. Hann kann bara ikki siga tað alment