mikudagur 2. mars 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
34
Sosialurin
Jákup Petersen
leiðandi yvirlækni Klaksvíkar Sjúkrahús
Villeiðandi
journalistikkur
Sum óivað fleiri vita legði
sjónvarpið
fyri
stuttum
fram ógrundaðar men ógvus
ligar ákærur mótvegis Klaks
víkar Sjúkrahúsi. Har vóru
tveir yvirlæknar á Lands
sjúkrahúsinum drignir uppá
tráð í tí trúgv, at grundarlagið
undir rapporteringini hjá
sjónvarpinum varð í lagi.
Men tað var tað jú ikki.
Sipað varð í heilum til
eina rapport frá Sundheds
styrelsen, útkomin í 2007
undir heitinum "Styrket Akut
beredskab planlægnings
grundlag for det regionale
sundhedsvæsen".
Sjálvt heitið á rapportini
átti at givið ávísar illgrunar.
Her verður tosað um "region
ale sundhedsvæsen". Ella við
øðrum orðum tær sokallaðu
donsku regiónirnar.
Orsøkin til rapportina var,
at fleiri kanningar bendu á,
at ógvuslig miðsavnan av
funktiónum førdu til eitt
betri kanningar og viðgerðar
úrslit. Vit tosa her um savn
ing til stór sjúkrahús við
upptøkuøki millum 200.000
400.000 borgarum. Altso
onki fyri Føroyar!
Fyri at fáa hetta at rigga
varð eisini neyðugt, at ser
læknarnir, sum høvdu vakt,
ikki fóru heim um kvøldið,
men arbeiddu alla náttina
og høvdu so frí dagin eftir.
Heldur ikki hetta hóskar
seg fyri føroysk viðurskifti.
So at siga allir vakthavandi
yvirlæknarnir
her
fara
sjálvandi heim at sova, tí tað
er so lítið at gera á náttartíð.
Nú valdi Sjónvarp Føroya
bert at spyrja serlæknar á
Landssjúkrahúsinum
um,
hvat teir t.d. hildu um Klaks
víkar Sjúkrahús, og teir hildu
seg ikki aftur. Ongin serlækni
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð
spurdur um nakað sum helst.
Yviskriftin í sjónvarpinum
hetta kvøldi varð, at Klaks
víkar Sjúkrahús ikki livdi
upp til danska álitið. Við
øðrum orðum frontalt álop á
Klaksvíkar Sjúkrahús.
Klaksvíkar Sjúkrahús
livur upp til rapport
gjørd til donsku
regiónirnar
Eg havi so svarað, at skuldið
ein tikið danska álitið sum
fyrimynd, so er tað ikki Lands
sjúkrahúsið, men Klaksvíkar
Sjúkrahús sum livir upp
til hetta álit. Í hesi rapport
stendur millum annað:
6.2.3 De nære tilbud
Set i lyset af færre akutmod
tagelser, varierende afstand
til de akutte modtagelser og
generel lægemangel kan der
hvor særlige behov som
store afstande eller lign. gør
sig gældende oprettes nære
tilbud i form af skadeklinikker
betjent af læger og/eller syge
plejersker
(under
lægeligt
ansvar), hvor patienter med
mindre
og
ukomplicerede
skader kan behandles. De
nære tilbud kan etableres i regi
af almen praksis eller sygehus
væsenet. Oprettelsen af nære
tilbud vil kunne afhjælpe pro
blemer ved store afstande til
akutmodtagelse og skabe øget
tryghed blandt befolkningen.
Og hetta er tað sum Klaks
víkar Sjúkrahús tekst við.
Og Landssjúkrahúsið hevðið
eisini fallið undir hesa kate
gori um so var at álitið var
galdandi fyri Føroyar.
Klaksvíkar Sjúkrahús
eitt virkið og ábyrgdar
fult sjúkrahús
Sum eg fyrr havi nevnt, so
vóru í 2010 samanlagt 504
sjúklingar akutt innlagdir
á
Klaksvíkar
Sjúkrahús.
Harav vóru 59 sendir víð
ari til Landssjúkrahúsið og
7 fóru beinleiðis til Ríkis
sjúkrahúsið.
Ein partur kemur als ikki
inn á sjúkrahúsið. Hetta
eru sjúklingar, har sum ein
beinanvegin kann síggja, at
teir ikki kunnu kannast og
viðgerast her og sum klára ein
transport. Avgerð um hesar
sjúklingar verður oftast tikin
av
1870,
kommunulækna,
ambulansa og viðhvørt for
vakt á sjúkrahúsi.
Grundleggjandi
kunnu
vit siga, at størsti parturin av
akutt innlagdum sjúklingum
verða liðugt kannaðir og
viðgjørdir á sjúkrahúsinum.
Ein partur av sjúklingunum,
sum verða innlagdir við
atliti til stabilisering eru so
mikið vánaligir, at teir klára
ikki transport og mugu fáa
innleiðandi akutta viðgerð
og síðani flytast víðari til
Landssjúkrahúsið ella bein
leiðis av landinum.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at bert 12% av akutt
innlagdum
sjúklingum
á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi verða
fluttir til Landssjúkrahúsið,
gott og væl 1% vóru sendir
beinleiðis til Ríkissjúkrahúsið,
meðan 87% av øllum akuttum
innleggingum vóru endaliga
kannað og viðgjørd á Klaks
víkar
Sjúkrahúsi.
Hesir
akutt innlagdu sjúklingarnir
fáa skjóta og dygga kanning
og viðgerð. Og at flyta hesar
sjúklingar víðari til Lands
sjúkrahúsið er bert spill av
tíð, og harafturat drál við lív
bjargandi viðgerð. So í hesum
bólkinum eru nógv mannalív
bjargaði.
Mannagongdir fyri
akuttum sjúklingum
eru longu gjørdar
fyri 2 árum síðani
Tá
kommunulæknavaktin
flutti úr Norðoyggjum og
Eysturoy, gjørdist neyðugt
við broyttum mannagongd
um. Tað var ikki rímiligt,
at sjúklingar av Viðareiði
skuldu til Havnar at pissa í
eina fløsku á náttartíð í ill
veðri, samstundis sum teir
koyrdu framvið einum sjúkra
húsi. Upp til 90% av akuttu
sjúklingunum eru í sjúkra
húsverð bagatellir, sum fáa
skjóta og framkomna viðgerð
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Í hesum sambandi setti
táverandi landsstýrismaður
við almanna og heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, gongd á, at
fáa skipaði viðurskifti innan
akutta móttøku á teimum
3 smáu sjúkrahúsunum í
Føroyum. Tað vóru hildnir
nakrir fundir í ráðnum, men
síðani fór tað sum tað eigur
niður til fakkunnleikan.
Yvirlæknar á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi høvdu fleiri fundir
við
1870/kommunulæknar,
har tað at enda varð tikið
samanum og leiðireglur vóru
síðani settar í verk.
Tað er snøgt sagt ógjørligt
at gera leiðreglur fyri alt,
sum kann henda. Og fyri at
reglurnar skuldu umfata so
nógv sum gjørligt vóru tær
orðaðar eitt sindur generelt.
Fyri Klaksvíkar Sjúkrahús
varð hon orðað á donskum
so vikarar kundu lesa hana
og síðani var tað kókað niður
í 8 stuttar greinar:
Klaksvík 6. maj 2009
Arbejde i vagten
(reservelæge)
1) Kommunelæge vagten for
Klaksvig og dets omgivning
samt Österø er lokaliseret på
Landssygehuset og svarer på
tel. 1870 (16.00 08.00).
2) Patienter som ringer
direkte til Klaksvig Sygehus
omstilles til vagthavende
reservelæge. Denne tager
stilling til om patienten
kan visiteres videre til 1870,
vente til en anden dag eller
kan rådgives telefonisk. Om
dette ikke er tilfældet skal
patienten indkaldes til syge
huset for videre undersøglse
og behandling.
3) Patienter som uvisiteret
ankommer til sygehuset skal
ses af vagthavende læge og få
undersøgelse og behandling
4) Patienter som ind
lægges
af
kommunelæge
vagten 1870 modtages på
sygehuset til undersøgelse
og evt. behandling. Det er et
ønske, at disse patienter ses
af 1870 før visitering.
5) Patienter som visiteres
af kommunelæge vagten 1870
til Klaksvig Sygehus modtag
es efter direkte aftale mellem
kommunelægevagten
og
vagthavende reservelæge på
Klaksvig Sygehus.
6) Følgende patientkate
gori modtages sædvanligvis
ikke på Klaksvig Sygehus:
Stort trauma, højenergi
trauma, børn under 8 år
med alvorlige medisinske
sygdomme eller intoxio samt
psykiatriske patienter.
7) Uklare situationer af
klares i samråd. Skiftende
lægebemanding på de fær
øske sygehuse kombineret
med instabile og til tider
ekstreme vejrforhold nød
vendiggør ofte fleksible løsn
inger på aktuelle problemer
efter samråd mellem inplicer
ede fagpersoner.
8) I de tilfælde der behand
ling ikke kan foregå på
Klaksvig Sygehus henvises
patienten videre til relevant
behandlingssted. I en akut
situation vil det i realiteten
medføre
overflyttelse
til
Landssygehuset eller Rigs
hospitalet.
Administrationen
Klaksvíkar Sjúkrahús
Leiðreglurnar vóru hongdar
upp á skaðastovu, skriv
stovu deildum o.s.fr. So
leiðis var trupulleikin við
akuttmóttøku loystur longu
fyri knøppum 2 árum síðani
av Almanna og heilsumála
ráðnum og fakkunnleikanum
eftir einari røð av fundum
sum endaðu í greiðum niður
støðum.
Tíðin er enn einaferð
komin til at viður
kenna serligu støðu før
oyska heilsuverksins
Tað er púra greitt, at eitt so
lítið sjúkrahús sum Lands
sjúkrahúsið ikki kann liva
upp til tað, sum fer fram í
okkara grannalondum. Og tað
vita eisini læknarnir á hinum
báðum sjúkrahúsunum. So
vit gerða so gott vit kunnu.
Tað eru nakrar fáar deildir
á Landssjúkrahúsinum og tær
flestu eru uppsamlingsdeildir
har fleiri deildir liggja í einum
bólki. Hetta er onki óvanligt
fyri eitt lítið sjúkrahús.
Landssjúkrahúsið hevur
sostatt onga veruliga skurð
deild. Tað finst heldur ikki
nøkur urologisk deild (vatn
greiðir hjá monnum). Ongin
ortopedisk
deild,
ongin
gynækologisk
deild,
ong
in bróstskurðadeild, ongin
plastikkirurgisk deild, ongin
neurokirurgisk deild, ongin
æðrakirurgisk deild o.s.fr.
Og soleiðis skal tað verða.
Sjúkrahúsið er lítið og verður
ongantíð stórt. Tað finnast
serlæknar á ávísum økjum,
men ikki serdeild, og tað
mugu vit liva við.
Á medisinsku síðuni er
eisini
uppsamlingsdeild.
Ongin hjartadeild, ongin nýra
deild, ongin lungadeild, ongin
rheumatologisk deild, ongin
deild til nýføðingar o.s.fr.
Serlæknar koma
og fara
Trøini vaksa ikki inn í
himmalin. Viðhvørt sendir
hjarta serlæknin á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi
sjúklingar
til
Landssjúkrahúsið har teir
verða kannaðir av hjálpar
lækna uttan hjarta serlækna
í bakvaktini. Skurðserlæknin
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi
sendir
skurðsjúklingar
á
Landssjúkrahúsið, har teir
verða kannaðir og viðgjørdir
av serlækna innan urologi.
Landssjúkrahúsið
sendir
sjúklingar til Ríkissjúkra
húsið, sum í sínum lagi sendir
teir upp aftur til Klaksvíkar
Sjúkrahús o.s.fr.
Fortreytirnar
broytast
alla tíðina. Leiðireglur er ein
Tað eru 3 smá sjúkrahús í Føroyum
Sjónvarp Føroya vil ikki sleppa einsíðugu rapporteringini um akutt innleggjan á
tey 3 smáu sjúkrahúsini í Føroyum. Sundhedsstyrlsen hevur enn einaferð hildið tað
verið neyðugt at minna á, at vit bert hava 3 smá sjúkrahús í Føroyum
Kjak
framhald á næstu síðu