Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 46 Sosialurin Oyggjablaðið Cambridge Certificate skeið í enskum Til ber at taka trý ymisk skeið í enskum á Fróðskaparsetrinum. "First Certificate" er á lægsta torleikastigi, síðani kemur "Advanced English" og at enda "Proficiency in English". Proficienncy in English er upptøkukrav á flestu enskmæltu universitetunum. Undirvísingin er frá oktober til juni og í ár byrjar undirvísingin 19. og 20. oktober 2011. Kostnaðurin er 3000,00 kr umframt próvtøkugjald. Fróðskapar Einasta universitetið í heiminum, sum tekur útgangsstøði í føroyskum viðurskiftum. Umsóknarfreist 1. juni 2011. www.setur.fo Sjúkra­ røktar frøði Tað tekur 4 ár at lesa til bachelor í sjúkrarøktarfrøði. Útbúgvingin fevnir um bókliga undirvísing á skúlanum og praktiska undirvísing á ymisku deildunum á sjúkrahúsunum, ellis- og røktarheimunum og heimatænastuni kring landið. Býtið er 2½ ár ástøði og 1½ ár klinikk, og er lagt til rættis í mun til sjúkrarøktarøkini. Høvuðsgreinin er sjúkrarøkt. Harafturat verður undirvíst í lærugreinunum: • Anatomi/fysiologi/ biokemi, mikrobiologi/ infektiónspatologi, sjúkulæra, føðslulæra, heiliráðfrøði, ergonomi • Námsfrøði, heimspeki, sálarfrøði, samskifti. • Vísindaástøði/gransking, • Samfelagsfrøði, løgfrøði, leiðsla. Bachelorútbúgvingin gevur atgongd til hægri lestur á masterstigi. Enn ber ikki til at lesa master í Føroyum, men eftir ætlan fer SRFS at bjóða út skeið á masterstigi í 2012 sum partur av masterútbúgving. 22 lesandi verða tikin inn árliga. Upptøkukrav er miðnámsprógv ella samsvarandi útbúgving. Umframt útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing, bjóðar Sjúkrarøktarfrøðiskúlin út ískoytisútbúgving til bachelor í sjúkrarøktarfrøði til sjúkrarøktarfrøðingar útbúnir eftir eldri námsskipanum, kliniska vegleiðara útbúgving og stakskeið í patientologi og gerontologi. Heystið 2011 verður bjóðað út klinisk vegleiðara útbúgving og skeið í gerontologi. Náttúruvísindadeildin: Lívfrøði Á Náttúruvísindadeildini ber til at taka bachelorútbúgving í lívfrøði. Lært verður um, hvussu livandi verur eru uppbygdar og virka, og um tilgongdir og menning á øllum lívsstigum, heilt frá DNA í tí einstøku veruni. Evni eru eisini um evna- og lívevnafrøði, sum stuðla undir fatanina av lívfrøðiligum fyribrigdum. Støði verður tikið í djóra- og plantuheiminum á sjógvi og landi. Eftir lokna útbúgving ber til at útbúgva seg víðari til master uttanlands. Lestrarbyrjan í august 2012. Upptøkukrav: miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi, alisfrøði á B-stigi og evnafrøði á B-stigi. Aðrar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri. Náttúruvísindadeildin: Jarð­ og havfrøði Í bachelorútbúgvingini í Jarð- og havfrøði ber til at velja seg inn á tríggjar høvuðsrætningar: jørð, hav og veðurlag/ umhvørvi. Jarðvísindaligi parturin snýr seg m.a. um jørðina og hvussu hon er broytt gjøgnum milliardir av árum, um samansetingar av undirgrundini og leitingarhættir eftir ráevnum í henni. Havvísindaligi parturin snýr seg um streym, aldu, sjóvarfall, sjóvarfallsorku og um hvønn týdning havið hevur fyri veðurlagsbroytingar. Umhvørvisparturin snýr seg um vistfrøði við serligum atliti til føroyska umhvørvið. Aftan á bachelorútbúgvingina í Jarð- og havfrøði á Náttúruvísindadeildini ber til at útbúgva seg víðari til master uttanlands. Lestrarbyrjan í august 2012. Upptøkukrav: miðnámsprógv við støddfrøði á A-stigi, alisfrøði á B-stigi og evnafrøði á C-stigi. Aðrir upptøkumøguleikar eru lýstir undir "upptøkutreytir" á www.setur.fo. Føroyamálsdeildin: Føroyskt Á Føroyamálsdeildini eru nógvar ymiskar lærugreinar innan evnið "føroyskt". Ævintýr, yrkingar, týðingarfrøði, máltøka, barnamál, postkolionalisma í bókmentum, purisma o.m.a. Lærugreinarnar tvey tey fyrstu árini eru fastar, málsligar og bókmentaligar umleið helvt um helvt, men á BA-árinum og á masterlestrinum velur tú millum ymsar greinar. Valfríu lærugreinarnar eru skiftandi. Til ber at lesa bæði bachelor og master í føroyskum. Lesturin er skipaður við tveimum árum av støðisnámi og einum bachelorári, og um tú ynskir at fara víðari, eru tvey ár av masterlestri. Partur av náminum kann takast aðrastaðni í Norðurlondum. Nýggj lesandi verða upptikin annað hvørt ár, næstu ferð í 2012 Upptøkutreyt er miðnámsprógv við góðum karakteri í máli. Summarskeið í føroyskum fyri útlendskar studentar: Føroyamálsdeildin hevur sum part av norðurlendskum samstarvi summarskeið í føroyskum fyri norðurlendskar . Harumframt altjóða summarskeið sí: www.setur. fo Faroese Summer Institute 2011. Náttúruvísindadeildin: KT­ verkfrøði Nýggjasta útbúgvingin á Náttúruvísindadeildini er bachelor í KT-verkfrøði. Sum nakað serstakt er ein partur av hesi útbúgvingini skipaður við fjarlestri á Mittuniversitetet í Svøríki. Útbúgvingin gevur eina breiða vitan um kunningar- og samskiftistøkni. Dentur verður lagdur á software menning innan tekniskar, fyrisitingarligar og handilsligar telduskipanir. Eftir lokna útbúgving sum KT-verkfrøðingur ber til at útbúgva seg víðari til master uttanlands. Lestrarbyrjan í august 2012. Upptøkukrav: Miðnámssprógv við B-stigi í støddfrøði. Gransking Fróðskaparsetrið er ein granskingar og undirvísingarstovnur, sum tekur lut í bæði heimligari og útlendskari gransking. Granskarnir á Fróðskaparsetrinum samstarva við starvsfelagar á útlendskum universitetum um verkætlanir og eisini er nógv samstarv millum teir føroysku granskingarstovnarnar. Nakrar villur vóru í opnuni um Fróðskaparsetrið, sum varð prentað í Lestrarblaðnum, og tí prenta vit hava nú umaftur.