Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 Sosialurin rsetur Føroya www.setur.fo Søgu- og samfelagsdeildin: Søgu- og samfelagsvísindi Á Søgu- og samfelagsdeildini vóru á heysti í 2010 tikin inn lesandi á tríggjar bachelorútbúgvingar, hetta í søgu, stjórnmálafrøði og samfelagsvísindi. Nýggj lesandi verða hereftir ætlandi tikin upp á hvørjum ári, men leisturin verður umskipaður nakað. Í 2011 verða sostatt lesandi bert tikin upp innan søgu- og samfelagsvísind. Lesturin er skipaður við tveimum støðisárum, sum fyri ein stóran part eru felags fyri øll lesandi, og einum serstøkum triðja bachelorári, har lesandi velja breytir í antin søgu ella samfelagsvísindi. Í løtuni eru ongar masterútbúgvingar bjóðaðar út, men arbeitt verður við hesum. BA útbúgvingararnar gera tað tó møguligt at taka víðari lestur aðrastaðni. Upptøkutreyt er miðnámsprógv ella samsvarandi útbúgving. Stakskeið Á Søgu- og samfelagsdeildini verða eisini fleiri stakskeið í t.d. løgfrøði bjóða út sum eftirútbúgving. Føroya Læraraskúli: Lærara- útbúgvingin Læraraútbúgvingin tekur 4 ár og er í tveimum stigum. Fyrri partur er 3 ára út búgv- ing á bachelorstøði. Dent ur verður lagdur á, at tey les andi fáa eitt gott fakligt grund- arlag í lærara yrk i num, t.d. at skilja grund leggjandi tættir í á støðil ig um arbeiðisháttum, læra virðini, lærarayrkið bygg ir á, nema sær ta frá- læru ligu, námsfrøðiligu og sálarfrøðiligu vitan og teir førleikar, lærarin hev ur brúk fyri og savna hug an um ta breiðu fakligu vitan- ina, ið krevst at undir vísa í annaðhvørt hug- ella náttúrvísindaligu læru grein- unum Triðja árið verður fyrra linjan lis in. Linjulestur er miðvís bók lig og praktisk fyrireiking til at undirvísa í einari av læru grein um fólkaskúlans. Bachelor uppgáva verður eisini skrivað hetta árið. Annar partur - fjórða árið - er yrkisrættað. Onnur linjan verður lisin, og tey lesandi fyrireika seg til lærarayrkið. Starvslæran er týdningarmikil liður í útbúgvingwni. Upptøkutreyt er prógv frá miðnámsskúla, ella annar skúli ella royndir. Førleikakrøvini hjá hesum umsøkjarum verða mett í hvørjum føri sær. Lestrarbyrjan er august 2011 Føroya Læraraskúli: Náms frøði Námsfrøðingaútbúgvingin tekur 4 ár og er í tveimum stigum. Fyrri partur er 3 ára útbúgv- ing á bachelorstøði. Dent- ur verður lagdur á, at tey les andi fáa gott fakligt grund ar l ag í námsfrøði, t.d. at skilja grundleggjandi tætt ir í ástøðiligum arbeiðis háttum, læra virð- ini, námsfrøðingayrkið bygg ir á og nema sær ta námsfrøðiligu og sálar- frøðiligu vitan og teir før- leik ar, ein námsfrøðingur brúk ar í gerandisdegnum. Triðja árið savna tey les- andi seg um eitt ávíst námsfrøðiligt øki, og bachelor uppgáva verð- ur skrivað. Annar part- ur - fjórða árið - er eitt yrkisrættað ár. Tey lesandi fyrireika seg til námsfrøðingayrki. Starvslæran er týdningarmikil liður í útbúgvingini. Upptøkutreyt er prógv frá miðnámsskúla, ella annar skúli ella royndir. Førleikakrøvini hjá hesum umsøkjarum verða mett í hvørjum føri sær. Lestrarbyrjan er august 2011 Alment skeið í føroyskum Tað ber til at taka eitt styttri próvskeið í føroyskum. Skeiðið er fyri øll. Skeiðið økir um førleikarnar í føroyskum bæði viðvíkjandi arbeiði, gerandislívi og hægri lestri. Dentur verður lagdur á mállæru og nógvar praktiskar venjingar styðja tað, sum gjøgnumgingið verður. Eisini verða ymsir tekstir tiknir fram, sum skulu lesast, greinast og tulkast. Undirvíst verður í 18 vikur og kostnaðurin er kr. 2.800,00 + próvtøkugjald á kr. 700,00. Skeiðsbyrjan er 26.09.2011. Journalistisk eftir útbúgving Journalistiska eftirútbúgvingin verður bjóðað út umvegis Danmarks Medie- og Journalisthøjskole. Eftirútbúgvingin er ætlað føroyingum, sum arbeiða í miðlunum ella við samskifti. Undirvísingin, sum fer fram á Fróðskaparsetrinum og á netinum, er á donskum, men útgangsstøðið er í føroyskum samfelagshøpi Innihaldið í pørtunum er frá journalistútbúgvingini í Danmark. Nakrir partar verða bodnir í senn, og kunnu setast saman til eina heila diplomútbúgving. Upptøkukrav: Miðnámsprógv ella samsvarandi útbúgving/ royndir. les meiri á: http://www.update. dk/foroya